Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 149 - 7. august 2006 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at Kathrina á Neystabø ættað úr Haldarsvík andaðist í heiminum leygardagin 5. august, 78 ára gomul. Kistan fer úr Kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju mikudagin klokkan 13.00. Familjunnar vegna Napoleon Tey sum vilja minnast Kathrinu verða biðin at geva eina gávu til Giktafelag Føroya, ið hevur konto í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum mongu, sum sýndu samkenslu, tá okkara elskaði sonur, beiggi og svágur Ásmund Bærendsen Trongisvágur brádliga doyði, og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum komu í heim okkara, og sum ringdu við góðum og troystarríkum orðum. Tað fløgar í hesu sváru tíð. Eisini tøkk fyri stóra luttøku, og góð orð um Ásmund í kapellinum á Landssjúkrahúsinum, í Salem og á grøvini. Somuleiðis tøkk til tykkum, sum hjálptu til í Salem, og lótu til ervið eftir Ásmund. Eisini ein tøkk til organist, sangarar, berarar og onnur, sum á annan hátt hjálptu. Seinast, men ikki minst, ein tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum mongu, sum mintust Ásmund við gávu til Zarepta. Mamma, pápi og systkin við familju Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Solveig Kjelnæs Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 4. august, 55 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Monrad, Heri og Joan.