fríggjadagur 4. august 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
37
vikuskifti 37
Ummæli av Ólavsøku
framsýningini 2006
Sambært Listafelagnum skuldi
ársins Ólavsøkuframsýning vera
“enn opnari og lættari” enn tann í
fjør. Tann Ólavsøkuframsýningin
kendist annars rættiliga svallig,
fyri ikki at siga tóm. Um hendan
gongdin heldur fram, verður meir
luft enn list á tí áður so umhildnu
Ólavsøkuframsýningini, metir
Kinna Poulsen.
Broyting er komin í føroyska
listaframsýningarmynstrið.
Framsýningarnar eru vorðnar
nógv fleiri, eins og fólksins
áhugi tykist broyttur teimum
ymsu framsýningunum viðvíkj
andi. Heystframsýningin er
vorðin eitt hæddarpunkt í
føroyska listaárinum. Ein av
framsýningunum, sum plagdi
at hava stóran áhuga millum
fólk, tykist støðugt tódna í
vavi, men eisini í týdningi og
ansi. Á Ólavsøkuframsýningini
í 1996 vóru 58 framsýnarar, ið
tilsamans framsýndu 154 verk.
Á ársins Ólavsøkuframsýning
sýndu 19 framsýnarar fram 47
verk. Sensururin er eyðsýniliga
strangari í dag í mun til fyri 10
árum síðan, men eftir øllum at
døma eru úrvalsmøguleikarnir
hjá sensurnevndini eisini skerd
ir, tí listarliga støðið í Ólav
søkuframsýningini tykist støðugt
læðka.
Roynd og óroynd
Tað serliga áhugaverda við
Ólavsøkuframsýningini hevur
verið hennara fólkatokki; at
hon var tann av føroysku lista
framsýningunum, sum flestir
føroyingar vitjaðu. Tessvegna
var umráðandi, at góðskustøðið
var høgt. Nakað annað, sum
var serligt fyri Ólavsøkufram
sýningina var, at tú her kundi
upplivað lærd og roynd lista
fólk hanga lið um lið við púra
óroyndar debutantar, ið hervið
fingu eitt serligt herðaklapp frá
teimum royndu og frá listaum
hvørvinum. Men nú er hetta
sama meðalhampabland av
royndum og óroyndum at síggja
á so mongum av teimum heim
ligu listaframsýningunum, at
tað tykist heldur vatndeyvt og
keðiligt.
Amariel
Amariel Norðoy er ein av teim
um royndastu listafólkunum,
sum luttók á ársins Ólavsøku
framsýning og vit mugu eisini
staðfesta, at hansara myndir
vóru millum tað allarbesta, ið
var á ársins Ólavsøkuframsýn
ing. Serliga vóru myndirnar
við heitinum “Skiftandi ljós”
góðar. Upprunin til myndevnið
var óivað tað sama Mikladals
landslagið sum vit so ofta hava
sæð í bláu tulkingum Amariels,
men myndaviðgerðin í hesum
myndunum tóktist frískliga øðr
vísi, eins og myndirnar sum heild
vóru meira opnar og spontantar
í bygnaði og litum. Arnold Vegg
hamar dugir sanniliga okkurt
heilt serligt við litum og hóast
góðskan í hansara samlaða verki
tykist heldur óstøðug, hugtók
tann gula, naivt málaða og upp
runakenda fjallasíðan, ið var
nr. 32 í myndaskránni. Kára
Svensson hava vit mangan
upplivað á Vár-, Summar- og
Ólavsøkuframsýningum og nú
er hann jú eisini umboðaður
á teirri føstu framsýningini í
Listaskálanum, har eisini m.o.
Astri Luihn og Edvard Fuglø
hava fingið teirra heiðurspláss
innan føroysku listaelituna. Kári
hevur tað rós uppiborið, at hann
ikki hevur staðið í stað, síðani
hann fyri nøkrum árum síðani
slepti sínari stóru fyrimynd
Ingálvi av Reyni. Síðani hevur
hann eyðsýniliga upplivað
útlendska list, har hann eitt nú
hevur latið seg ávirkað av Per
Kirkeby, Kjell Nupen og øðrum.
Í sínum nýggjaru myndum tykist
hann tíverri eisini ávirkaður
av Astri Luihn. Myndirnar hjá
Kára eru báðar horisontalar og
samansettar av fýra pørtum við
ávikavíst reinum litflatum og
ásettum fugla- og fólkaskapum,
alt sera stílreint og snotiligt
í hvítum, bláum og grønum
litum, ið eru sera vælhóskandi
til kremlittu stovurnar, sum
sambært blaðnum Kvinna eru
uppá móta í løtuni.
