Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá fransmaðurin F.R. David spældi og sang lagið Words, so gjørdist talan um felagssang á Vágsbø. Summarfestivalurin fór aftur í áttatiárini við einum fransmanni, sum sá tað sama út og eisini ljóðaði, sum hann gjørdi fyri 20 - 25 árum síðani Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað kom meira lív í fjøldina, tá lítli fransmaðurin F.R. David kom á pall, eftir eina heldur friðarliga Maggie Raily, ið tó hevði sínar 6 David Phelps byrjaði sína seinkaðu konsert klokkan 15.45 í dag. Hann hevði eina frálíka konsert. Berandi fyri framførsluna hjá honum og bólkinum, var frálíka tenor-røddin hjá Phelps. Nógv fólk vóru savnað til konsertina, hóast konsertin var tað einasta, sum var á skránni sunnudagin. Tað sást aftur í fjøldini, at tað vóru nógvir Phelps- fjepparar til staðar. Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo David Phelps hevði eina sera góða framførslu á Vagsbøi sunnudagin. Heilt fitt av fólki vóru komin at lurta eftir amerikanska sangaranum, sum er kendur innan kristiligt høpi í Føroyum. Phelps er serliga kendur frá vælumtóktu Gaither Vocal Band, men seinastu árini hevur hann valt at fara solo. Maðurin við mildu útsjóndini og teimum kraftigu krúllunum hevur eina óvanliga flotta rødd. Røddin hjá honum var eisini berandi fyri framførsluna á Summarfestivalinum. Løgini hjá honum kunnu bólkast sum lættur popp­ ur við íblástri frá 80´unum, men tað vóru eisini onkrir heilt friðarligir missións- slagarar, sum allir før­oy­ing­ar kenna. Hetta eru løg, sum eisini verða sungin í føroyskum samkomum. Fantastisk rødd Røddin hjá David kom veruliga til sín rætt til tey friðarligu FR David skipaði Phelps bergtók Magge Reilly kom við øllum teim góðu hittunum og føroysku tónleikararnir kláraðu seg væl á pallinum. men hennara sangskrá hevði kanska hóskað betri fyrr á kvøldinum Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sum Sjúrður Skaale, frá­søgu­maður, so rámandi segði, so var talan um ein túr oman eftir Memory Lane, tá Maggie Reilly og FR David komu á pall í nakað seinkaðu Summ­arfestival­skránni fríggjakvøldið. Og Maggie kom eisini við teim góðu hittunum, men inn ímillum var eisini annað tilfar, sum var heldur stilt til Vágsbø klokkan 01:30. Lurtararnir á Vágsbø vóru kanska ikki í rætta lagnum til ein kassaguitarleikara í kilti og knæsokkum, millum allar droparnar á Vágsbø, tí lívligari tónar skuldu til. Men teir komu so eisini so av og á. Maggie var í sjálvum sær ikki eitt upplivilsi fyri eygu og oyru, men heildin, sum hon saman við føroysku tónleikarunum kláraði at skapa, var nakað heilt fyri seg. Ein frægd var tað at hoyra, at røddin frá áttatiárunum enn heldur sær og at føroyskir tónleikarar megna at leggja eitt grundarlag, ið er meinlíkt tí, ið vit øll kenna so væl. Og eisini pyntið, solospæl og annað, riggaði júst so, sum tað skuldi. Jú, Maggie var heldur maggut, men hon megn­aði uppgávuna at føra lurtararnar eftir minn­is­gøtuni og aftur í áttatiárini, og tað var eisini júst ætlanin! At hetta ikki var rætta løtan til balladur er ein onnur søga. Moonlight Moonlight Shadow ljómaði á Vágsbø og varð eisini lagið, ið hon sang sum eykalag, tá lurtararnir klappaðu hana framaftur. Tað gjørdu teir og tað hevði Maggie hóast alt uppiborið, tí hon sang væl og eyðkenda røddin var hin sama og við Moonligt Shadow er hon partur av poppsøguni, og hon syngur lagið til UG enn tann dag í dag. Men á Vágsbø sást ikki skuggin av mánalýsi í øllum regninum, men við slagaranum Moonlight Shadow hjá Mike Oldfield var alt hetta gloymt, tí hetta lag hevur eginleikan at fáa ung og eldri at syngja við og leggja allar aðrar hugsanir til viks, so Maggie og Moonlight Shadow megnaðu sína uppgávu á Vágsbø. Við løgum, hittum, sum Get to France, riggaði løtan eisini sera væl, men tað vóru tey friðarligu løgini, ið løgdu ein sjálvsagdan dempara á, og fingu ein at hugsa, at partar av framførsluni høvdu riggað líka væl fyrr á døgninum og kanska inni í onkrari høll. Men eftir stendir hon sum kvinnan, ið sang Moonlight Shadow! Og so kann alt hitt næstan gera tað sama, tí tað var hetta, ið fjøldin fyrst og fremst vildi hava. Maggut Maggie Franskur poppur í sólbrillum, F.R. David setti lív í Vágsbø Mynd: Álvur Haraldsen