Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Anfinn & Co hevði eina trupla uppgávu, at fara á pallin eftir boðini um, at Shu- Bi-Dua ikki komu alíkavæl, men hesa uppgávu megnaðu teir væl. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Anfinn hevur ein stak góðan bólk við sær, og teir spældu væl kontrirokkin hjá Anfinni. Hittparadan var sera long. Løg sum Parabol, Caramba, Mítt hjarta pumpar fyri tær, Klumpar í Sósini, Útsalg og Sirkus Tinganes vóru bert nøkur av nógvu syngi við slagarunum, sum rungaðu um Vágsbø. Anfinn er undirhaldandi á pallinum á ein “Jógvan Ósá”kendan hátt, og hann fekk veruliga lív í fjøld­ ina. Fólk hugnaði sær veru­ liga. Anfinn og Co var eitt stuttligt og gott innslag í fólkaveitsluni, ið Summarfestivalurin leggur seg eftir at vera. Anfinn & Co hevur nógvar av kvalitetunum, ið eisini eyðkenna Shu-Bi-Dua: Stutt­ ligir tekstir og fangandi og løtt løg, tó eru løgini hvørki líka góð, ella tekst­ irnir líka stuttligir og viðkomandi sum teir hjá donsku stórubeiggjunum. Mest av øllum so er Anfinn ikki Michael Bundesen. Tó at hann gjørdi eina fína Bunde­sen parodi. - Shu-Bi-Dua eru lendir alíkavæl! Eg veit ikki hvussu hetta ber til, eg fekk bara at vita, at eg skuldi presentera teir, segði Sjúrður Skaale, áð­renn Anfinn og Co komu á pallin at spæla eykaløg, Anfinn ílatin sum Michael Bundesen við kaskettinum umvendum á høvdinum og opnari svartari skjúrtu og hvítari undirtroyggju. Teir spældu “Står på en alpetop” og hetta var eitt slag av plástri á sárið hjá teimum, ið nú ikki sluppu at hoyra tí veruligu vøruna. Eyðun og Terji spældu ikki bert út um pallkantin, men uppum regnið, og tú gloymdi eina løtu hvussu keðiligt veðrið var á Summar­festi­ val­inum. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Skal nakað jaligt dragast fram um allar seinkingarnar í flogferðsluni til Summar­ festivalin, so er tað tað, at ein bólkur sum Eyðun og Terji flutti úr Flagsteltinum upp á stóra pallin, har teirra tónleikur í veruleika­num hoyrdi heima. Tað regnaði illa, meðan Eyðun og Terji spældu, men áskoðararnir gloymdu regnið - mest sum flýggjaðu til tónleikin og kendu seg sum í tropunum. Hesir báðir eru tveir av størstu føroysku sang­ skriv­ar­unum nakrantíð, og løgini, ið teir spældu, eru øll fólkaogn. Her vóru løg av útgávum hjá Frændum, Føstufressum, Moirae, Eyðun og Terja og Eyðun Nolsøe og Summarfestivalurin sang við. Summarfestivalurin er ein fólkaveitsla, eitt slag av Norðoyarstevnu við tón­leiki. Til eina tílíka fólka­veitslu er tónleikurin hjá Eyðun og Terja heilt perfektur. Hetta var ein ferð í føroyska lagaskattinum, tá hann er best. At tónleikurin so oman á alt er væl spældur, ger bara alt nógv stuttligari. Tá nógv túsund fólk sungu við til løg, sum Tú, Millum mussar­nar, Dansa, Dupult song, Eg flýggi til tónleikin, Hvussu kann eg vita, 80’ini og nógv onnur, vitn­ aði tað um tí heilt serligu støðu, ið Eyðun og Terji hava í føroyskari ment­ an. Eyðun og Terji høvdu stutt sagt eina av bestu framførslunum á festivalinum. Sum í tropunum á Vágsbøi Anfinn fekk lív í Vágsbø Ey›un tyktist veruliga tendra›ur á heimavølli Mynd:Álvur Haraldsen Anfinn sang Í skúri og øll hini hittini og Summar­festi­ valurin sang vi› Mynd: Niels Uni Dam