Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 7. august 2006 13 Rachel Samuelsen, Tórshavn; fødd Fonsdal, ættað úr Vestmanna, andaðist leygardagin 5. august 94 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinri. Solveig Kjælnes, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið 4. august, 55 ár Bønarhald verður í Lands­sjúkra­húskapell­ inum í kvøld kl.18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.00. Kistan við Kathrinu á Neystabø fer úr Lands­ sjúkra­húskapell­inum í Havnar Kirkju týsdagin 8. august klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju miku­ dagin 9. august klokk­ an 13. Tey, sum vilja minnast Kathrinu, kunnu geva eina gávu til Gigtafelag Før­oya. Konta í peninga­stovn­ unum Siri Davidsen úr Sør­ vági, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum hósdagin 3. august, 27 ára gomul. Jarðarferðin verður úr heiminum, í Gerðinum 23 í Sørvági, í morgin, týsdagin kl. 14.00. Tey, ið vilja minnast Siri, kunnu lata eina pen­ ingagávu; konta í Før­ oya Banka. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tað verður sagt, at lívið kann myndast í teimum fýra árstíðunum, har hvør árstíðin hevur sín egna máta at greiða okkum frá lívinum. Várið, sum barnaárini, summarið, sum ungdóms­ árini, heystið, sum tilkomin og veturin, sum gamal. Í myndataluni um árs­tíð­ irnar, sum her er talan um, so liva vit árstíðirnar, sum bæði kunnu vera langar og ljósar, eins og stuttar og myrkar ella ein blanding av hesum. Tá lívið skal myndast í árstíðum hava vit øll tað vón, at vit uppliva allar fýra árs­tíðirnar, har ein sum gam­ al er mettaður av døgum og í friði og náðum kann leggja frá sær. Vit góðtaka soleiðis at ein gamal skal doyggja, men skilja ikki, at ein ungur kann doyggja, men hetta minnir okkum á, at vit eiga at takka Gudi fyri hvønn dag vit fáa her á jørð. Lívið er eingin sjálvfylga, men ein gáva frá Gudi, sum vit eiga at vera takksom fyri. Henning fekk staðfest ein vøkstur í heilanum, sum seinni vísti seg at vera óleki­ ligur og sum at enda gjørdi av við hann. Krabbameinssjúkan nívdi hart, bæði hjá honum sjálv­ um, hjá mammu og okkum øllum. Í fyrstani var hetta bert nakað, sum skuldi viðgerast og lekjast og so kundi lívið fara víðari. Men so einfalt kom hetta ikki at blíva. Aftaná fleiri viðgerðir og drúgva bíðitíð, kundi bert staðfestast, at eingin leki­ dómur var. At endanum góðtók hann støðuna og varð greiður yvir, hvønn veg tað bar. Ongantíð gramdi hann seg um nakað, men góðtók alt, til sjúkan at enda fór við honum. Okkara góði Henning náddi soleiðis várið, summ­ arið og ein part av heyst­ inum. Henning var føddur 17. januar 1941 í Vági, sonur Hans Joensen (1914-1944) úr Hattarvík og Marin Kristiannu Poulsen (1907- 1999) úr Vági. Tey vóru 4 systkin, Hart­ vig Poulsen (1932), sum Kristianna átti áðrenn hon giftist við Hans, síðani Sigrun (1939-1991), Henn­ ing (1941-2006) og Hansa Kristina (1944). Henning kom í 1973 vest­ ur til Miðvágs og kom hann at blíva verandi. Henning hevði nógvar góðar gávur frá skaparans hond – eitt nú sum timbur­ smiður, sum eisini í størsta mun kom at vera hansara arbeiði í fleiri ár saman við Valdemar á Løgmansbø. Eina tíð var Henning í Grønlandi, sum kokkur við “Jóhannu Kristinu”, sum svágurin Kaj Hjallgrímsson førdi og átti part í. Eisini her vísti Henning síni góðu evni at matgera. Seinnu árini hevur Henn­ ing smíðað hjá Thorfinn Hansen í Miðvági og hava teir havt arbeiði víða um. Tá Miðvágs kirkja skuldi hava nýggja tekju, var hetta eitt arbeiði, sum Henning eisini skuldi taka lut í, men sum hann ongantíð kom til. Mamma kom enn eina­ ferð at uppliva, at ein sum stendur einum næst, verður tikin burtur mitt í sínum