mánadagur 7. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
løgini.
Hann
bergtók
áhoyrarnar,
tá
ið
hann
fleiri ferðir helt einum
sera høgum tóna longri, enn
tað átti at verið gjørligt
hjá
einum
menniskja.
Førleikin til at syngja
høgt er eisini vørumerkið
hjá David Phelps.
Systurin hjá David syngur
stuðulsrødd í bólkinum hjá
honum. Hon hevur eisini
eina vakra rødd, og tey
komplimentera hvønn annan
væl. Eisini var ein violin-
spælari við í bólkinum. Hon
hoyrdist tó alt ov illa í
summum av teimum villaru
løgunum. Eisini hoyrdist
guitar-spælarin ov illa.
Eingin
bass-spælari
var
við, men tó var ein bass
ur programeraður í ljóm
borðinum. Okkurt annað var
eisini spælt ”play-back”,
men
hetta
gjørdi
ikki
stjørnuna hjá David Phelps
minni hjá áhoyrarunum.
Phelps hevði gott samband
við áhoyrarnar, og hann
endurtók
fleiri
ferðir,
hvussu glaður hann var fyri
at vera í Føroyum. Hetta
fall sjálvandi í góða jørð
hjá okkum ernu føroyingum.
Phelps megnaði veruliga at
syngja seg enn longur inn
í hjørtuni hjá pro-gospel-
føroyingum.
Hann
vísti,
at hann er líka góður
”live” sum á fløgu og í
sjónvarpinum.
Konsertin við David Phelps
var verd at bíða eftir.
Tað var ein son framvísing
av
einum
framúrskarandi
vokalisti.
7
felagssangin
ljósu løtur.
Men við ljósa og vælswingandi
poppinum hjá stóru popp
stjørnuni frá fyrst í átta
tiárunum livnaði Vágsbøur,
og eisini føroyska all-stars
orkestrið, ið var partvís
samansett av manning úr
Showmonnum og nøkrum góðum
og garvaðum nøvnunum afturat
úr føroyskum tónleikalívi.
James, Johannus, Kim, Ólavur
og Jákup sluppu at royna
seg og stóðu royndina.
Og hóast F.R. David sigur,
at orðini ikki koma so
lættliga, so er tað í
hvussu er nakað við løgum
hansara, ið setur seg fast
beinanvegin.
Lagið Words riggaði sjálv
andi beinanvegin júst sum
tað skuldi og talan var
um felagssang á Vágsbø, so
væl sum fjøldin tók undir,
og so lættliga sum orðini
fullu.
Men eisini onnur løg, sum
ein als ikki helt seg
kenna, sótu beinanvegin og
summi hava ligið goymd í
dulvitinum í áravís, klár
at taka fram á Vágsbø í
2006. Har eru løg sum I
need you, Year of the cat,
In my mind og Sahara Nights,
ið er eitt lag við heitum
rútmum, ið vóru kærkomnar á
Vágsbø.
Stutt sagt, so var talan
um popptónleik úr fyrstu
skuffu, tá F.R. David kom
á pallin á Vágsbø og tað
var onki at taka seg aftur
í, at tonleikarar, eins
væl og lurtarar, hugnaðu
sær óført afturvið lætt
gloytu tónunum frá hesum
franska stjørnuskotinum frá
áttatiárunum.
Tað var sum Frændur einaferð
søgdu; Eg í 80’unum livi!
Vágsbøur fór eina stund
aftur í tíðina við F.R.
David, ið onki er broyttur.
Hvrki hvat útsjónd ella
ljóði viðvíkur. At høga
røddin kanska ikki tóktist
so
støðug
onkra
sera
stutta løtu, varð fyrigivið
fransmanninum, sum kom úr
hitanum í París og segði
seg dáma at standa á heldur
kalda pallinum´á Vágsbø
Poppurin í hásæti.
Tað var eitt sonevnt popp-
ikon, sum stóð á palli. Ein
maður, sum fekk stóran part
av heiminum at syngja við
uppá eitt lag, sum var so
væl skrivað, at ein skuldi
ikki hildið, at eitt so
íoyrafallandi lag var eftir
í hópinum av óskrivaðum
løgum.
Kanska óvæntað hjá mongum,
so var F.R David maðurin,
sum borgaði fyri eini góð
ari, veitslukendari og sera
lættari
og
vælswingandi
poppløtu, ið var júst so,
sum hon skuldi.
Við
øðrum
orðum
sleppa
orð sum; gamalt, slitið,
avdankað, og onnur tílík,
ikki framat her, tí soleiðis
var framførslan als ikki.
Tá F.R. David spældi Words
sum eykalag, so gjørdist
talan um veitsluróm við
felagssangi og hugnin náddi
hæddirnar.
