mánadagur 7. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2006
3
tíðindi
- Eg haldi tað ikki vera
rætt, at alt skal kvalast
í 2015-visjónum .
Vit mugu gera nakað
ítøkiligt við veksandi
trupulleikan við
ólógligum rúsevnum,
og eg haldi, at vit sum
myndugleiki eiga at
melda út nú, sigur
Finnur Helmsdal,
løgtingsmaður,
sum í løtuni er í
holt við at orða eitt
uppskot til samtyktar
um null-loysn í
rúsevnismálum
Rúsevni
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Undir viðgerðini av ólav
søkurøðu løgmans, segði
Finnur Helmsdal, løgtings
maður, at hann og Mið
flokkurin fara at leggja
eitt uppskot til samtyktar
fyri tingið, sum leggur
upp til eina null-loysn í
rúsevnismálum.
– Týðiligar ábendingar
eru um, at sterkari rúsevni
floyma inn yvir landið,
segði løgtingsmaðurin.
Veksandi trupulleiki
Sosialurin hevur tosað við
Finn Helmsdal, sum sigur,
at uppskotið verður lagt
fyri tingið í heyst.
– Eg fari nú at orða eitt
uppskot til samtyktar, sum
miðjar eftir einum felags
átaki í rúsevnismálum. Vit
mugu samskipa allar kreftir
í samfelagnum sum kunnu
viðvirka til eina null-loysn.
Eg haldi, at tað hevur stóran
týdning, at løgting og lands
stýri senda út eitt slíkt
signal, nú mangt bendir
á, at hetta er ein veksandi
trupulleiki millum ung í
Føroyum.
Finnur vísir á, at enn
er ikki avgjørt, hvør fer
at standa aftanfyri upp
skotið um null-loysn í rús
evnismálum - og tað er sum
so eisini líka mikið.
Undir viðgerðini av ólav
søkurøðu løgmans vóru
tingmenn positivir um ætl
aða uppskotið og eitt nú
samgongutinglimirnir,
Alfred Olsen og Jógvan við
Keldu, hildu hugskotið um
null-loysn vera gott.
Løgmaður positivur
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í heilsumálum,
helt hinvegin, at Finnur
Helmsdal er ov seinur á
sjóvarfallinum, tí í heilsu
ætlan landsstýrisins er ein
greiður málsetningur um
einar rúsevnisfríar Føroyar.
- Men eg haldi tað ikki
vera rætt, at alt skal kvalast
í 2015-visjónum. Vit mugu
gera nakað ítøkiligt við
henda veksandi trupulleika,
og eg haldi, at vit sum
myndugleiki eiga at melda
út nú, leggur Finnur Helms
dal dent á.
Løgtingsmaðurin sigur,
at hugskotið aftanfyri eina
null-loysn í rúsevnismálum
er sama hugskot, sum liggur
aftanfyri hugtakið um null-
loysnina í ferðsluni.
- Løgmaður var so mikið
positivur, at hann helt, at
allir formenninir í politisku
flokkunum kundu staðið
aftanfyri uppskotið, soleiðis
at hetta ikki bara verður eitt
andstøðuuppskot.
Ikki bara hasj
Men hvør er so orsøkin til,
at Finnur Helmsdal heldur,
at eitt slíkt átak um rúsevnir
er so átroðkandi beint nú?
- Eg haldi, at greiðar
ábendingar eru um, at
nýtslan av sterkari rúsevn
um í Føroyum er veksandi.
Talan er ikki bara um
hasj, men eisini um onnur
sterkari evnir, sigur hann.
Umframt at hava verið
barnaverndarlimur og for
maður í barnaverndini í
Tórshavnar kommunu, er
løgtingsmaðurin eisini limur
í sonevndu lokalnevndini
hjá løgtinginum, sum hevur
eftirlit við løgregluni í Før
oyum.