lívsverki og í góðum árum – tað er svárt. Plássið í heiminum stendur tómt – longsulin stórur, men minn­ ini eru dýrabar. Góða mamma gott hjá tær at hava vakra urtagarðin at fjálga um í hesi sváru tíð. Henda 1. juli – ein regn­ vátan leygardag fylgdi ein stórur skari honum úr Mið­vágs kirkju til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Meðan regnið oysti niður og regndroparnir blandaðu seg saman við tárunum, ið runnu eftir kjálkunum, ja, tá fingu vit hvør sær, stilt tigandi høvi til at siga eitt síðsta farvæl, meðan vit sungu seinasta sálmin “So tak tá mínar hendur”. Vit syrgja ein av okkara, sum nú er farin, men vit gleðast um, at heima hjá Gudi hava øll tað gott. Hvíl í friði góði Henning og takk fyri alt tú vart fyri okkum. Gott at eiga góð minnir, sum vit í takksemi kunnu liva víðari við. Svágur tín Harry Birtilíð, sáli, yrkti í 1971 3 ørindi við yvirskrivtini Bøn og við heitinum Leið okkum heim og lat tað verða seinastu orðini á leiðini. Til minnis um Henning Olaf Joensen Mín faðir á himni vit fara avstað og leggja á vandafull mið. Fylg okkum Harri frá dag til dag – og í náttartímanum við. Tá ódnin er harðast tú verj okkum tá so ikki vit fella í fátt. Tí skipið er lítið og havið so stórt – tað øsist av stormi so brátt. Ver við okkum Harri í stormi og logn og gev okkum signing í fylgju. Tá túrin vit enda og kósin er sett – so leið okkum heim yvir bylgju. Í Søldarfirði 5. august 2006. Í dag, mánadagin 7. august, hava Fríðgerð og Heini Joensen í Svínoy verið gift í 50 ár. Gullbrúdleypsdagin eru tey stødd í Havnini. Fríðgerð er fødd 9. sep­ tember í 1933. Hon var yngst av teimum sjey børnunum hjá Onnu og Jóannesi bónda í Heimistovu í Svínoy. Heini er føddur 12. juni í 1931. Hann er miðlingur av teimum trimum børnunum, sum Petra og Sámal Joensen áttu. Petra og Sámal búðu fyri tað mesta í Havnini, og Heini vaks upp hjá ommuni í Svínoy. Heini situr við festinum Har Heimi, sum tað verður nevnt í Svínoy. Tá ið Fríðgerð og Heini giftust í 1956, fluttu tey í húsini sum fast­ur henn­ ara, Annika, og Heina Justinussen áttu í Klingru­ garði. Tey bæði vóru longu undir krígnum flutt til Klaks­víkar at búgva. Miðskeiðis í seksti árun­ um keyptu Fríðgerð og Heini hús uppi á Váli, og har hava tey búð síðani. Tey bæði hava í mong ár verið millum álitisfólkini í heimbygdini. Hesa hálvu øldina, tey hava livað sam­ an í hjúnarlagi, er fólkatalið nógv minkað í Svínoy. Tá ið tað nú hevur lagað seg soleiðis, hevur tað komið væl við, at tað hava verið tey, sum so at siga hava hildið tørn og kent ábyrgd. Fríðgerð og Heini eiga tvey børn, og tey búgva bæði í Havn. Heri Joensen (1956) er prestur í vestara prestagjaldi í Suðurstreymi, og Anna Jórun Heinadóttir (1969) er pedagogur. Barna­ børnini eru fimm – tveir dreingir og tríggjar gentur. Fríðgerð hevur mest sum alla sína tíð búð í Svínoy, har hon hevur ansað heiminum, tikið sær av fenaðinum, havt handil, verið heimahjálp og verið álit á so mangan hátt. Eitt nú hevur prestur nógvu tey seinastu árini hildið til hjá Fríðgerð og Heina, tá ið hann hevur vitjað í Svínoy. Heini var í mong ár skips­ maður og útróðrarmaður. Í nógv ár róði hann út við Fuglbergi og Áarbergi, sum svínoyingurin Poul Justinussen, sáli, sum búði í Klaksvík, átti. Eftir at Poul Justinussen hevði selt bátarnar, fór Heini at arbeiða heima í Svínoy. Tað gjørdi hann so leingi, sum orkan var til tað. 50 ára brúdleypsdagin eru Fríðgerð og Heini at hitta heima hjá soninum. Gullbrúdleyp í Svínoy Dagurin í morgin 8. august. Rut. Dagurin vígdur minninum um kvinnuna, sum Rutarbók í Gamla testamentið er skrivað um. Týdningurin av bíb­ilska navninum er ókendur, kanska merkir tað vinkona ella trúgv.