mánadagur 7. august 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Páll Finnur Páll spældu
fyrstu konsertina
í Flags-teltinum
fríggjakvøldið. Teir
góvu áhoyrarunum eina
góða konsert við
kendum løgum og onkrum
nýggjum løgum. Teir
vóru skerdir av, at
teir manglaðu ein lim
í bólkinum, og tað
hoyrdist aftur í summum
løgum. Sum heild var
tað ein hampiliga góð
framførsla frá Páll
Finni Páll
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Óvanliga fúlu Páll Finnur Páll hava
evnir fyri tí ironiska. Tað kemst
ikki uttanum, at summir tekstir
hjá teimum eru langt úti, men
spurningurin er, hvussu álvarsliga
teir skulu takast. Páll Finnur Páll
vístu eisini eina meira búna síðu
hetta kvøldið við nøkrum tekstum,
sum vóru beinleiðis samfelags-
viðgerandi og kritiserandi.
Framførslan byrjaði væl við einum
sera væl svingandi lagið. Sum
framførslan leið, viknaði hon eitt
sindur, og áhoyrarnir komu ongantíð
veruliga á gos.
Teir sungu teir kendastu sangirnar
hjá
teimum,
“Herbergið”
og
“Forelskaður
Sjónleikari”,
til
seinast, og ikki fyrr enn tá fóru
fólk at syngja við. Framførslan
náddi sítt hæddarpunkt í byrjanini
og móti endanum. Restina av tíðini
var einans talan um eina miðalgóða
konsert.
Rós skal tó gevast til Finn Jensen
fyri hansara framúr vøkru rødd.
Hann prógvaði, at hann ikki einans
hevur sans fyri tí skemtiliga og
sjónleiki. Maðurin dugir eisini
sera væl at syngja!
Páll Rubeksen er hin forsangarin
hjá Páll Finni Páll, og hann koyrir
meira uppá tann ironiska tónan í
røddini. Hann fall tó onkuntíð eitt
sindur burtur, tá ið hann skuldi
syngja stuðulsrødd til Finn Jensen,
tí at mikrofonin hjá honum var
ikki nóg hart frá. Aðrir smávegis
trupulleikar við ljóðinum vóru
eisini, men sum heild var konsertin
góð.
Búnaðir Páll Finnur Páll
Kim og bólkurin, ið
var mannaður av júst
teimum, sum Kim vanliga
hevur spælt við, spældu
løg av fløguni Alt og
okkurt nýtt.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kim Hansen og ein útbygd útgáva
av Showmonnum, sum kallaði seg Kim
Hansen, spældi eina fitta, pena og
góða konsert á Vágsbøi, og á fyrsta
sinni ljóðaði risa annleggið sum
ein millión.
Nógv hevur verið tosað um hetta
størsta annleggið, sum nakrantíð
hevur
verið
í
Føroyum,
men
fríggjadagin ljóðaði tað ongantíð
veruliga so væl, sum eitt tílíkt
átti. The Rasmus ljóðaði væl, men
dekan ov spakuligt var frá. Men tá
Alexandur Gaard Joensen stillaði
seg
aftan
fyri
knøttarnar
og
ljóðblandaði Kim Hansen, ljóðaði
tað fantastiska væl.
Kim spældi løg av Alt fløguni,
og løtan gjørdist sera hugnalig,
fólk vaggaðu við og sungu við,
tá løg sum Maria, Fagri flokkur,
Meistarin, Løtan og Góða rungaðu um
Vágsbø. Bólkurin spældi sera væl.
Umframt Showmenn, var gamli Taxi
keyboardleikarin Magnus Johannesen
við, umframt blásararnir Hans Petur
í Brekkunum og Ólavur Olsen. Tað
klæddi væl sukursøtu balladunum og
rock’n’roll løgunum við blásarum.
Samanumtikið var konsertin ordiliga
góð, og gjørdist ikki verri, tá tað
slitnaði í eina løtu. Kim hevur
onkursvegna havt hug til at hvørva
burtur í leiklutinum, sum sangari
í dansiorkestrum, og tí er tað sera
hugaligt, at síggja henda frálíka
sangara við Kim sangum. Eisini
var serliga hugaligt, at okkurt
nýtt lag hevði sníkt seg inn í
skránna.
Kim spældi alt
Trupulleikar við
ljóðinum merktu
konsertina hjá
Sámali & Joan Jakku
fríggjanáttina.
Eftir eina seinking
byrjaði konsertin,
men ljóðið var
sera vánaligt, og
tað merkti teir á
pallinum meira enn
áskoðararnar. Hóast
hesar trupulleikar,
megnaðu teir at
spæla seg hampiliga
væl upp
SUMMARFESTIVALURIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sámal Ravnsfjall og Joan Jakku
Joensen skuldu saman við Suna
Olsen framføra klokkan 23.30,
men konsertin var 45 minuttir
seinkað. Sámal og Joan Jakku
vóru
heilt
eyðsýnt
sera
firtnir inn á ljóðmennirnar.
-
Hesir
klaksvíks-
teknikkararnir duga ikki til
nakað sum helst, segði Joan
Jakku, og tað gav ikki betri
huglag til eina konsert, sum
frammanundan hevði fingið eina
eitt sindur óhepna byrjan.
Tó skal sigast, at Sámal &
Joan Jakku mugu taka ein
part av skyldini fyri tí
miseydnaðu konsetertina uppá
sínar herðar, tí at teir vóru
heilt eyðsýnt ikki í besta
standi til at spæla konsert.
Teir byrjaðu at spæla, men
røddirnar
hoyrdust
illa,
og
monitorarnir
vóru
ikki
frá. Sum konsertin leið kom
tó betri skil á ljóðið, og
Sámal & Joan Jakku megnaðu
at spæla seg upp aftur við
nøkrum gomlum vælkendum løgum.
Teir meira tilkomnu áhoyrarnir
kendust væl við løgini, og
summi sungu við, meðan summi
dansaðu til løgini. Sum heild
var tað ein heldur miseydnað
konsert, sum var merkt av
tekniskum trupulleikum, men har
vóru tó einstakir glottar.
Sámal & Joan Jakku høvdu
trupulleikar við tøknini
Les meira um Summarfestivalin í
týsdagssosialinum
Páll Finnur Páll sveima ímillum ta› fúla og ta› fitta Mynd: Álvur Haraldsen
Ta› var hugaligt at síggja Kim spæla anna›
enn dansitónleik Mynd: Niels Uni Dam