fríggjadagur 4. august 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2006
38 vikuskifti
Eldraár
Elsa Zachariassen,
sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
S
agt verður, at ein góður látur
kann leingja lívið, og at
tað øvuta styttir lívið. Longu
í Bíbliuni nevnist gleði sum
heilsufremjandi. Eisini í gamla
Grikkalandi skuldi tú duga at
spæla minst eitt ljóðføri fyri at
kunna gerast lækni. Tað má hava
verið, tí kenslurnar eisini hava
verið hildnar at hava havt týdning
fyri lekidóm
Kortini kunnu vit nokk øll
verða samd um, at í okkara
mentan hava kenslur altíð verið
undirmettar í mun til vit og skil.
Líka frá fyrstu skúlaárum fáa vit
at vita, hvussu umráðandi tað
er at duga at brúka síni evni at
hugsa logiskt og lata kenslurnar
koma í aðru røð.
Í dag er vísundin komin eftir,
at kenslur hava stóra ávirkan á
okkara likamliga trivnað. Tað
vísir seg, at tá kenslusentrið í
heilanum verður stimbrað, við
at vit hoyra eini góð tíðindi, fáa
rós ella annað, sum ger okkum
glað, so fossa endorfinir út í
kroppin, sum ger, at blóðtrýstið
hækkar á ein nátúrligan hátt,
at immunverjan verður styrkt,
og at vit verða minni stressað.
Og í Danmark eru tey farin
at brúka klovnar á eitt nú
barnadeildini og skurðdeildini á
Ríkissjúkrahúsinum, tí tað vísir
seg, at tá fólk verða glað, kenna
tey eisini minni pínu.
Sjálv gangi eg til láturskeið,
har vit flenna og flenna, so eg
mest sum fari dansandi eftir
vegnum heimaftur. Vit flenna
ikki at nøkrum, vit flenna saman
– tað er eisini tað, sum er so
týdningarmikið.
H
ví gloyma vit at smílast og
vera glað? Hvat er tað, sum
ger, at vit eru so skjót at kritisera
okkum sjálvi?
Okkurt bendir á, at hetta situr
djúpt í okkum. Vit minnast
søguna um Klokkeblomst, sum
situr fangað í torninum, har
heksin allatíðina situr og fortelur
henni, hvussu mishátt og ljót hon
er. Klokkeblomst trýr henni til
ein dagin, ein prinsur kemur og
sigur henni, hvussu vøkur hon er.
Og í eygunum á prinsinum sær
Klokkeblomst umsíðir, at hon jú
er vøkur.
Allar søgur hava okkurt at
siga. Hendan sigur okkum, at
Klokkeblomst í roynd og veru
ikki sat fangað í torninum men
í síni egnu negativu fatan av sær
sjálvari. Ikki fyrr enn onkur kom
og fekk broytt hesa fatan, varð
hon frígjørd.
Sum menniskju eru vit ofta
sera skjót at halda lítið um
okkum sjálvi. Vit kenna tað jú
øll. Sigur tú við eina vinkonu:
“Sum hasin frakkin er flottur”,
skuldi tað ikki undra, um hon
svarar: “Oys, hetta er bara
okkurt, eg keypti á útsølu fyri
tveimum árum síðani”. Og hugsa
bara um, hvussu vit ganga og
grenja: “Altíð gongur tað út yvir
meg, maður mín lurtar ongantíð
eftir mær, eg havi arvað alt tað
keðiliga frá mammusa familju ...”
Við at blíva við at fortelja okkum
sjálvum sovorði niðurbrótandi,
enda vit við at trúgva uppá tað.
Tað fer inn í okkara dulvitsku, og
vit missa álitið á okkum sjálvi.
Tí er tað so umráðandi, at
vit at læra okkum at taka ímóti
vinarligum orðum og siga takk
fyri, heldur enn at kveistra tey
burtur.
