mánadagur 7. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2006
tíðindi
Menningar
hjálpin á
skránna
Í døgunum 8. – 10.
september 2006
verður stór útimissi
ónsstevna í Nesvík
Stevna
tíðindaskriv
Fríggjakvøldið 8. sep
tember fer løgmaður
at seta stevnuna og
grundin er m.a., at hann
hevur
uttanríkismál
sum málsøki og harvið
eisini menningarhjálp.
Landsstýrið hevur hækk
að stuðulin til menn
ingarhjálp uppí 6 milli
ónir árliga og verður
hann bæði brúktur til
mennandi verkætlanir og
vanlukkuhjálp.
Heimamissiónin hevur
nú í nøkur ár arbeitt við
menningarhjálp millum
gøtubørn í Kiev, Ukraina.
Tað eru hjúnini Jórun og
Nurlan Malaikev, sum
standa fyri arbeiðinum
har. Í løtuni hava tey eini
6 hjálparfólk afturat sær,
sum koma frá ymiskum
londum,
umframt
Ukraina.
Í arbeiðinum millum
foreldraleys børn og
gøtubørn, er arbeiðið
hjá
Heimamissiónini
eitt sokallað NGO (Non
Govornment Organisa
tion) arbeiði. Tað merkir
millum annað, at tað
er eitt humanitert og
ópolitiskt arbeiði, sum
verður gjørt fyri at hjálpa
gøtubørnunum.
Tað nýggjasta tiltakið
er, at Heimamissiónin
hevur
stovnað
eina
faddurskipan, sum vit
nevna ”Vónarbørn.” Við
faddurskipanini hevur
tú møguleika at hjálpa
nøkrum av hesum for
eldraleysu børnunum.
Um tú ynskir at hjálpa
ella fáa meira at vita,
kanst tú fara inn á www.
vonarborn.mission.fo
Hóast ferðaætlanin
til Lerwick nú verður
munandi skerd, so
hevur hetlendski
Menningargrunnurin
framvegis álit á
Smyril Line. Men tað
eru tað ikki øll, sum
hava
Norrøna
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki bara væl mót
tikið í Hetlandi, at lokali
menningargrunnurin
tók
avgerð um at seta 8 mió kr.
afturat í Smyril-Line. Hetta
sum liður í avtaluni, sum
varð gjørd millum partaeig
ararnar, eftir at Hetlendski
menningargrunnurin hevði
stevnt Smyril-Line fyri brot
á partaeigaraavtalu.
Orsøkin til hetta var, at
hetlendski grunnurin, sum
er ein av heilt stóru íleggj
arunum í Norrønu, sam
stundis hevur góðtikið, at
Norrøna í framtíðini fer at
sigla munandi minni upp á
Lerwick, enn tey hava gjørt.
Og umframt at spýta meira
partapening
í
føroyska
reiðaríið, hevur grunnurin
eisini játtað at hjálpa til í
marknaðarføringini í og av
Hetlandi.
- Einasti mátin, sum vit
kunnu halda Smyril Line
flótandi og áhaldandi fáa
Norrøunu á vitjan, er at
seta meira pening í. Hinir
partaeigararnir seta eisini
meira pening í, og skulu vit
ikki missa okkara ávirkan
fullkomuliga, mugu vit
fylgja við.
- Nú hava vit so sett £
700.000 afturat í felagið.
Eg veit væl, at tað er við
eini skerdari ferðaætlan,
men gjørdu vit ikki hetta, so
steðgaði Norrøna at koma
higar, sigur Josie Simpson,
sum er nevndarformaður í
grunninum.
Shetland News skriv
ar annars, at Menningar
grunnurin hevur møguleika
at nýta íalt £ 4.700.000
til Smyril Line. Hetta er
peningur, sum varð játtaður
til ætlaða keypið av Fjord-
Line, men sum grunnurin
enn ikki hevur brúkt. Og
hóast nakrir nevndarlimir
eru ímóti hesi heimildini,
so tykist tað vera upp til
nevndina sjálva at gera av,
hvørt hon verður nýtt ella
ikki.
Føroya Banki skipar
týskvøldið 15.
august kl. 19.30 fyri
eftirlønarfundi í
Skálanum í Klaksvík.
Fundurin er ætlaður
fólki í fiskivinnuni,
og til ber at boða frá
luttøku áðrenn 11.
august
Eftirløn
tíðindaskriv
Í seinastuni hava eftirlønar
viðurskifti føroyinga verið
nógv umrødd, og ført hevur
millum annað verið fram,
at føroyingar eru eftirbátur
á hesum øki.
Føroya Banki bjóðar
fram eina røð av tænastum
í sambandi við pensjóns
uppsparing, og í sambandi
við Føroya Sjómannadag
verður ljós varpað av pen
sjóns- og eftirlønarviður
skiftini hjá starvsfólkum í
fiskivinnuni bæði á sjógvi
og landi.
Á fundinum 15. august
kl. 19.30 í Skálanum fara
fleiri serkøn fólk at greiða
frá. Hans Peter Clementsen,
deildarleiðari hjá Føroya
Banka í Klaksvík, leggur
fyri við at bjóða vælkomin.
Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag, fer
síðan at greiða frá pensjóns-
og eftirlønarviðurskiftunum
hjá føroyskum sjómonnum.
Joan Stampe og Tummas
Pauli Mýri, íløguráðgevar í
Føroya Banka, fara at greiða
frá møguleikum at spara
upp pensjónir og eftirlønir,
og fundurin endar við, at
Anna Maria Ragnarsson,
pensjóns- og íløguráðgevi í
Føroya Banka, takkar fyri.
Í Smyril Line eru boðini, at tey missa á leið 100.000 kr., hvørja ferð Norrøna er við bryggju í Lerwick
Ósemja um Smyril-Line
Eftirlønir á sjómannadegnum