fríggjadagur 4. august 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
34 vikuskifti
Útferð
Starvsfólk á Ellisheiminum í
Vágum greiða frá
Koyrt varð frá Ellisheiminum við
bussi, oman á flúgvarabedingina,
har Lakeside lá klárur og bíðaði
eftir teimum. Væl umborðkomin,
við koyristólum, rollatorum
og høkjum, varð lagt frá landi.
Dýrdarveður var, og skjótt vóru
øll aftur í eini aðrari verð. Prátið
gekk dúgliga.
Amanda, 91 ára gomul, er ættað
av Vatnsoyrum. Hon var elsta
fólki á túrinum. Hon mintist, tá
hon sum barn gekk í torv við
foreldrunum. Torvið varð reitt
til hús við vogni og rossi. Hon
greiddi frá, at “uppi í brennuni”,
tætt við flogvøllin, bleiv rópt
soleiðis, tí fólk kyndu bál til
drekkamunnin, tá tey skóru torv,
Hugnaligt var at síggja roykin
frá teimum mongu bálunum,
tá hvør familja stríddist við at
fáa torvið til høldar. Ein krógv
kostaði 10,- kr., sum tey keyptu
frá bóndanum. Sum flest øll vita,
eru Vatnsoyrar niðursetubygd.
Eisini segði hon, at pápin plagdi
at brúka eitt “móðpot”, sum hann
stakk niður í svørðin, at vita
hvussu djúpt tað var og hvussu
nógv torv kundi fáast burturúr.
Komin longur út á vatni
greiðir Jóan Jakku 83 ára, gamli,
eisini frá gomlum døgum. À
gróthústanga løgdu allir bátar
til. Bøndirnir áttu plássini og
eini 40 gróthús og torvkráir
stóðu har fyrr. Nógv sílapláss
eru allastaðni fram við vatninum
og hava tey ymisk nøvn.
Bóndamarius hevur eisini skrivað
um hetta í einum av bókum
sínum. Jóan Jakku minnist
hvussu teir sum dreingir plagdu
at fara sunnudagstúr oman á vatn.
Viðhvørt at fiska síl við tráðu
ella oddi, ella tá ið tann tíðin var,
at henta ber, klintra ymsastaðni
o.s.fr. Tað var frítt og gott at vera
úti í Guðs stóru nátturu.
Ragnhild 83 ár. kona Jóan Jakku,
sigur okkum frá brúdleypinum
hjá Paulus og Jóhannu í 1947.
Gildið var hildið í húsunum
hjá Jobbafridu í Miðvági.
Ragnhild var kokkur og nú
skuldi kokkagildið vera. Hetta
var um veturin og sera kalt var.
Tá kemur onkur inn og sigur at
vatnið er púra fryst. Jú, tey fóru
øll spaðseritúr oman á vatn, og
har bleiv dansað brúðardansur á
ísinum!. “Vit vóru væl ílætin og
blivu heit av gongutúrinum og
dansinum”, sigur hon og smílist
. Vatnið hevur eisini onkuntíð
verið fryst síðani tá, og mangur
man hava spælt sær á ísinum við
skoytum og øðrum, tá soleiðis
hevur verið, tó hevur altíð verið
mint á, at ansa eftir, at ísurin
hevur kunna hildið, so ongin
vanlukka skuldi standast av
hesum.
Hjørdis 76 ár úr Sandvági,
minnist aftur á gamlar dagar
í 40unum undir krígnum. Tey
ungu úr oynni høvdu kappróður
niðri á vatni. Hetta var í sam
band við eina av teimum
fyrstu vágastevnunum. Um
kvøldi spældu tey sjónleik í
einum av gróthúsunum , ta
ferðina var sjónleikurin um
“frúnna Maritu”. Ùr Sandavági
var farið við lastbili, og øll máttu
minnast til at hava passið við!
Nógvir enskir hermenn vóru í
oynni tá og ofta skipaðu teir fyri
dansi, men ikki var lukkuligt at
gloyma passið eftir við hús, ja,
flent var eftir, at fólk máttu hava
passið við í torv. Men kríggj
var og øll máttu akta boðini frá
hervaldinum.
Spenningurin var stórur tá
nærkast varð oyrum, tí meiningin
var, at øll skuldu upp á land at
hyggja seg íkring og at fá sær
ein góðan drekkamunn. Onkur
stúrdi kanska eitt sindur fyri
hvussu rullustólar og annað
skuldu koma í land, og summi
eru eisini nakað illa gongd. Men
alt gekk frálíkt, tey røsku og
altíð vinarligu starvsfólkini á
ellisheiminum, vóru fús at hjálpa
og skjótt vóru øll turrskødd uppi
á landi. So væl er fyriskipað,
at Òlavur hevur lagt eina
brúgv(landgongd), so ongin
forðing er fyri rullustólum , ella
illa gongdum fólki. Stórt telt er
uppsett, við borð og bonkum
inni, so øll kundu sessast at njóta
løtuna. Har varð borðreitt við
kaffi, pannukøkum og ísi. Asta,
kona Ólavur, sum vanliga eisini
starvast á ellisheiminum, hevði
bakað, og væl smakkaði. Øll
hugnaðu sær óført og lívligt
prát gekk um mangt og hvat úr
gomlum døgum og um hvussu
øll livikor eru broytt til dagin í
dag.
Oda, 76 ára gomul úr Miðvági,
mintist aftur á góðar dagar úti á
oyrum, tá hon og maður hennara
Victor, fóru við børnunum
oman á vatn, og út á oyrar. Har
settu tey telt upp, fiskaðu síl og
hugnaðu sær saman, ofta í fleiri
dagar, Victor bygdi sær sjálvur
ein lítlan glastrevjabát, sum
egnaði seg væl at sigla við á
vatninum og føra ymiskt viðføri
aftur og fram. Telti seymaði
tey sjálvi. Jú sanniliga vóru
tað góðar løtur, tá primus var
tendraður, og sílini kókaði. Øll
høvdu sunnar sólbrúnar kjálkar í
tí frísku og góðu luftini. Nú var
hon aftur á kendu gøtum: “at tað
skuldi eydnast mær at koma aftur
her á hetta stað, hevði Victor
verið her enn, so hevði hann
eisini verið við”, helt hon fyri.
Jenny 85 ára gomul úr Sørvági,
var eisini við henda túrin. Hon
er blind, men frøddist um øll
tey lívligu ljóðini, at hoyra
hagafuglin, tutlandi vatnið,
sjóðið av Bøsdalafossi og
havinum, ja, lukturin av haga, alt
gekk upp í eitt vakurt lag.
Tíðin fleyg avstað. Øll komu
umborð aftur, eisini í øllum
Dreymurin gjørdist veruleiki
Tað var ein stákan og prátan og ikki minst stór
gleði, tá dagstovna- og ítrivsfólk á Ellisheiminum
í Miðvági fóru útferð við Lakeside hjá Ólavi á
Vatnsoyrum. Tey skuldu út á Oyrar , onki minni!