mánadagur 7. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Fyri at útlendsku
nøvnini skuldu sleppa
á pall á Vágsbøi í
sunnunáttina, sendi
Atlantic Airways
flogfar til Kastrup
eftir teimum.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Klokkan
var
farin
av
tvey
sunnunáttina, tá Johnny Deluxe
endiliga
fór
á
pallin
á
Summarfestivalinum. Men enn var
stúgvandi fult av fólki á Vágsbøi.
Men tað var bert við stórari vælvild
frá Atlantic Airways, at gestirnir
á Summarfestivalinum upplivdu hetta
hæddarpunktið á festivalinum.
Vitandi um, at Shu-Bi-Dua, Johnny
Deluxe og David Phelps sótu á
flogvøllinum í Kastrup, meðan útvið
10.000 fólk bíðaðu eftir teimum í
Klaksvík, tók Atlantic Airways eini
óvanlig stig.
Eitt av flogførum felagsins stóð í
Basel, har tað júst hevði fingið
nýggjan motor. Ætlanin var, at
flogfarið skuldi flúgva til beint
Føroyar, tá líkindi vóru. Men
ístaðin varð flogfarið sent til
Danmarkar, eftir tónleikarunum, og
øðrum viðskiftafólki. Magni Arge
stjóri greiður frá:
- Vit gjørdu okkara besta! Við at
taka hetta flogfarið inn, kundu vit
spara 2 tímar. So vit sendu tað
til Danmarkar eftir bólkunum og
fyltu tað so upp við ferðafólki. So
vónaðu vit, at tað fór at sleppa at
seta seg í Vágum, og tað eydnaðist.
Eg haldi bara, at tað er harmiligt,
at Shu-Bi-Dua ikki kom við.
Shu-Bi-Dua valdi ikki at koma við
flogfarinum, tí at sangarin sambært
bólkinum var vorðin sjúkur, beint
áðrenn farast skuldi umborð.
- Tá flogfarið kom í Vágarnar
vóru ikki líkindi at lenda. Hesa
løtuna flugu trý flogfør uppi
yvir, og hóast tað var vorðið
klárt á Sørvágsfirði, lá ein hattur
av mjørka yvir flogvøllinum, og
líkindi vóru tí ikki at lenda.
Flogførini vóru øll trý um at røkka
markið við brennievni, soleiðis at
tey máttu fara avstað aftur -Men
so klárnaði tað knappiliga í.
Løtu seinni stóðu øll trý flogfør
á vøllinum, sigur Magni Arge.
Hann gleðist um, at tey kundu hjálpa
Summarfestivalinum og hinum sum
komu við hendan túrin. Hann vísir
á, at hetta eydnaðist orsaka av
stórari vælvild frá starvsfólkinum
hjá Atlantic Airways, og hann
sigur, at hann kendi veruliga á
starvsfólkinum, at tey vildu hjálpa,
so at hetta skuldi eydnast.
- Roger Hodgson hevði flogið 36
tímar, áðrenn hann lendi í Vágum,
og tá vóru bert fáir tímar til,
hann skuldi avstað aftur, og tí
varð tyrlumanningin kallað til
arbeiðis, og Hodgson varð flogin úr
Vágum til Klaksvíkar.
Magni Arge sigur, at hann er
glaður um, at hetta eydnaðist,
men sigur seg tó vera harman um,
at hann sjálvur ikki fekk verið
á festivalinum, men mátti vera á
flogvøllinum allan dagin.
Magni bjargaði
Summarfestivalinum
Anna› ári› á ra› var
Summarfestivalurin
raktur av vátum og
ke›iligum ve›ri›,
men lagi› var gott á
fólki. Ta› tykist sum
um, vit eru so von
vi› mjørka og regn,
at vit bara gó›taka
stø›una.
Niels Uni Dam,
Dagfinn Olsen og
Heini S. Kristiansen
Ta› skuldi henda onkuntí›! Hesi
or›ini eigur ein ungur ma›ur,
i› vit hittu á festivaløkinum
í Klaksvík leygarkvøldi›. Hetta
var, á›renn ta› gjørdist greitt,
at flogførini vi› Johnny Deluxe,
Dave Phelps og Roger Hodgson vóru
lend.
Vit
mugu
geva
honum
rætt,
føroyska summarve›ri› og tey
svikaligu líkindini at lenda
í
Vágum,
arga›u
Outlandish
og G!Festivalin og nú misti
Summarfestivalurin
ta›
stóra
høvu›snavni› og trekkplástri›,
tí ikki var lendandi í Vágum.