Heldur grunnt
Ein av fotomyndunum í mynda
røðini “Fragmented Unison”
átti heiðursplássið á forsíðuni
á myndaskránni. Marianna
Mørkøre, sum hevur gjørt
myndarøðina, er ein av fleiri
yngri føroyingum, ið hava lært
innan design, arkitektur, film,
hondarbeiði osfr., sum síðani
eru farin í holtur við mynd
listina. Eisini eru sonevndar
“Crossover”-verkætlanir nógv
umhildnar í listaheiminum í
løtuni og óivað kunnu listirnar
fáa íblástur hvør frá aðrari. Men
ofta hava slíkar verkætlanir
lyndi til at gerast ov undirhalds
kendar og grunnar. Á Ólavsøku
framsýningini hingu 9 svart-
hvítar fotomyndir, ið avmyndaðu
5 vakrar ungar kvinnur, sum
einsamallar ella fleiri saman eru
uppstillaðar í einum at síggja
til føroyskum landslagi. Hóast
myndirnar eru vakrar og hóast
eyðsæddu royndina at úttrykkja
nakað mystiskt og listarligt,
tykist myndarøðin sum heild
hava ein heldur grunnan móta
modelmyndadám.
Lærdómur lættur at bera
Fabulerandi myndin hjá Beintu
Festurstein minnti eitt sindur
um tær eldru myndirnar hjá
Jensinu Olsen bæði viðvíkjandi
myndevni og litavalinum í ljósa
reyðum, violettum og svørtum.
Framsýningin hevði væl tolað
fleiri slíkar stuttligar myndir
hjá hesum debutantinum. Ole
Wich hevur onkuntíð sýnt fram
skrambul-list (objet trouvé
o.l.), eins og hann ivaleyst
er kendur fyri sínar ymisku
provokatiónsroyndir. Á ársins
Ólavsøkuframsýning skikkar
hann sær betri og sýnir fram
okkurt smávegis pent, men
munarleyst prent sum t.d.
“Skúmborna”, har myndir av
brimi verða manipuleraðar til
so líðandi at líkjast tí skúm
bornu Venus. Jóhan Martin
Christiansen hevði eina mynd
við á Ólavsøkuframsýningini,
sum minti nógv um myndirnar,
hann hevði á Várframsýningina.
Hann tykist hava áhuga og evni
og tað er at vóna at hann fer
at nema sær útbúgving innan
myndlistina. Vit eiga eftirhondini
fleiri evnaríkar listafólkaspírar,
sum eru dugnalig innan fleiri
ymiskar listir. Brynjolfur á
Heygum og systkinabarnið,
Heiðrikur á Heygum, sum eisini
hevur sýnt fram sínar myndir
á Ólavsøku eru báðir evnaríkir,
men eyðsýniliga ætlar hvørgin
teirra at velja eina av listunum
framum hina. Brynjolfur spælir
við í og ger tónleik til “Side
Effect”, ið gav út eina fløgu
herfyri. Eg hvørki vil ella
kann noyða Brynjolf at sleppa
teknorútmunum, men eg kann
tó ráða honum og øllum øðrum,
ið ætla at arbeiða seriøst sum
yrkislistafólk, at velja eina av
listunum og at fara uttanlands
at fáa sær eina útbúgving innan
hesa listagrein.
Luft og list
Listfrøðingur
Kinna
Poulsen
Í mun til Ólavsøkufram
sýningina 1996 var hendan
nakað væl ruddiligari og
snotiligari. Óruddiligi
bazardámurin, bad-taste-
partyið, sum saman við
teimum veruliga góðu
listaupplivingunum
plagdu at eyðmerkja
Ólavsøkuframsýningina
tykist nú alt umbroytt til eina
ørgrynnu av luft
at verða púra eins, við sama
persónleika og somu útsjónd.
Tjóðirnar eru menniskjans
ríkidømi, tjóðin er menniskjans
kollektivi persónleiki. Sjálvt
tær allarminstu hava sín serliga
lit og rúma í sjálvum sær eitt
serligt frábrigdi í tí guddómliga
stavnhaldinum.”
Tað er vælsignað at vera
føroyingur. Í dag er hann deiligur,
feitur og fregin. Í morgin í
vinnu og samfelagsyrki, brasin
ferðamaður ígjøgnum fjøruti
ættarlið. Takk fyri løtuna.