mánadagur 7. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 149 - 7. august 2006
tíðindi
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
ÚTLOND
Stutt sagt
Fiskasløg hvørva úr
Norðsjónum
Kanningar, sum norska
havrannsóknarskipið
”Johan Hiorth” hevur
gjørt, vísa, at fiskasløg
sum toskur, hýsa og sild
eru um at hvørva úr Norð
sjónum, tí føðin hjá hesum
fiskasløgunum
svíkir,
sigur norska útvarpið
NRK.
Í Norðsjónum liva toskur
og onnur fiskasløg fyri tað
mesta av tobis, men hesin
stovnurin er minkaður
burtur í einki tey seinastu
árini. Fiskifrøðingarnir
høvdu vónað at finna ein
góðan árgang av tobis
nú, men uttan úrslit.
Tvørturímóti vísir tað
seg, at tobisstovnurin er
minkaður heili 90 prosent
í Norðsjónum, sigur fiski
frøðingurin Tore Johannes
sen við NRK. Hann sigur,
at gongdin hjá tobis
stovninum er ein týðilig
ábending um, at øll tey
vanligu fiskasløgini í
Norðsjónum hava ilt við
at endurnýggja seg.
Tore
Johannesen
ivast ikki í, at tann
stóra afturgongdin hjá
tobisstovninum
kemst
av umfatandi dálking í
Norðsjónum. Tað ávirkar
ikki bara fiskastovnarnar,
men eisini sjófuglin, sum
er minkaður nógv tey
seinastu árini.
Roykjarar skiljast frá
ES-nevndin hevur samtykt
eina kunngerð, sum gevur
arbeiðsgevarum loyvi at
vraka
starvsumsóknir
frá fólki við teirri grund
geving, at tey roykja. Tað
ber í sær, at í framtíðini
kunnu fyritøkur søkja eftir
fólki, sum ikki roykja,
samstundis sum tær kunnu
gera vart við, at umsóknir
frá roykjarum verða ikki
viðgjørdar, skrivar Ber
lingske Tidende.
Upprunaliga varð kunn
gerðin gjørd tíðliga í
summar, men ein bretskur
limur
í
ES-tinginum
mótmælti, tí hann vildi
ikki góðtaka eina lýsing
hjá einum írskum arbeiðs
gevara, sum søkti eftir
”roykfríum” medarbeið
arum. Men tað hevði
arbeiðsgevarin loyvi til,
sigur Vladimir Spidla,
sum er ES-kommiserur í
arbeiðsmarknaðarmálum.
Hann vísir í svari sínum
á, at ES-reglurnar eru
greiðar, tá tað snýr seg um
at gera mun á fólki, men
at hesar reglur umfata ikki
royking.
Írski
arbeiðsgevarin,
sum søkti eftir ”roykfríum”
medarbeiðarum, sigur við
bretska blaðið Financial
Times, at roykjarar hava
fingið so nógvar ávaringar
um, hvussu vandamikið
tað er at roykja, at hava
tey ikki skil fyri at leggja
av, eru tey heldur ikki
egnað til at arbeiðs hjá
fyritøkuni.
Amerikanski uttanríkis
ráðharrin, Condoleezza
Rice, heldur ikki, at ófrið
urin í Irak fer at enda
við borgarakríggi millum
shiamuslimar og sunni
muslimar.
Í síðstu viku søgdu
tveir av teimum ovastu
amerikonsku
general
unum, at tað er stórur
vandi fyri borgarakríggi
í Irak, og tað sama
søgdu tveir amerikanskir
senatorar aftan á eina
mótmælisgongu í Bagdad,
har
fólk
mótmæltu
útlendska hervaldinum og
brendu amerikanska flagg
ið.
Condoleezza
Rice
viðgekk í gjár, at henni
hóvaði ikki tað, sum hendi
undir mótmælisgonguni,
men hon helt fast um, at
eftir hennara tykki er eingin
vandi fyri borgarakríggi
í Irak. Hon helt heldur
ikki, at Iran er ført fyri
at elva til borgarakríggj
í grannalandinum, og at
stjórnin í Bagdad er før fyri
at forða fyri borgarakríggi
millum shiamuslimar og
sunnimuslimar.
Ísraelsk flogfør hevndu í
morgun Hizbollah-álopið á
Haifa í gjárkvøldið.