- Sum limur í lokal
nevndini fáa vit kunning
um økir, sum vit ynskja
at fáa størri kunnleika til.
Vit kunnu soleiðis eisini
biðja um at fáa innlit í
rúsevnisstøðuna í Føroyum
og um innflutning av rús
evnum. Vit fáa at vita tað,
vit spyrja um, tó ikki í
smálutum, sigur hann.
Finnur Helmsdal sigur
seg hava ta fatan, at sam
starvið millum løgreglu
og tollvaldið kundi verið
munandi betur skipað.
– Eg havi varhugan av,
at løgreglan eftir førimuni
roynir at leita upp ólóglig
rúsevni, og tað ger tollvaldið
eftir førimuni eisini. Tó havi
eg skilt, at tollvaldið ikki
hevur neyðugu fíggjarligu
orkuna til at gera so nógv
burtur úr hesum, sum eg
haldi er neyðugt, nú alt
bendir á, at hetta er ein
veksandi trupulleiki.
Betri samstarv
Hann sigur, at eitt er
avmarkaða fíggjarliga orkan
– og annað er samstarv.
– Vit mugu savna allar
góðar og viðkomandi kreftir
í samfelagnum, sum kunnu
viðvirka til, at trupulleikin
við ólógligum rúsevnum
ikki veksur – men minkar,
sigur
løgtingsmaðurin
sum heldur, at vantar toll
valdinum pening til eitt nú
fleiri hundar, er neyðugt,
at myndugleikarnir ganga
ynskjunum á møti.
Finnur Helmsdal vísir á,
at um einir 2-4 persónar
samstarva um innflutning
av ólógligum rúsevnum,
og tollvaldið bara hevur
tann eina hundin í arbeiði,
kunnu lógbrótarar skjótt
”snýta” eftirlitið.
– Vit búgva í einum
lítlum landi – við sjóvegis
og
loftvegis
ferðslu,
og tí eiga rímiliga góðir
møguleikar at vera fyri
at tálma innflutningi av
sterkum rúsevnum. Øðrvísi
er í londum, har koyrandi
er inn og út úr landinum,
leggur
løgtingsmaðurin
aftrat.
Nógv kann gerast
Hann er sannførdur um, at
tað sjálvsagt verður trupult
at koma øllum ólógligum
rúsevnum í einum landi
til lívs, men við góðum
samstarvi millum allar
partar – heilt úr heimunum
kring um í Føroyum og út
til lóggevadi og játtandi
myndugleikarnar,
kann
nógv gerast, sum ber á
rætta borðið.
- Vit eiga at taka allar
partar við í eitt slíkt átak og
ein slíkan málsetning sum
tað er at miðja eftir eini
null-loysn á hesum øki.
Hann sigur, at staðfestast
má, hvør hevur ábyrgdina
av
ungdóminum,
og
trupulleikin við ólóglig
um rúsevnum má greiðast
og samskipast heilt upp í
innlendis-og fíggjarmála
ráðið, sum situr við peninga
ligu viðurskiftinum.
- Upplýsast skal í størri
mun um vandarnar, ið
standast av rúsevnum, og
her eiga bæði skúlar og
Blái Krossur, sum longu
eru við í fyribyrgjandi
arbeiði, at verða við.
Arbeiði ímóti ólógligum
rúsevnum má ráðfestast og
samskipast á øllum økjum
í
samfelagnum,
sigur
løgtingsmaðurin,
Finnur
Helmsdal.
Arbeiði ímóti ólógligum rús-
evnum má samskipast betur
Mangt bendir á, at løgtingið nú fer at seta út í kortið ein miðvísan og samskipaðan politikk ímóti ólógligum rúsevnum
Í løtuni er Finnur Helmsdal,
løgtingsmaður, í holt við
at orða eitt uppskot til
samtyktar um null-loysn í
rúsevnismálum
Ólóglig rúsevni er ein
veksandi trupulleiki í
Føroyum.