mánadagur 7. august 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Konsertin hjá Saruh
Brendel var ikki
millum størstu
upplivingarnar á
Summarfestivalinum,
men týska song
kvinnan var sera
sjarmer andi.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað var týska Sarah Brendel,
ið fekk heiðurin at lata
stóra pallin á Summarfesti
valinum upp. Ein stór uppgáva.
Konsertin gjørdist ongantíð
meira enn miðal hampað, og
eg siti eftir við tankanum,
kanska er Sarah Brendel bara
ikki betur enn tað sama.
Løgini sum Sarah framførdi
við bólki sínum kunnu, um
man ynskir at vera heilt
fýrkantaður býtast í tveir
bólkar, eitt sindur bygdaslig
ur amerikanskur rokkur og eitt
slag av friðarligum ballad
um. Balladurnar vóru hvørki
sterka síðan hjá bólkinum
ella hjá Saruh, og vóru hesar
dekan ov nógvar í tali, tað
var bara ikki feitt. Bólkurin
megnaði
ongantíð
at
kína
ljóðførunum nóg yndisliga til
at hetta riggaði, meðan Sarah
onkursvegna ikki megnaði at
syngja hetta nóg yndisligt.
Hin vegin vóru rokkløgini
munandi meira sjarmerandi,
klæddu rættiliga væl fittligu
Saruh, ið sjálv var sera
sjarmerandi. Hesi løg vóru
bygdaslig
uppá
tann
góða
mátan.
Bólkurin hjá Saruh er rætti
liga nýggjur, og teir spældu
ikki heilt best, har var dekan
ov óruddiligt í ljóðmyndini í
støðum. Ljóðið var sum heild
rættiliga ringt á konsert
ini, Sarah hevði ikki egnan
ljóðmann við, og føroyski
ljóðmaðurin
megnaði
ikki
uppgávuna at fáa risa stóra
anleggið at ljóða so væl sum
tað átti.
5
Høvuðsnavnið á Summ
arfestivalinum fríggja
kvøldið, finski The
Rasmus, spældi eina
fína konsert, ið
veruliga fekk økið
frammanfyri pallin á
kók.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Finski rokkbólkurin The Rasmus kom
rættiliga væl frá framførsluni
fríggjakvøldið á Vágs—bøi. Alla
konsertina hevði The Rasmus væl
fatur á fremstu áskoðarunum, men
av tí at annleggið als ikki maktaði
stóra økið, og ljóðið tí var
ov spakuligt frá, rokkaði allur
Vágsbøur ongantíð veruliga, fyrr
enn hittið In the Shadows fekk lív
í øll.
Ljóðið var annars rættiliga gott hjá
bólkinum. Her er talan um ein væl
samanspældan og toppproduseraðan
bólk, ið longu hevur spælt eina
langa konsertferð, og við egnum
dugnaligum ljóðmanni ljóðaði alt
flott, men tað gjørdist ongantíð
veruliga fantastiskt.
Tónleikurin er melidiøsur rokkur,
rættiliga poppkent tó við greiðum
ávísingum til 80’ára rokkin, har
serliga gittarspæli var dekan ov
80’ára kent. Hæddarpunktini vóru
hittini Sail Away, No Fear og In
The Shadows, meðan eisini løg sum
Bullets og Keep Your Heart Broken,
eisini riggaðu serliga væl.
The Rasmus spældi væl, og hóast
sangarin
ikki
telist
millum
heimsins bestu,
so
hevði
hann
jaliga útstrál
ing, og fekk gott
lív í fólk. Haldi
tó, at sangskriv
ingin var eitt
sindur ivasom í
støðum. Nógv av
løgunum
tyktust
stutt sagt ikki
nóg sterk, tó vóru
nógv undantøk.
Føroyska veðrið er ringt fyri umdømið
Føroyska veðrið ávirkaði Summarfestivalin,
men mjørkin í Vágum órógvaði eisini á annan
hátt. The Rasmus skuldi leygardagin spæla á
Ankkarock festivalin í Vantaa í Finnlandi,
men bólkurin slapp ikki úr Føroyum fyrr
enn út móti sunnumorgni. Tí var konsertin
leygarkvøldið fyrst avlýst og síðan flutt
til sunnudag seinnapart.
Á heimasíðuni hjá Ankkarock fekk umtalan av
føroyska mjørkanum nógv pláss, og hevur tí
uttan iva vakt ans millum nógvu gestirnir,
fjølmiðlarnir
og
hinar
bólkarnir,
ið
luttóku á festivalinum.
Heldur ikki Maggie Reilly, FR David og Sar
ah Brendel sluppu úr Føroyum til tíðina.
Tað er ikki óhugsandi, at tað er óheppið
fyri umdømið hjá Føroyum sum festivalland,
at so nógv fólk verða noydd at bíða
eaftir floglíkindum. Hetta er triði stóri
festivalurin, sum verður raktur av trup
ulleikum við flogviðurskiftunum í summar,
og við heimsnøvnum, ið vitja Føroyar mitt
á eini konsertferð, kunnu flogviðurskiftini
í framtíðini gerast avgerandi, um bólkurin
vil okkara fjarskotnu klettar.
nud
The Rasmus kavaði á Viðareiði
Tá útlendskir tónleikagestir vitja her á
klettunum í sambandi við festivalar verður
ofta gjørt nógv burturúr, fyri at teir
kenna seg væl, og fyri hædd verður tikin
fyri teirra serstøku ynski. Finski bólkurin
The Rasmus, hevði eitt serstakt ynski á ferð
síni í Føroyum, og tað var at sleppa at kava
í føroyskum sjógvi. Fríggjadagin skipaðu
fyrireikararnir av Summarfestivalinum saman
við Faroe Dive fyri kaving norðuri á
Viðareiði niðanfyri kirkjuna. Kavingin gekk
væl, og tónleikararnir vóru væl nøgdir við
kavingina. Hóast hetta var fyrstu ferð at
limirnir í The Rasmus kavaðu so norðalaga
og í køldum sjógvi vóru kavaraleiðarnir
hugtiknir av, hvussu væl kavararnir kláraðu
seg.
nud
Sjarmerandi Sarah legði fyri
Fremsti
partur av
ásko›arunum
á Vágsbøi
kóka›i, tá
The Rasmus
spældi
Mynd: Álvur
Haraldsen
Sarah Brendel gjørdist ongantí› betur enn mi›alhampa
Mynd: Álvur Haraldsen
The Rasmus kava›i saman vi› kavarum frá
Faroe Dive Mynd:Faroe Dive