fríggjadagur 4. august 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
35
vikuskifti 35
við Lakeside
góðum. Túrurin heim aftur var
eisini eitt satt upplivilsi, tá ein
vælhýrdur og tíðindafróður
Ólavur greiddi frá ymiskum
staðarnøvnum og hendingum
niðri á vatni. Um alt baksið fólk
høvdu fyrr í tíðini við torvskurði
og øðrum, um at føra og reiða tað
til hús, eitt nú til Sandavágs. Ja,
summi mintust hvussu tað var
at vera burtur í haga og ræðast
tarvin. Á Krikasandi mintust
fleiri hvussu ternur í túsundatali
savnaðust á sandinum, fyri so,
alt í einum at flúgva avstað, - út
í stóru verð. Nú eru ikki so nógv
ternureiður frammi við vatninum
og í haganum sum fyrr.
Ein avbera góð útferð var
nú komin at enda. Øll vóru
upplívgaði, glað og vælnøgd.
Sum Lily helt fyri: “ein alle
tiders túrur”. Øll eru samd um at
gera túrin umaftur næsta ár, hvør
ið hevur lív og heilsuna.
Tøkk til fyriskiparar/starvsfólk
á ellisheiminum. Tað er gott at
vita, at okkaru kæru gomlu eru í
so tryggum og góðum hondum.
Góða eydnu og eitt gott summar
ynskja vit tykkum øllum.
Talan varð í allar mátar um eina frálíka og
frískliga náttúruuppliving hjá búfólkunum
á Ellis- og avleimisheiminum í Vágum