Ísraelsku flogførini bumb
aðu fleiri mál í tveimum
bygdum har suðuri í Libanon.
Libansku myndugleikarnir
søgdu, at í aðrari bygdini
doyðu minst sjey fólk, og
fýra vórðu særd. Í hinari
bygdini kostaðu ísraelsku
loftálopini fýra mannalív.
Álopið var helst hevnd
fyri
rakettálopið
hjá
Hizbollah á ísraelska býin
Haifa í gjárkvøldið, har
15 fólk lótu lív. Ísraelska
herleiðslan
segði
stutt
eftir álopið á Haifa, at
rakettirnar hjá Hizbollah
komu úr sivilum økjum
í Suðurlibanon, og at tað
tí ikki slepst undan, at
sivilfólk doyggja í teimum
ísraelsku álopunum.
Sambært fronsku tíðinda
stovuni AFP vóru harðir
bardagar millum ísraelskar
hermenn og Hizbollah í
morgun. Arabiska sjón
varpið Al Arabyia segði
fyrrapartin, at minst fýra
ísraelskir hermenn vóru
deyðir í bardøgunum í
morgun, men tíðindini eru
ikki váttað.
Meðan bardagarnir halda
fram, verður roynt at loysa
kreppuna á diplomatiskan
hátt. Uttanríkisráðharrarnir
í fleiri arabiskum londum
eru komnir til Beirut
at viðgera støðuna og at
tingast um, hvat kann
gerast. Hinvegin eydnaðist
tað ikki trygdarráðnum
hjá ST at semjast um yvir
lýsingina, sum USA og
Frakland høvdu orðað. Høv
uðsorsøkin var, at Libanon
alment
kunngjørdi,
at
landið kundi ikki góðtaka
innihaldið í teirri ætlaðu
yvirlýsingini.
Sýrialand kann
leggja uppí
Fyri fyrstu ferð síðani
sýrisku
afturtøkuna
úr
Libanon í fjør var sýriski
uttanríkisráðharrin, Walid
al-Moallem, í gjár í Liba
non. Ørindini vóru at tosa
við umboð fyri libansku
stjórnina og tjóðartingið um
støðuna, og á tíðindafundi
aftaná gjørdi al-Moallem
greitt, at Sýrialand fer
ikki at sita hendur í favn,
halda ísraelsmenn fram við
álopunum á mál í Libanon.
- Vit eru til reiðar, skuldi
tað hent, at kreppan versnar,
segði uttanríkisráðharrin
við tíðindafólkini.
Hann legði afturat, at
Sýrialand kann ikki góðtaka
ta ætlaðu yvirlýsingina hjá
ST-trygdarráðnum, tí hon
gongur Ísrael á møti í alt
ov stóran mun, og tí hon
sambært sýrisku stjórnini
gevur Ísrael høvi til at
halda fram við álopunum á
Libanon.
Hizbollah fær dygga
undirtøku í Sýrialandi, og
eygleiðarar hava leingi sagt
seg stúra fyri, at tey ísraelsku
álopini
í
Suðurlibanon
kunnu draga Sýrialand upp
í bardagarnar.
Myndugleikarnir í Filips
oyggjunum ætla at flyta
fleiri túsund fólk burtur frá
einum gosfjalli.
Einki gosfjall í Filips
oyggjunum er so virkið sum
Mayon, sum er miðskeiðis í
landinum.
Nú hóttir fjallið aftur
við at gera vart við seg,
og jarðfrøðistovnurin í
Manila sigur, at talan
kann gerast um eitt gos av
teimum stóru. Tað hevur
fingið
myndugleikarnar
at seta í verk eina tilbúgv
ingarskipan, sum millum
annað ber í sær, at tey,
sum búgva minni enn átta
kilometrar frá fjallinum,
skulu flytast burtur haðani.
Sambært Reuters snýr tað
seg um eini 60.000 fólk.
Tey seinastu 400 árini
hevur Mayon goyst 50
ferðir. Tað ringasta gosið
var í 1814, tá meiri enn
1.200 fólk doyðu.
Eyga fyri eyga...
Vænta stórt gos
Stúrir ikki fyri borgarakríggi
15 fólk doyðu, tá fleiri Hizbollah-rakettir raktu Haifa í gjárkvøldið. Her verður ein særdur maður fluttur á sjúkrahús
Mynd: Reuters