mánadagur 7. august 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2006
5
tíðindi
Í seinastuni eru
søgurnar rættiliga
farnar at ganga í
Sandoynni um, at
stórar íløgur verða
gjørdar í Skálavík
í næstum. Linjohn
Christiansen,
borgarstjóri í
Skálavík, váttar, at
umsókn er komin um
eitt øki, sum 11.000
fermetrar til víddar,
og at bygdarráðið
hevur játtað hesum
SANDOY
theodor@sosialurin.fo
Stórur áhugi er fyri Sand
oynni í hesum døgum. Eftir
at Sandur hevur fingið lista
savn, og at ætlanir eru um
at geva bygdini bókasavn,
eru leysasøgur farnar at
ganga um, at stórar íløgur
verða gjørdar í Skálavík.
Graml hevur verið eina
tíð í oynni um, at Eiler
Jacobsen, reiðari, hevur ætl
anir um at byggja ítróttar
høll, svimjihøll og sam
komuhús í bygdini.
Sjálvur vil Eiler Jacob
sen ikki gera nakrar við
merkingar til málið, men
Linjohn
Christiansen,
borgarstjóri, váttar fyri
Sosialinum, at ein umsókn
er komin til bygdarráðið í
Skálavík um eitt øki, sum
er 11.000 fermetrar til
víddar, og at bygdarráðið
hevur játtað.
- Hetta er viðgjørt í ein
um jaligum anda í bygdar
ráðnum,
sigur
Linjohn
Christiansen, sum tó leggur
afturat, tey nú arbeiða við
tí løgfrøðiliga partinum av
málinum, og at tey nú bíða
eftir, hvussu leikur fer.
Endurskoða bygging
av ítróttarhøll
Páll á Reynatúgvu, bygda
ráðsformaður á Sandi og
annar av tingmonnunum
fyri Sandoynna, sigur seg
einki kenna til málið frá
bygdarráðsarbeiðnum
á
Sandi, men at hann hinvegin
sum so nógv onnur hevur
lagt oyra til slaturin um
hetta málið, og um hald er
í tíðindunum, heldur hann
hetta vera sera positivt.
– Vit kunnu skjótt lata
eina gávubúð upp í Sand
oynni, sigur Páll á Reyna
túgvu skemtandi.
Sandoyartingmaðurin
metir hinvegin, at hetta
kann føra við sær, at
kommunurnar í oynni, sum
gjøgnum skúlasambandið
eru komnar rættiliga langt
í ætlanunum við at byggja
nýggja ítróttarhøll í oynni,
noyðast at endurskoða hesa
verktætlan.
Gerhard
Lognberg,
bygdaráðsformaður í Skop
un og tingmaður fyri Sand
oynna, er formaður í skúla
sambandinum, sum stendur
fyri byggingini av nýggjari
ítróttarhøll. Hann sigur
seg einki kenna til málið.
Tí kann hann ikki siga,
um hetta fær avleiðingar
fyri
ítróttarhøllina
hjá
kommunum í oynni, men
hann sigur seg kortini
fegnast um tíðindini.
– Hann skal vera meira
enn hjartaliga vælkomin,
sigur Gerhard Lognberg.
Linjohn Christiansen,
borgarstjóri, váttar, at
bygdarráðið í Skálavík hevur
fingið eina umsókn um eitt
øki, sum er 11.000 fermetrar
til víddar. Enn er óvist,
um hetta fær avleiðingar
fyri ítróttarhøllina, sum
kommunurnar í Sandoynni
ætla at byggja
Stórar ætlanir í Skálavík