Tóra við Keldu
- Eg kenni hann bert frá Gaither
upptøkunum. Eg havi ofta hugsað um,
at júst hann hevur sungið sera væl,
men eg kenni ikki so nógv til hansara
soloverk. Men eg eri spent at hjoyra
hann, tí hann hevur góða rødd, og
so er tað eisini sjálvt upplivilsi,
ið ein konsert altíð er. Tað er
altíð gott at síggja og hoyra fólk
framføra.
Hanni Højgaard
- Eg kenni David Phelps frá Gaither,
men eg kenni hann annars ikki so væl.
Men eg vænti mær góðan tónleik. Men
eg vænti ikki, at alt verður so kent
fyri mær, tí eg kenni hann mest sum
luttakara í Gaither sangløtunum.
Johan Berg Johansen
- Eg rokni við góðum tónleiki. Eg
kenni ikki so nógv til David Phelps,
men eg havi hoyrt hann, tá hann hevur
luttikið á Gaither sangløtum. Hetta
er tað sum eg sum festivalgestur
havi bíðað eftir.
(Myndir/lagt tilrættis: D.Olsen)
Hvussu væl kennir tú David Phelps og
hvat væntar tú tær av honum, nú hann
skal á pallin um eina lítla løtu?
Martin Joensen
og manning
hansara hugnaðu
sær í Flags
tjaldinum á Summar
festivalinum, og
løg sum Morgun
og Ró rørdu
lurtararnar,
sum sungu við,
tá hesar vøkru
balladurnar
ljóðaðu
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Martin Joensen hevur við
hepnari hon funnið sær
veg fram úr leiklutinum
sum
sangskrivari
og
tónleikari, til leiklutin
sum
troubadourkendur
tónleikari og sangari, ið
framførur løg síni, ið
teljast millum tey, sum
føroyingar veruliga hava
tikið til sín.
Tað
fyltist
skjótt
í tjaldinum, tá Martin
Joensen var farin á pallin.
Tað kendist, at fólkíni,
sum mundu teljast í øllum
aldri, her vætnaðu sær
nakað gott og at tey vistu
nøkulunda hvat tað var, tey
fingu at hoyra.
Og hóast nøkur nýggjari
løg ikki rættiliga fingu
fjøldina uppfrá, so var
øðrvísi, tá løg sum Morgun
og Ró komu. Tá raknaðu fólk
við. Og eisini onnur løg
av lívligari slag, og sum
fólk kennast við, so sum
Tað Gongur Nokk, høvdu somu
ávirkan.
Og stuttligt er tað, at
Martin sjálvur er farin at
spæla gamla klassikara sín
Svarti Ravnur. Lagið er
so inngrógvið við útgávuni
hjá Kræklingum, men hóast
hetta, so riggar útgávan
hjá Martin og vinmonnum væl.
Talan er um eina útlegging
av Svarta Ravni við heitari
suðuramerikanskum rútmum og
tað riggar.
Tjaldið er óført til slíkar
konsertir, har talan er
um tónleik, ið ikki er so
harður. Hjá Martini eru tað
vælsitandi løgini og ikki
minst vælskrivaðu orðini,
ið hava týdning.
Tað var í roynd og veru talan
um eina sanna hugnaløtu
saman við Martin Joensen og
manningini; ólavur, Jákup,
Pauli, Niels og Jónleif.
Heldur
turt
humor
hóskaði væl. T.d. stuttu
viðmerkingarnar
og
tá
Martin og Ólavur og teir
greiddu frá, at teir høvdu
vant nøkur dansitrin og
teir tóku nøkur av hesum.
Men hetta mátti gerast í
steðginum millum sangirnar,
tí annars órógvaði tað
spæli!!!
Jú, tónleikararnir spældu
sær og alt kendist óformelt
og niðri á jørðini. Og
harvið náddi Martin útum
pallkantin og fekk samband
við fjøldina.
Ljóðið var kanska ikki í
topp, men so við og við
gjørdist betri.
Tá Martin hevði spælt í ein
tíma og tað, ið líktist
hálvum tíma, so takkaði
hann av, men kravið frá
lurtarunum var greitt: Her
kravdust eykaløg! Og Morgun
skuldi so avgjørt vera eitt
teirra.
Tað endaði við, at umframt
Morgun, so sang Martin
60’ini. Men so mátti hann
eisini gevast, tí nú var
annað á skránni á stóra
pallinum á Vágsbø.
Men Martin kundi óivað oyst
av sínum sangperlum eina
góða løtu afturat. Hann
eigur nøkur av bestu orðum
og bestu løgum, ið ættarlið
júst nú goyma í hjartanum.
Ongin ivi um tað.
Vágspopp
Martin og sangskatturin
David Phelps hevur eina
fantastiska rødd
Mynd: Álvur Haraldsen