fríggjadagur 4. august 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
36 vikuskifti
tórbjørn jacobsen
Meginásin í mannasøguni er
stríð um ognir og vald. Ímillum
manna og ímillum lond. Ein
bardagi um stik og steyrar,
sum fekk heimspekingin Jean-
Jacques Rousseau, franski
parallellurin til Líggjas í Bø,
hugsi um yrkingina: Maðurin
og moldin, at spyrja spurningin:
“Hvussu mongum brotsverkum,
bardøgum og myrðingum, harmi
og ræðslu var mannaættin ikki
sloppin undan, um onkur longu
tá var nóg avgjørdur og knappur í
vendini, og hevði roytt hin fyrsta
stiksteyran úr svørðinum aftur,
ella grivið uppí aftur veitirnar,
sum nú vóru mørk ímillum ein
og hini?”
Søgan er skipað sambært
kyninum í streymtalvuni,
sveiggini, æviga javnvágin.
Navnarnir báðir, Ólavur &
Ólavur, ið gjørdu um seg fyri á
leið túsund árum síðani, fluttu
mørkini vestureftir. Løgdu ognir
undir seg, og vunnu sær vald.
Ígjøgnum norska apologetin
Sigmund Brestisson. Jarnbrot og
rambukkur varð kristindómurin,
ætlaður sum gleðiboðskapur, í
hesum føri amboð í valdstøku
og skattálegging. Í Norðragøtu
syrgdi ein eldri gandakallur sínar
látnu fylgisneytar, skeggjarnar,
og stutt fyri lívlátið helt hann
fyri: “Nú ráða aðrir øllum.”
Einasta monumentið yvir Trónd
er piðaða ræið, sum sløðist
onkustaðni undir Gøtu túnum,
ímeðan skurðguða høggmyndir
av skúvoyinginum, at kalla
dagliga, hevja seg úr svørðinum
upp ímóti skýrákinum. Well,
hann kolonialiseraði landið fyri
fremmandar kallar. Í andsøgn
sat gøtumaðurin tryggur í
sínum egna høvdingaveldi.
Eitt øgiligt spennið. Í
kjalarslóðini vórðu lunnarnir
smurdir undir kristindóminum,
praktiseraður dagliga í kømrum,
samkomuhúsum og kirkjum, sum
við tíðini gjørdist evsti samleiki
føroyinga, saman við málinum
og mentanini.
Í fyrstani líka so groteskur sum
heilaga stríðið í Miðeystri, har
ísraelsmenn bumba traðirnar
hjá Mahmud og oliventrøðini
hjá Yassir og lata eitraða
grimdarregnið falla niður yvir
miðbýin í Beirut. Hinvegin
dunið frá goturstykkjum í Haifa
og sjálvmorðsbumbumonnum í
onkrari sjálvtøkukrambúð í Tel
Aviv.
Vit minnast Ólav Halga í størri
friðsemi. Umframt at vera kristin
og politisk hátíð, er Ólavsvøkan
nú vorðin tjóðarhátíð føroyinga.
Savningardagur. Eitt slag av
latínamerikanskum karnevali,
Havnin í nakrar dagar ein
miniature útgáva, ein smámynd,
av Rio, Buenos-Aires og
Havanna. Fólkið er ílatið
nationala kampuniformin, ein
vøkur kosmetisk staðfesting
av tí sum vit øll kunna savnast
um: kristna trúgvin, politiska
skipanin, málið, lívshátturin
og mentanin. Hesar báðar
dagarnar eru øll líka. Samband
og Tjóðveldið, Javnaður og
Fólkaflokk. Loyvisjallar og
kvotabarónar og tey sum
húsast í ráum kjallaraíbúðum,
har dýnurnar hanga modnar á
radiatorunum, og liva í vónini
um at pantifútin fær blóðpropp,
flakakvinnan á Sandoy Seafood
og røktingarmaðurin í Ambadali.
Kegl og stríð um ognir og vald er
suspenderað nakrar sólarringar.
Hetta er hin ultimativa
tjóðskaparliga syntesan,
hvørvisteinurin, har ryggurin og
felags samleikin verður brýndur,
og sum ger tað møguligt at
búleikast í oyggjunum sum eitt
fólk.
Ráðandi er um, at halda frið og
semju í hevd um hátíðina, hetta
eru dagar ið skula hespast burtur,
dagarnar harið skiftast kunna
orð um stríðsmálini eru nóg
mangir í árinum. Lat tað spennið,
sum vit ervdu fedrum av, heilt
frá Sigmundar og Tróndar
døgum, taka seg uppaftur táið
gerandisdagurin aftur rísur
úr eystri og menn í hesum
rómaklædda barbiehúsinum,
handan bakið, aftur kunna
stríðast um vælferð fólksins og
um Føroyar í allar ævir skula
stjórnast sum ein donsk jukebox
ella um aktuella støðan er idealið
fyri alla tíð. Allir hava rætt eftir
síni sannføring. Avgerðin er
fólksins – tykkara.
Omanfyri alt er tjóðin. Hana eiga
vit øll. Ein dýrur arvur at røkja
og verja. Og lati okkum aldri
gloyma orðini hjá russaranum
Alexander Solsjenitsyn: “Um
tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta
at gera okkum í minsta lagi líka
so fátæk, sum fóru øll menniskju
Í dag er føroyingurin
deiligur, feitur og fregin