Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 149 - 7. august 2006 Tað eru nýggjar tíðir. Í staðin fyri at leggja summarætlanir, sum hava hoygging, fuglaveiðu og stevnur og serliga Ólavsøku sum karm, snýr tað seg nú um frítíð, ferðing og festivalar. Um tað eisini tey næstu árini fara at vera so nógvir festivalar, sum tað hava verið í summar, ella um teir fara at vera fleiri ella øðrvísi festivalar, fer bara framtíðin at vísa. Hvør í sínum lagi hava fyrireikararnir roynt at leggja til rættis. So hevur tað verið upp til tey, sum skulu rinda, at gera av, hvussu fíggjarliga grundarlagið er at halda fram. Her verður hugsað um sponsorar og fyrst og fremst áhoyrararnar. Men tað er eingin ivi um, at festivalar eisini í framtíðini fara at verða partur av føroyska sumrinum. Festivalarnir eru avbjóðing hjá summarstevnunum. Norð­ oyastevnan man kenna seg í tronga, og eftir Ólavsøku í ár varð sagt, at sammett við undanfarnu árini hevði talan verið um afturgongd í luttakaratali og harvið eisini í umsetningi. Spurningurin er so, hvussu stevnurnar fara at arta sær, nú tær eru í kapping. Tá ið tær sóu dagsins ljós, var tað ikki so nógvur ítróttur, sum tað er nú á døgum. Broytta fyritreytin kann bera við sær, at summarstevnurnar fara at verða broyttar. Kanska Norðoyastevnan fer at verða kappróðrarstevna, meðan mentanarligu tiltøkini fara at verða flutt til í august, tá ið tey í Klaksvík hava kommunu føðingardag, festival og sjómannadag. Stór avbjóðing stendur fyri framman hjá ólavsøkuni, sum fær fleiri av stóru tiltøkunum upp í hondina – kappróðrar finaluna, skrúðgonguna og kórsangin og steypafinaluna. Hóast Ólavsøkan skal líkjast sær sjálvari, so kennist tað sum um, at tað er neyðugt við nýhugsan. Í vikuskiftinum var talan um plettskot í Klaksvík, hóast onkur skeina var at síggja. Øll ættarliðini áttu tilboð í skránni, og tað hilnaðist væl. Veðrið skikkaði sær ikki, sum tað verður vónað, at tað skal gera fyrsta vikuskiftið í august, men tað gekk kortini. Fyrireikararnir eiga rós uppiborið fyri, at teir løgdu nógv fyri í royndini at fáa stóru nøvnini at koma henda vegin. Ivaleyst fer spurningurin nú at verða viðgjørdur, um tað kann gerast meiri við plan B og møguleikan fyri innandura tiltøkum, tá ið tað kanska fer at vita heilt illa við. So leingi, sum tað bara er ein flogvøllur í Føroyum, fer tað ikki at bera til at krússa mjørkan av. Ikki uttan luttakararnir koma henda vegin fleiri dagar undan ásetta degnum – kanska sjóvegis! Nú bíða vit eftir næsta stóra tiltakinum í Klaksvík. Tað verður sjómannadagurin annan leygardag. Fyribils verður takkað fyri stórfingna familju festivalin. Sosialurin Plettskot fyri alla familjuna Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 viðmerkingar Í vikuni eftir ólavsøku valdi Sosialurin at nýta ein av sínum leiðarum, fult og heilt, upp á mín persón. Og tað var sjálvsagt ikki við tí góða fyri eyga. Teir góvu ilt av sær, tí eg, enn einaferð, hevði lagt teir undir at vera tendensiøsir. Nú veit eg, at teir á Sosialinum, nógv meira enn aðrir og fyri alt í verðini, vilja hava predikatið “objektivir” fest á bringuna. Trupulleiki teirra er bert, at eigararnir, allir sum ein, ikki bara eru fongdir við sosialdemokratisku basill­uni, teir hava allir hervi­ligu javnaðarsóttina í út­broti. Hesi sótt bítur eingin heiligvágur á, og eitt av eyðkennunum er ovur­ viðkvæmi í mun til flestu tjóðveldisfólk. Og eru vit nøkur tjóðveldisfólk, sum merkja hetta soleiðis, at greinar vit senda blaðnum, mest sum hvørja ferð verða súltaðar til tað óaktuella, onkrar koma enntá ikki í blaðið yvirhøvur. Tað varð hetta eg sipaði til í ein­ari stuttari viðmerking á tingi undir viðgerðini av løg­mans­ røðuni. Og tí áður nevndi leiðari í Sosialin­um. Hví grenja Nú kann ein siga, at eg og onnur tjóðveldisfólk eru grenjut, at vit eru kedd og troytt av at vera á andstøðu, at vit eru frustrerað og annað, sum verri er. Og tað er uttan iva nógv rætt í tí. Best var sjálvandi, at ein lat vera við at grenja yvirhøvur, at ein bara fann seg í øllum. Men