Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Fyribils síðstu Poppkornini Poppkorn spældi á Summarfestivalinum síðstu konsertina fyribils, men tær lova, at føroyingar aftur fara at fáa Poppkorn Ella Larsen ella@sosialurin.fo Konsertin við Poppkorn á Flagspallinum leygardagin á Summarfestivalinum, verður síðsta framførsla hjá gentubólkinum í eina tíð. Orsøkin til, at Poppkorn fer at hava ein steðg í framførslunum er, at forsangarinnan Lillian, fer til Danmarkar á eftirskúla. Men hon lovar tó, at hetta ikki er tað síðsta, vit fara at hoyra frá Poppkorn. - Nei, vit ætla at forseta, og kanska vit koma við nýggjum tilfari. Hann sum skrivar okkara sangir býr í Danmark, og upptøkuhølið er eisini har, so tað eru góðar umstøður fyri, at vit kunnu taka nýtt tilfar upp. Bæði nógv børn og vaksin vóru komin saman í teltinum at lurta eftir Poppkorn, og genturnar vóru glaðar fyri, at síðsta framførslan áðrenn steðgin eydnaðist so væl. Fløgan hjá Poppkorn er tann mest selda føroyska fløgan seinasta árið, og bólkurin vann á Planet Awards planetina sum besti nýggi bólkur. Vísumenn undirhildu í teltinum Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Vísumenn framførdu í Flags-teltinum í leygarkvøldið. Tað vóru nógv fólk komin í teltið at lurta eftir kendu vísunum. Áhoyrarnir livdu væl við. Skemtiligu tekstirnir raktu veruliga høvdið á seymin hjá áhoyraranum. Vísumenn sungu nógv kend løg. Í summum førum hava teir tikið eitt kent lag og yrkt nýggjan tekst til. Styrkin hjá vísumonnum er ikki endiliga teirra tónleikaligu dygdir, men heldur teirra evni til at yrkja og framføra. Teir mestsum spæla sjónleik meðan teir syngja, og tað er helst eisini meiningin við vísusongum. Teir dugdu sera væl at halda samband við áhoyrarnar. Tekstirnir vóru um lokal evni í Klaksvík, sum áhoyrarnir kundu fyrihalda seg til. Millum annað fingu Getsemane og Trøllapætur okkurt skot. Sum heild var tað ein góð konsert frá vísumonnum, sum vit kenna teir. The Rasmus fekk lív í fjøldina Lillian og hini Poppkornini komu væl frá sí›stu framførsluni fyribils. Mynd: Álvur Haraldsen Sangarin í The Rasmus er ikki heimsins besti, men fekk gott lív í fjøldina. Mynd: Álvur Haraldsen