A
v onkrari orsøk eru vit eisini
alt ov skjót at plága okkum
sjálvi við slíkum, sum er hent
fyri mongum árum síðani: “Bara
eg hevði havt ein betri barndóm;
um bara eg hevði verið skild ella
ikki skild frá manninum; bara
eg hevði uppdrigið míni børn
øðrvísi; hevði hon bara givið
mær eina umbering fyri hatta,
hon segði, so ... “
Ella vit hoppa inn framtíðina:
“Um bara eg fái eina nýggja
íbúð; um nú dóttir mín flytur eitt
sindur nærri; tá eg fari á pensjón,
tá verður tað heilt vist betri ...”
Og so duga vit so ómetaliga
væl at samla uppá fornermilsir.
Rós gloyma vit ofta eftir fáum
minuttum, meðan tað, sum
onkur gjørdi skeivt ímóti
okkum fyri 30 árum síðani, situr
fast. Vit kenna jú søguna um
konsentratiónslegufangan, sum
møtti einum medfanga nógv ár
seinni og spurdi, hvussu hann
hevði tað, og hann svaraði “Nei,
eg havi tað ikki gott, tí eg kann
ikki fyrgeva teimum.” “Kanst tú
ikki tað, so ert tú framvegis fangi
hjá teimum”, svaraði hin so aftur.
Um vit ikki duga at vera til
í degnum í dag, gera vit hann
ikki bara lítisverdan. Vit síggja
heldur ikki gleðirnar, hann hevur
at bjóða og lata í staðin fortíðina
og framtíðina oyðileggja okkara
nútíð.
T
að ber faktiskt til at trena seg
at leita fram tað góða heldur
enn tað keðiliga úr fortíðini og
ímynda sær, hvørjar spennandi
avbjóðingar framtíðin hevur at
bjóða, heldur enn at stúra fyri
henni. Men eg kann ikki vænta,
at onnur gera hetta fyri meg.
Eg má taka fyrsta stigið sjálv,
byrja við at fortelja mær sjálvari
ymiskt gott um meg sjálva.
Carpe Diem – gríp dagin!
Hugsa um, hvat ommubarnið
júst segði við teg, legg merki til,
hvussu væl døgurðin smakkar og
øll tey smáu, góðu tingini, sum
allatíðina eru at leggja merki
til. Forkela teg sjálva, bjóða
tær sjálvum út at eta. Og ger so
ein lista yvir alt, tú dugir væl.
Tað er ríkiligt at taka av. Tú
dugir væl at baka bollar, at ansa
ommubørnunum, at syngja, gera
fimleik ... Hvørja ferð tú byrjar
at halda, at tú ikki er góð nokk,
so hygg uppá listan. Tað geri eg
sjálv, og tað riggar.
Men glaðir tankar og smíl
ávirka ikki bara okkum
sjálvi. Sum heimspekingurin,
K.E. Løgstrup segði: “Tú
hevur ongantíð við eitt annað
menniskja at gera, uttan at tú
hevur ein part av teirra lagnu í
tíni hond” Sig við teg sjálvan,
at ímorgin fari eg at smílast til
seks fólk uppi í SMS. Vita eftir,
hvussu glað tey blíva ...
– Gríp dagin, fá eyga á alt tað virðismikla
í gerandisdegnum, so hvørki ring minni
frá fortíðini ella stúran fyri framtíðini
sleppa at oyðileggja tína nútíð, segði
Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur,
millum annað í sínum fyrilestri um, hvat
lívsgleði hevur at týða á eldráárum
Greinarøðin, “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu
í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: “Hvat kanst tú sum eldri sjálvur
gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?”
GREINARØÐ
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
■ Leila á Lofti, fysioterapeutur
■ Jógvan Róin, lækni
■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
■ Jógvan Fríðrikson, prestur
■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði
– Ger ein lista yvir alt tú dugir væl, og hygg at honum, tá tú byrjar at halda,
at tú ikki ert góð nokk. Tað geri eg sjálv, segði Elsa Zachariassen í sínum
fyrlestri um lívsgleði
Ábyrgd fyri egnari heilsu:
Lívsgleði kann lærast