mánadagur 7. august 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 7. august 2006
tíðindi
Í gjár var pisudagur
fyri fólk, sum eru
komin inn til hægri
lestur uttanlanda.
– Tað vóru ikki
so nógv fólk møtt
upp, sum tað hava
verið onkuntíð
fyrr, men vit høvdu
nøkur góð upplegg.
Aftaná høvdu vit
bólkaarbeiði, og
eg haldi, at tað var
sera gott fyri tey
uppmøttu at møta
øðrum, sum fara at
lesa, sigur Holger
Arnbjerg frá ASK
PISUDAGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
ASK (Altjóða Skrivstovan)
og
MFS
(Meginfelag
Føroyska Studenta) skipaðu
í gjár fyri einum pisudegi
fyri fólk, sum hava fingið
játtandi svar um hægri lestur
uttanlanda. Umleið 20-30
fólk vóru møtt til tiltakið, og
tað er minni enn tað hevur
verið onkuntíð fyrr. Holger
Arnbjerg, dagligur leiðari á
ASK, er tó væl nøgdur við
tiltakið:
– Tað byrjaði við upp
leggum frá MFS, Spari
kassanum og øðrum. Eg
haldi, at skráin var góð
og eitt sindur øðrvísi.
Spaikassin gav eina metan
um, hvussu tú best kanst
skipa teg fíggjarliga, tá ið
tú fert at lesa, sigur Holger
Luttakararnir savnaðust í
bólkum alt eftir, hvar tey
fóru at lesa. Tey tosaðu
saman í ein tíma.
– Tað er gott at hitta fólk,
sum fara at lesa á sama stað
sum tú. Tað hjálpir kanska
til at gera lestrarbyrjanina
lættari.
– Vit fingu svarað nøkr
um spurningum, sum luttak
ararnir sótu inni við, t.d.
um flyting, skatt, arbeiði
eftir útbúgving og annað,
sigur Holger.
Vil fegin ráðgeva
Holger Arnbjerg starvast
hjá ASK, og hann vil fegin
ráðgeva føroyingum um
útbúgving uttanlanda.
-
Eg
ráðgevi
um
útbúgvingar
uttanlanda.
Vit royna eisini at kunna
um lestrarmøguleikar uttan
fyri Danmark. Tað ber til at
ringja til mín ella e-meyla.
Ella kanst tú fara inn á
heimasíðuna www.ask.fo.
– Tað eru summi, sum
ivast í, hvat land er best
at fara til fakliga ella
fíggjarliga. Fólk kunnu
venda sær til mín, og eg
skal fegin ráðgeva, sigur
Holger.
Tað er vorðið meira
vanligt, at fólk fara longur
enn til Danmarkar at lesa.
Stórabretland er vorðið
vælumtókt,
og
samært
Holger er tað einans ein
styrki fyri Føroyar.
– Tað er gott, um vit
fáa eitt fjølbroytni í sam
felagnum. Fólk fáa ymiskar
framferðarháttir til trupul
leikar alt eftir, hvar tey hava
lisið, og tað er bara gott.
Í september byrjar tiltakið
»Markleys
útbúgving«,
sum ASK skipar fyri. Tað
er kunning um lestrar
møguleikar í fleiri londum.
– Vit arbeiða miðvíst við
at fáa føroyingar út at lesa,
og vit vilja fegin hava fólk
til meira forkunnug lond enn
Danmark. Stuðulsstovnurin
hevur eina stuðulsskipan,
sum
skal
neutralisera
munin
á
kostnaðinum
millum londini. Um tað t.d.
er dýrari at lesa í Onglandi
enn í Danmark, so fært tú
meira stuðul. Soleiðis skal
tað ikki vera fíggjarligir
trupulleikar, sum forða
fólkum í at fara longur út at
lesa, sigur Holger Arnbjerg
at enda.
Fríggjadagin kom Ísraels
toymið hjá Heimamissiónini
heim aftur í øllum góðum.
Tey fingu ein rættiligan
hvøkk, tá ið kríggj brast á
dagin eftir, at tey vóru komin
til Ísrael.
Føroyingarnir vóru nakrar
ferðir niðri í bumbuskýli,
men tað var ikki ordiliga
vandi á ferð.
Føroyingarnir hildu til á
Karmel-fjallinum, sum er
tætt við Haifa. Økið við
Karmel-fjallið hevur ikki
verið útsett fyri nakað
álop. Lítil ivi er um, at
foreldrini eru glað um
at hava fingið tey heim
aftur.
Hóast vandan hevur
toymið havt legur fyri
børnunum í Ísrael eins og
upprunaliga ætlanin var,
so ferðin var ikki spilt av
álopunum.
- HeiniK
Lestrarkunning í Miðlahúsinum
Um 20-30 fólk vóru savnaði til lestrarkunning í Miðlahúsinum í gjár
Mynd: Niels Uni Dam
Lestrar
skuldin
veksur
Danir,
sum
taka
útbúgving á lærdum
háskúlum, hava nógv
størri lestrarskuld at
dragast við nú enn
fyrr.
Eftir fimm árum er
talið á akademikarum,
sum hava størri lestr
arskuld enn 100.000
krónur, vaksið heili 55
prosent.
Jakob Lange hjá
SU-ráðnum sigur, at
støðan er vorðin sum í
áttatiárunum, uttan at
nakar hevur givið sær
far um tað. Tá noydd
ist staturin at strika
nógva lestrarskuld, og
soleiðis verður helst
eisini nú.
Tað eru eisini tey,
sum hava heilt stóra
lestrarskuld at dragast
við. Fyri fimm árum
síðani vóru tað 200,
sum skyldaðu meiri
enn 250.000 krónur.
Í dag eru tey umleið
700 í tali.
-fartekst
Oljan
dýrkar
Prísurin á amerik
anskari ráolju kvink
aði aftur upp eftir
mánamorgunin. Hetta
hendir eftir at BP hevur
givið boð um, at tey
fyribils steingja størsta
amerikanska oljufeltið,
tí ein rørleiðing í hesum
hevur fingið skaða.
Oljufelatið í Proudhoe
Bay í Alaska stendur
fyri á leið 8% av
samlaðu amerikonsku
oljuframleiðsluni, og
tí er hetta ein dyggur
smeitur fyri longu hart
kroysta marknaðin.
Prísurin á oljuni er
nú 76 dollarar fyri
tunnuna. Metið er 78
dollarar fyri tunnuna,
sigur Reuters í dag.
-mørk
Ísraelstoymið
kom aftur í
øllum góðum
David Phelps framførdi
sína
seinkaðu
konsert
seinnapartin
í
gjár.
Tað
vóru
nógv
fólk
komin
til
konsertina,
og Phelps hevði gott sam
band við føroyingarnar.
Eftir
konsertina
tók
Phelps sær tíð til at skriva
autografar til fjeppararnar
í teltinum. Tað var stúgv
andi fult av fólki, sum
fegin vildu sleppa at heilsa
uppá fryntliga mannin við
tí flottu røddini.
Eftir nakrar minuttir kom
samskiparin yvir til David
og segði honum, at teir
máttu fara. Tað var eyðsýnt,
at Phelps hevði fegin viljað
nýtt meira tíð til sínar
fjepparar, men hann mátti
fara beinleiðis til flogvøllin,
tí at hann skuldi flúgva
longu klokkan 18.45.
Ætlanin var, at David
skuldi fáa tíð til at fiska í
Føroyum, men orsakað av,
at flogfarið ikki lendi til
tíðina, varð tað av ongum.
- HeiniK
David Phelps
fór beinleiðis
til flogfarið