Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Ella Larsen ella@sosialurin.fo Seinnapartin leygardagin var rættiliga friðarligt á tjaldingarøkinum Úti í grøv, ikki nógv fólk var at síggja, men úr fleiri av tjøldunum hoyrdist prát og tónleikur. Úr einum stórum tjaldi hoyrdist sangur, hurðin var opin og har sótu eini tíggju fólk og sungu og hugnaðu sær, tey løgdu einki í vindin og regnið, men tóku tað sum ein part av festivalupplivingini. Á tjaldingarplássinum Úti í grøv vóru 121 tjøld og 8 kampingvognar. Við KFUM var eitt annað tjaldingar­ øki við 25 tjøldum, har barnafamiljurinar hildu til, og uttanfyri Tekniska skúla vóru 35 kampingvognar. Umframt skipaðu tjaldingina vóru eisini fleiri, ið tjaldaðu í garðinum hjá vinfólki og kenningum. Frá Kunningarstovuni í Norðoyggjum, sum skipaði fyri tjaldingini, siga tey, at millum 650 og 700 fólk vóru á tjaldingarøkinum. - Hetta var nógv fleiri fólk enn vit høvdu væntað. Vit høvdu bert vantað ein fjórðing, men vit vóru fyrireikaði uppá, at tað komu so nógv fólk. Sigur Christian Olsen frá Kunningarstovuni. Hann er sera væl nøgd­ ur við, hvussu væl tjald­ingin eydnaðist. Serliga glaður er hann fyri, at fólk fóru so væl um, at tey tóku upp eftir sær og at nærum einki órudd lá eftir. Væl eydnað tjalding Nógvir festivalgestir høvdu valt at tjalda ella búgva í kampingvogni á Summar­festivalinum. Tá tað umsíðir eydnaðist at fáa Roger Hodgson til Føroya, eftir 36 tímar í luftini, gav hann fjøldini á Summar­festi­ valinum alt, ið væntast kundi, og tað gjørdi hann m.a. við lagnum Give a Littlebit Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Roger Hodgson sang Give a Littlebit og gav fjøldini á Vágsbø alt, ið væntast kundi. Saman við øllum hinum hittunum frá Supertramp tíðini gjørdist framførslan á Vágsbø ógloymandi. Hóast spenningurin hevði verið stórur, tí bíðað varð allan leygardagin í óvissuni, hvørt tað fór at eydnast flogførum at lenda í Vágum, so megnaði Hudgson at liva upp til leiklutin sum høvuðsnavn á Summarfestivalinum. Hann sang ”take a jumbo cross the water” og ein kann bara staðfesta, at tað nervar ikki Hudgson at flúgva, tí eftir at hava verið 36 tímar ávegis til Føroya í flogfari, stóð maðurin glaður og væl upplagdur á pallinum, hóast tað nú var nátt og kanska enntá nærri morgun. Morgunmatur Breakfast in America. Ja, tað var líka við, at Hodgson spældi afturvið morgunmatinum hjá klaksvíkingum. Men øll hasi hittini sita bara og fólk fingu alla røðina; Give a Littlebit, Breakfast in America, The logical song og Its raining again. Hesin síðsti hóskaði væl til veðrið, men júst hesa løtuna, ið hann sang, kom ikki dropi av himli. Roger Hodgson og viðleikarin kláraðu at fylla ljóðmyndina og Vágsbø. Røddin er hin sama eyðkenda, ið ber sangirnar og ger teir serstakar. Var OK Tað er í grundini áhugavert, at fólk ikki fóru til hús ella ilskaðust, eftir at hava bíða´ein heilan dag og verið offur fyri grundleggjandi skrábroytingum. Men nøvnini, serliga tey føroysku, megnaðu at bera skránna og dagin so væl, at ongin keddi seg. Og tá Hodgson kom á pall, so var alt fullgjørt. Og tað var neyvan nakar sum hugsaði, at nú er songartíð, tá Hodgson sang Give a littlebit saman við allari tí stóru fjøldini, hóast klokkan tyá boðaði frá, at sunnumorgunin so smátt fór at byrja. Hodgson kom, sang og sigraði. Tað tók drúgva tíð, men loksins lendi heimsstjørnan og kom við tyrlu til Klaksvíkar, har hann legði festivalgestirnar fyri sínar føtur. Hodgson treivst á pallinum, hóast drúgva ferð, og gav enntá einum varhuga av, at hann fegin hevði komið aftur, um hann varð boðin. Ein ófør konsert við tveimum vælleikandi tónleikarum. Tónleikurin vann og regni og mjørka og føroyska summarið er farið at halla. Ársins síðsti festivalur fór framvið og Hodgson slapp at seta punktum fyri leygardagsskránna, hóast tað tók honum 36 tímar um at koma so langt. Super! (við ella uttan tramp). Roger Hodgson gav alt Hóast Roger Hodgson hev›i flogi› 36 tímar fyri at koma á Summarfestivalin tyktist Supertramparin væl upplagdur Mynd: Anton K. Højgaard Onkur hev›i sett telt upp í fjør›uni Mynd: Niels Uni Dam Umlei› 700 fólk vóru á tjaldingarøkinum, sigur Nor›oyar Kunningarstova Mynd: Álvur Haraldsen