Harafturat sótu fleiri bólkar
á flogvøllinum for›a›ir í at
sleppa ví›ari á konsertfer›um
sínum. Vi›urskiftini at hava
tílík tiltøk í Føroyum eru
trupul, og hev›i ta› ikki veri›
fyri tí sera stóru vælvild, i›
Atlantic Airways s‡ndi, hev›i
ársins Summarfestivalur veruliga
veri› løtan, tá ve›ri› knúlva›i
einum festivali. Hetta eru vi›
urskiftini, i› fyrireikararnir
av tiltøkum í Føroyum virka
undir og, ja, hetta skuldi henda
onkuntí›.
Summarfestivalurin var ein vát
uppliving. Ta› var ikki fyrr enn
sunnudagin, at sólin endiliga
slapp gjøgnum sk‡ggini. Hetta
taldi sera nógv ni›ur fyri
heildarupplivingina. T.d. gjørdi
regni› leygardagin, at stóra
Silvalandi›, i› man vera Føroya
størsta spælipláss, bert var í
eini skerdari útgávu.
Men ta› var merkisvert at síggja,
hvussu væl ásko›ararnir tóku bæ›i
ve›ur og avl‡singar. Ta› tykist,
sum um fólk bara gó›tóku stø›una.
Ein kensla av - um Shu-Bi-Dua
ikki tímir at koma til okkara,
so tíma vit heldur ikki at hava
Shu-Bi-Dua, tykist at valda. Vit
eru stutt sagt vor›in so von vi›
føroyska ve›ri›, at vit gó›taka
bara at fáa karm, tá vit fara á
konsert.
Ta› var eisini merkisvert at
síggja, hvussu teir føroysku
bólkarnir, i› vóru fluttir av
lítla pallinum upp á høvu›spallin,
megna›u
at
lyfta
uppgávuna:
Ey›un og Terji, Anfinn og Co.
og Hanus gjørdust millum bestu
festivalupplivingingar.
Hetta
vísir, at føroysku bólkarnir
megna tílíkar uppgávur. Ta› var
tó heldur ørkymlandi vi› øllum
broytingunum í skránni. T.d.
vóru konsertirnar vi› Hanusi,
Anfinn og Co og Ey›un og Terja
framskunda›ar, me›an konsertin
hjá Kim Hansen var flutt aftur.
Hetta er óheppi› og summi fólk
sluppu ikki á konsertir, i› tey
ætla›u sær á. Her hev›i kanska
veri› betur, um a›rir bólkar
vóru tiknir inn, solei›is at
restin av skránni bleiv hildin.
Ta› er sjálvandi ke›iligt hjá
teimum, sum ætla›u sær at síggja
t.d. Ey›un og Terja kl. 2 um
náttina, at bólkurin var li›ugur
at spæla beint eftir mi›nátt. Men
hetta eru truplar umstø›ur hjá
fyriskiparunum.
Ta› vóru tó fleiri trupulleikar vi›
fyriskipanini, i› fyrireikararnir
mugu taka á sín kappa. Ta› gekk
t.d. alt ov spakuligt at fáa
fólki› inn á øki› fríggjakvøldi›.
Manningin í básunum var alt ov
lítil, og at hava bert eina
maskinu at klípa armbondini á
vi› er burturvi›. Fólk, i› longu
hev›i keypt atgongumerki, stó›u
í bí›irø› úti vi› ein tíma. Hetta
skal kunna gerast betur.
Vaktarfólki› á festivalinum var
eisini av sera ymiskari gó›sku.
Me›an summi gjørdu eitt gott
arbei›i vóru onnur út av lagi
vánalig. T.d. bar ofta til at
sleppa inn vi› taskum fullum
av øli, uttan atgongumerki og
alvápna›ur, um tú hev›i hug til
ta›. Summir av vaktunum tóktust
meira upptiknir av at práta vi›
vinfólk enn av arbei›inum.
Nógv hevur veri› tosa› um ljó›i›
á
Summarfestivalinum.
Størsta
ljó›anleggi› í føroyskari tón
leikasøgu var› sett upp til
endamáli›. Men tó var bert
hendingafer›, at talan var um
veruliga gott ljó›. Hetta øki› er
so risa stórt, at anleggi› skal
vera uppaftur størri. Ta› var
tíanverri ikki bert anleggi›,
i› bila›i. Á fleiri konsertum,
serliga
fríggjakvøldi›,
var
handverki› hjá ljó›manninum als
ikki nóg gott.
Samanumtiki› var festivaluppliv
ingin merkt av ve›rinum, og hóast
lagi› á fólki var rættiliga gott,
so bíleggja vit sól og summar til
næsta Summarfestival.
Føroyska lyndi› vann
á føroyska ve›rinum
Ásko›ararnir á Summarfestivalinum mundu mist fleiri av stóru
upplivingunum. Mynd: Álvur Haraldsen