Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 149 - 7. august 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Fríggjakvøldið í Klaksvík spældi væl av, hóast Klaksvík var tvífaldað í fólkatali og einu løtuna var størri enn Havnin. Av Løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at eingir stórvegis trupulleikar vóru. Nakað fitt av fólki hevði tungt við at finna heim, og nógv vóru tí koyrd heim, meðan summi svóvu á støðini. Onkur smávegis bardagi var eisini, men enn hevur eingin meldað harðskap, so enn er ikki greitt, um hetta verður til løgreglumál. Tveir bilførarar vóru tiknir fyri rúsdrekka koyr­ ing. nud Friðarligt í Havn Meðan Klaksvík var størri enn nakrantíð áður, var fólkatalið í Havn munandi minni fríggjakvøldið, og hetta sást aftur í aktivitetinum á løgreglustøðini í Jónas Broncksgøtu. Fríggjakvøldið gjørdist stak friðarligt í Havn. Av løgreglustøðini verður sagt, at sera fá fólk vóru í býnum, og at løgreglan ikki var boðsend til nakað alla náttina. nud Eingir ferðslu­ trupulleikar í Klaksvík Nógv hevur verið tos­að um parkeringina í Klaksvík, nú Norð­oyatunnilin og Summar­festivalurin lokk­ aðu nógv­ar hundrað og møguliga nógvar túsund bilar til Klaksvíkar, men fríggjakvøldið vóru eing­ir trupulleikar. Av løgreglustøðini í Klaksvík verður sagt, at í Klaksvík eru ríkiliga nógv parkeringspláss, og tí var eingin trupul­leiki. Fleiri tóm pláss vóru kring býin, so fyrsta trykkroyndin av Klaksvík, var væl eydnað. Einastu trupulleikar­nir, ið vóru, var at onkur valdi at parkera dekan ov tætt á smølu vegunum, hóast pláss var aðrastaðni, og hetta skapti eitt sindur av óneyðugari ónøgd. Leygarnáttina bakkaði ein bilur á ein parkeraðan bil, tá hann royndi at sleppa út av sínum par­keringsplássi. nud Neisti millum skins og hold Friðarligt leygarkvøld í Klaksvík Leygarkvøldið á Summarfestivalinum gekk hampuliga fyri seg. Av løgreglustøðini siga tey, at sjálvt um tað vóru øðiliga nógv fólk, og nógv av teimum vóru full, so var friðarligt á festivaløkinum. Alt, ið var fráboðað til løgregluna, hendi uttan fyri festivaløkið. Sunnunáttina var ein bilur stolin á Heygavegnum, hann var opin og lyklarnir stóðu í. Ein taska var stolin inni á Barok sunnumorgunin, løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er. Sunnumorgunin var ein bardagi, men harðskapur bleiv ikki meldaður, so hetta verður ikki til løgreglumál. Nøkur fólk svóvu rúsin av sær á løgreglustøðini. Eitt herverk var meldað, har ein fløska var blakað eftir einum bili og buglaði bakskermin. - ella Sløkkiliðið var boðsent til Kvívíkar í fríggjadagin, tá eldur mundi komið í eini hús. Ein neistið var farin millum skins og hold, tá ein hevði brent nakað av ókrúti í garðinum. Sløkkiliðið tók nakað av bjálvingini av húsunum, men skaðin var ikki umfat­andi. nud Friðarligur Summarfestivalur Nógvir óskrásettir bilar Í Tórshavnar kommmunu er trupulleikin av óskrásettum bilum seinastu tíðina vorðin alsamt størri, bilar uttan nummarplátu hava ikki loyvi at standa á almennum øki, men alsamt fleiri gera tað. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at tað oftast er kommunan, ið vísir á hendan trupulleikan, og at løgreglan síðan burtur úr stellnummarið finnur rætta eigaran. Tað hevur higartil gingið væl við at finna eigararnar, men ofta gongur trekari við at fáa eigaran at flyta bilin. Ofta skal sigast frá einar 3-4 ferðir, áðrenn nakað hendir. Hetta verður tó skjótt broytt, í næstum ferð Tórshavnar kommuna at seta eitt stykki av Inni á Hjalla til at seta bilar á. Løgreglan fer síðan at flyta óskrásettar bilar inn á hetta økið. Rokning verður síðan send til eigaran fyri flytingina, og verður bilurin ikki heintaður innan eitt ávíst tíðarskeið, kann endin verða, at hann verður seldur á auktión, eins og vit kenna við súkklum og øðrum. nud Innbrot og skot í Havn Av løgreglustøðini í Havn siga tey, at vikuskiftið var ógvuliga friðarlig. Leygardagin stóð ein fullur maður uttanfyri húsini hjá sær sjálvum og skeyt upp í luftina við eini byrsu. Eingin skaði stóðst av hendingini, og eingin føldi seg hóttan, men fólk, ið vóru vitni til hendingina, vóru eitt sindur skelkað. Mitt um dagin leygar­ dagin var eitt innbrot í Havn. Ein maður fekk sær blund við ólæstari hurð, tá hann vaknaði aftur var ein jakki stolin. 3500 krónur lógu í jakka­ lummanum. - ella