Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 149 - 7. august 2006 tíðindi Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Norðoya Sparikassi hevur longu selt Hjá Eli í Havn, Hjá Pidda á Toftum og Stat­oilstøðin á Argjum. Virksemið hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin verður vænt­andi selt í vikuni. Tað tók ein viku hjá Norð­oya Sparikassa at selja gamla handilsimperiið hjá Osmundi Justinussen og synunum Gunnari og Tummasi. Handilin hjá Eli við Landavegin, Statoil­ støðin á Argjum og Hjá Pidda á Toftum eru seld, meðan bakaríið og handilin hjá Gunnleivi væntandi verða seld í vikuni. Sostatt eru allir fýra handlarnir í P/F Vørði, sum Norðoya Sparikassi keypti 1. august, longu seldir. Eftir stendur bygningurin hjá Gunnleivi við Hoy­víks­ vegin. – Tað er eingin loyna, at tað einans hevur ver­ ið bygningurin við Hoy­ víks­vegin, sum vit vóru áhug­að í, tá vit keyptu P/F Vørður. Vit eru tískil fegin um, at handlarnir nú eru seldir, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Ymiskir keyparar Nýggju eigararnir eru allir virknir handilsmenn. Handilin hjá Eli er seldur til Jaspur Johannesen, ið frammanundan eigur mat­ vøruhandlarnar Inn ávika­ vist við Norðskála og í Klaksvík. – Vit eru sera fegin um keypið. Handilin hjá Eli passar væl inn í okk­ ara handilskonsept og ætl­ anirnar um at víðka um okkara virksemi, sigur Jaspur Johannesen. Handilin hjá Pidda á Toft­um hevur handils­mað­ urin Kristian Suni Jen­sen – vanliga nevndur Bassi – keypt. Hann eigur eisini handilin hjá Harald­sen í Fugla­firði, Kiosk Vár í Runa­ vík og í Klaksvík umframt gamla snikkaravirkið á Kambsdali. Petur Eirik Djurhuus og Hans Jørgen Djurhuus hava keypt Statoilstøðina á Argjum. Feðgarnir eiga frammanundan mat­vøru­ handlarnar PE í Havn og PW í Gøtu. Enn er óvist, hvør keypir virksemið hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin. Við í fíggingini Stjórin í Norðoya Sparikassa dylur ikki fyri, at áhugin fyri handlunum hevur verið stórur. Har vóru fleiri um boðið, sigur hann, men sparikassin legði alla tíðina dent á, at keyparin skuldi hava royndir á økinum. Ein freistandi tanki er at selja til hægstbjóðandi, men sum skilst stendur Norðoya Sparikassi fyri einum parti av fíggingini, og sostatt vórðu arbeiðsroyndirnar hjá keyparanum vigaðar høgt. Hetta sær fornuftigt út. Vit hava selt til fólk, ið vita, hvat tað snýr seg um, og sum hava ætlanir um at víðka um virksemið og gerast betur, sigur Eyðfinn Reyðberg. Nú er bert bygningurin hjá Gunnleivi eftir. Við síðuna av liggur handilsmiðstøðin Miðlon, sum Norðoya Sparikassi eigur í. Ætlanin er at samansjóða báðar bygningarnar, soleiðis at bygningurin verður ein partur av miðstøðini. Sum er, hýsir hann einum bakaríi, nakrar útleigaðar skrivstovur og Rás 2. Men tey verða ikki blakað út enn. Sum er, kann virksemið í bygninginum halda fram. Helst ganga nøkur ár, áðrenn tað verður áhugavert at nýta hann í sambandi við Miðlon, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa. Norðoya Sparikassi gjørdi skjótt av