mánadagur 7. august 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Johnny Deluxe
vóru sera nógv
seinkaðir.
Teir komu ikki
á pallin fyrr
enn klokkan
2.30. Tað
skuldi tó vísa
seg, at tað
var vert at
bíða eftir
teimum. Teir
sp ældu eina
framúrskarandi
konsert, og
áhoyrarnir
vóru á gosi.
Tað var
stúgvandi fult
frammi við
pallin, og
Johnny megnaði
veruliga at
fáa lív í ungu
áhoyrarnar
3
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Dreingjareyv-bólkurin
úr
Danmark kom upp á pallin
við góðari útstráling hóast
teirra
drúgvu
ferð
til
Føroyar. Eftir at ljóð
menninir væl og virðiliga
høvdu innstillað mikrofon
irnar og stemmað instrument
ini, fingu ótolnu áhoyrar
nir endiliga tað, sum teir
høvdu
bíða
eftir
allan
dagin.
“Suverent hottasti bólkurin
í Danmark í løtuni” segði
Sjúrður Skaale, tá ið hann
presenteraði teir, og Johnny
Deluxe livdu upp til føgru
lýsingina.
Við væl svingandi løgum, sup
er sangarum og samanspældum
tónleikarum settu teir lív
í áhoyrarnar. Forsangarin
hevur
karisma,
og
hann
dugir væl at framføra. Tað
eru eginleikar, sum eru
lívsneyðugir hjá modernaðum
tónleikastjørnum.
Kvinnuligi sangarin
skaraði framúr
Forsangarin hevur eina sera
vakra
rødd,
sum
hóskar
væl til teirra dreingjaliga
rokk-stíl.
Tónleikararnir
eru
eisini
sera
góðir.
Tann,
sum
skaraði
mest
framúr, var tó kvinnuligi
sangarin, Gry Trampedach,
sum sang stuðulsrødd til
Johnny. Hon sang eisini
duet saman við Johnny í
kenda sanginum “Øresund”,
og tá kom hennara vakra rødd
veruliga til sín rætt.
Forsangarin dugdi væl at
fáa
áhoyrarnar
at
liva
við í framførsluni. Hann
fekk fjøldina at klappa
til rútmuna. Til okkurt
niðurlagið helt hann mikro
fonini
yvir
Vágsbø,
og
fjøldin
sang
av
heilum
hjarta.
Tá ið hann bað áhoyrarnar
um at kasta pløgg av sær,
fór
okkurt
turruklæði
sendandi upp á pallin. Hann
lovaði, at um áhoyrarnir
fóru
úr
onkrum
plaggi,
skuldi hann lata seg úr
onkrum. Hann fór úr t-
skjúrtuni hjá sær og stóð so
við berari undirtroyggju.
Hetta fekk lív í kvinnuligu
áhoyrarnar.
Tað var allatíðina “go” í
framførsluni hjá teimum.
Eingin steðgur var millum
sangirnar, og tað sást,
at teir høvdu vant teirra
skrá
sera
væl.
Teir
megnaðu veruliga at fáa
áhoyrararnar á gos, og alt
náddi sítt hæddarpunkt, tá
ið teir sungu tann síðsta
sangin: “Drenge som mig”.
Øll tey ungu sungu við
til hetta lagið, sum er
tað kendasta hjá teimum í
løtuni. Tað var stuttligt
at hoyra eitt so stórt
kór syngja til eitt lag.
Um eg skal fýlast á nakað,
so var tað, at forsangarin
í summum løgum fall burtur
í ljóðmeldrinum, og serliga
í einum sangi hoyrdi eg
forsangaran alt ov illa.
Í flestum førum varð hetta
tó rættað av annars frálíka
ljóðmanninum beinanvegin.
Konsertin við Johnny Deluxe
var eitt satt upplivilsi.
Hon fekk okkum at gloyma
alt
um
seinkingar
og
avlýsingar.
Johnny Deluxe – eitt satt upplivilsi
Johnny Deluxe hev›i eina frálíka konsert leygarnáttina. Johnny Deluxe og Gry Trampedach eru sera gó›ir sangarir. Gry
yvirstrála›i mestsum Johnny í sanginum „Øresund“, har i› tey bæ›i sungu duet. Mynd: Bár›ur Lydersen“
Við
trimum
festivalum
raktum
av
mjørka,
er
veðrið vorðið ein alt ov
týðandi partur av føroysku
festivalunum.
Tað
var
við hesum í huga, at
frásøgumaðurin á pallinum
í Vágsbøi, Sjúrður Skaale
gjørdi
eina
politiska
quick poll um alternativan
flogvøll í Føroyum.
Sjúrður segði, at hann
hevði sæð Karsten Hansen
og Bjørn Kalsø millum
áskoðararnar, og spurdi
um fólk fór at velja
teir, um teir lovaðu ein
alternativan
flogvøll
til næsta val. Flestu av
áskoðarunum lyftu hondina
upp, so har var stórur
meiriluti. Sjúrður heitti
so
á
landstýrismannin
og løgtingsmannin um at
halda uppat at tosað um
rundstykkir sunnumorgun
og um tað, sum kanska
fer at henda í 2015, og
ístaðin syrgja fyri einum
flogvølli, um teir taka
boðini til eftirtektar,
vita vit tó ikki.
nud
Sjúr›ur Skaale skipa›i
fyri quick poll kanning
um alternativan flogvøll
Mynd: Niels Uni Dam
Vilja hava alternativan flogvøll