tað havi eg valt ikki at gera, m.a. tí eg haldi tað vera rættiligt inntriv í skrivifrælsið, tá landsins størsta tíðindablað er rættiliga tendensiøst. Hetta hóast eg fullvæl kenni avleiðingina av, at ein ger seg til óvin við teir, sum ráða fyri. Í hesum føri við teir, sum avgera um tú verður endurgivin ella ei. Haldi ikki, vit eiga at tiga slíkt burtur. Ein fær sjálvandi meira burtur úr persónliga, um ein velur at tiga og smílast Eg lúgvi ikki Varð í leiðaranum í Sosial­ inum lagdur undir at lúgva um, hvussu Sosialurin ar­beiðir og hevur arbeitt. Yvirskriftin á leiðaranum er: Sig eina lygn nóg ofta... Og sipa teir til, at eg nú so ofta havi endurtikið, at teir á Sosialinum útihýsa ella súlta í mun til politiskan lit, at hetta nú kann fara at verða sannleiki millum manna. Ikki rokni eg við, at annar hvør føroyingur missir álitið á blaðnum, ber eg sigi ella skrivi eitthvørt. Álitið á Sosialinum stendur ella fellur eina og aleina av teirra egna avriki. Skal ikki fara í smálutir um hvussu illa eg eri viðfarin av Sosial­ inum, skal bara siga so mikið, at inntil ein bleiv tingmaður var als einki at finnast at. Heldur hinvegin. Í langa tíð sendi eg bert greinar til Sosialin. Men aftan á 1998 fekk pípan eitt annað ljóð. Fyrstu ferð eg legði til merkis, at blaðið nýtti skiljirist var, tá ein blaðmaður ringdi fleiri ferð­ ir til mín um at fáa eina 1. mai røðu senda. Hetta tí røðan var so deiliga sosial­ istisk. Seinni segði sami blaðmaður, at leiðslan sýtti fyri at seta røðuna í blaðið. Grundgevingin var tann, at Sosialurin ikki setti røður í. Hvussu nógvar røður hava ikki staðið í Sosialinum síðan 1998, og ikki bara tær hjá ávísum tjóðveldismanni. Men hetta við røðuni var bara ein fráboðan um tað, sum skuldi koma. Óaktuellar politiskar greinar Blaðgreinar eru týdningar­ mikil partur av virkseminum hjá einum politikara. Tí er tað eisini av týdningi, at greinarnar eru so aktuellar, sum til ber. Tað er við politiskum greinum, sum við datomerktu matvørunum á handilshillunum. Er farið um dagin, sum stendur á pakkanum, so er kundin ikki áhugaður. Lesarin tím­ir heldur ikki at lesa óaktuellar greinar. Og teir á Sosialinum kunnu siga, Ignorera veruleikan nóg ofta... Landsstýrið við løgmanni á odda hevur júst avtalað við donsku stjórnina, at flog­ vøllurin vesturi í Vágunum skal byggjast út fyri nakrar hundrað milliónir. Avtalað er um sama mundið, at út­byggingin skal fíggjast úr Ílegggingargrunninum fyri Føroyar (gekk fyrr und­ir navninum 60-milli­ óna­grunnurin), ið er grunn­ur stovnsettur fyrst í 60’árunum, frá byrjan ætl­aður sum eitt íkast í út­bygg­ingingina av fyrst og fremst samferðslukervinum í Føroyum. Tá høvdu føroy­ ingar longu sjálvir fullu ábyrgdina av at byggja vegir og havnir her á landi. Íleggingargrunnurin varð á ongan hátt ætlaður til at fíggja tann partin av útbyggingini av Føroyum, sum danir framman undan høvdu skyldu til at fíggja. Tí er tað blóðskeivt, tá løg­mað­ ur sigur tað vera fult og heilt í tráð við andan og ætlanini við Íleggingargrunninum, at útbyggingin av flog­vøll­ inum vesturi í Vágun­um verður fíggjað úr Ílegg­ ingargrunninum. Flog­vøll­ urin er donsk ogn, og hava teir tí sjálvsagda skyldu at viðlíkahalda- og dag­føra flogvøllin við peng­um úr danska statskass­anum. Danir hava síðan eina ferð í 70’árunum kate­gor­iskt sýtt fyri at halda sínar við­ líka­halds- og útbygg­ingar­ skyldur mótvegis Føroyum, dømini eru óteljandi, og er hetta eisini galdandi fyri flogvøllin vesturi í Vág­ unum. Nú stendur Føroya løg­ maður so og roynir at billa føroyingum inn, hvussu stórsinnaðir danir eru, tí teir vilja útbyggja teirra egna flogvøll fyri pening, sum er ætlaður til annað endamál. Haldi talan heldur er um, at danir fremja beinleiðis rán, tá teir meira enn hálvtøma Íleggingargrunnin til at gjalda egnar rokningar fyri. Hvar er stoltleiki tín Jóannes Eidesgaard? Íleggingargrunnurin ikki til útbygging av donskum ognum tjóðveldismaður Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Finnur Helmsdal, Framhald á næstu síðu