mánadagur 7. august 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 149 - 7. august 2006 ]
Tað kom ongantíð
spenningur í dystin
millum Føroyar og
Noreg í Gundadali
leygardagin.
Dysturin um sjeynda
plássið varð ein
maktstaðfesting frá
norðmonnum um, at
teir ikki áttu at enda
aftast í kappingini
NM-KAPPING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Úrslitið
sigur
rættiliga
nógv um dystin og dystar
gongdina. Norðmenn vóru
so ruddilgia oman á alla
tíðina, og endaligi mál
munurin upp á 5-0 er ikki
ov nógv.
Føroyska U19 landsliðið
vann annars 1-0 á Noreg í
bólkaspælinum, men tann
sigurin kundi væl verið
nógv størri, men neyvleikin
vantaði og tí gjørdist sigurin
ikki størri enn tað sama.
Í tí dystinum var norska
liðið langt frá sannførandi,
og við tí í huganum, at
Noreg var einasta stigaleysa
liðið í bólkaspælinum, vóru
vónirnar til eitt hampiligt
úrslit avgjørt til staðar.
Tvey eins mál
Tað vóru ikki meiri enn
seks minuttir spældir, tá
norðmenn struku fram um.
Ein bóltur varð skotin hart
og flatt inn í brotsteigin, og
sá hann út til at raka fleiri
bein á vegnum, áðrenn
Anders Konradsen beindi
hann í málið.
Fimm minuttir seinni
hendi akkurát tað sama.
Bólturin kom inn í brots
teigin í vinstru síðu, men
verjan fær ikki fótin á og so
er Kenneth Jensen framvið
fyri fyrstu ferð í dystinum,
og leggur norðmenn á odda
2-0.
Hesi bæði málini góvu
norðmonnunum
veruligt
sjálvsálit, meðan føroying
arnir nú vórðu ráðaleysir og
vistu ikki hvat var til ráða
at taka. Enn vóru ikki meiri
enn ellivu minuttir spældir,
og teir vóru aftan fyri 2-0.
Lítið broyttist tó næstu
løtuna og tá fyrri hálvleikur
var hálvrunnin skoraði
Noreg til 3-0. Hesaferð at
málskjúttin Kristian Brix
– ein maður, sum við sínum
ótrúliga skjótleika, voldi før
oysku verjuni stórar trupul
leikar allan dystin á tamb.
Leiðslan upp á trý mál
sá út til at verða hálv
leiksstøðan, men inni í
yvirtíðini sendu norðmenn
eitt
kanónskot
avstað
úr 25 metrum. Petur M.
Magnussen í málinum var
knappur og veittraði harða
skotið upp á tvørtræið. Ein
sera flott bjarging, men
tíverri datt bólturin niður
fyri føturnar á Kenneth
Jensen, og hóast Petur M.
Magnussen var um at fáa
fatur á skotinum frá Kenneth
Jensen, so eydnaðist tað
norðmanninum at fáa bóltin
í netið.
Eitt lítið korter inn í seinna
hálvleik kom seinasta málið
í dystinum. Bólturin varð
spældur upp í vinstru síðu.
Síðani varð hann spældur
tvørtur um vøllin til Anders
Konradsen, sum driblar
seg leysan og roynir seg
úr spískum. Málverjin fær
vart fyri skotinum í fyrstu
atløgu, men so er tað, at
Kenneth Jensen er framvið
og hjá honum er lætt at
leggja returin í netið.
Einasta stórtapi
Soleiðis endaði seinasti
dysturin hjá U17-landslið
num við einum veruligum
stórtapi. Størsti málmun
urin undanfarnu dystirnar
var trý mál, men leygar
dagin skrædnaði so hjá
føroyingunum.
Hinvegin kunnu vit aftan
á kappingina staðfesta, at
fyri nøkrum árum síðani
endaði meginparturin av
dystunum hjá Føroyum
í eini slíkari kapping við
einum úrsliti sum hesum,
men at tað nú er sera langt
í millum tey heilt stóru tap
ini.
Leikararnir
á
U17-
liðnum skulu tó als ikki
smæðast yvir sítt avrik. Teir
spældu eina fína kapping,
og sigurin móti Íslandi er
eitt sera flott úrslit.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
»Fólkið kring liðið hevur ikki tosað um annað hendan seinasta
mánaðin, so vit kunnu illa ignorera tann møguleikan, sum vit hava«
Ronnie Samuelsen, EB/Streymur, um FM-møguleikan hjá liðnum
Danmark NM-meistari:
Munurin var Christian
Lund Gytkjær
Danmark vann NM-kappingina fyri U17-landslið. Tað
gjørdist greitt eftir at Danmark og Ongland høvdu leikt
finaluna leygardagin.
Danmark vann dystin onki minnni enn 4-0. Stóri
maðurin aftan fyri sigurin eitur Christian Lund Gytkjær,
og leikar hann dagliga fyri Lyngby. Christian Lund
Gytkjær skeyt eitt reint hattrick í fyrra hálvleiki, tá
hann hevði lagt bóltin í netið tríggjar ferðir upp á ein
hálvan tíma.
3-0 var eisini hálvleiksstøðan, og tá var tað ógvuliga
trupult hjá onglendingum at koma inn í aftur dystin.
Tað komu teir heldur ongantíð, tí tá tíggju minuttir
vóru eftir at leika skoraði Thomas Juel-Nielsen til
endaliga úrslitið 4-0.
Onglendingar fingu tó síðsta orðið í dystinum,
tí Leicester-leikarin Joseph Mattock varð rikin av
vøllinum fýra minuttir fyri leiklok.
Harvið taptu onglendingar so ruddiliga fyri Danmark,
sum føroyska U17 –landsliðið annars var um at leika
javnt ímóti í fyrsta dysti teirra í kappingini, sum endaði
1-0 til Danmark.
-rwd
Finnar fingu triðja plássið
Dystin um triðja plássið vunnu finnar 2-1. Tað vóru
annars sviar, sum løgdu seg á odda, tá dysturin var
hálvrunnin við máli frá Marcus Tørnstrand. Men við
tveimum málum frá Teemu Pukki tryggjaði Finnland
sær sigurin móti grannatjóðini.
Fyrra málið hjá finnlendingum kom, tá tjúgu minuttir
vóru eftir at leika, og tá tíggju minuttir restaðu í av
vanligu leiktíðini, skoraðu teir til 2-1.
Finnland vann annars bara ein dyst í innleiðandi
bólkaspælinum, og tað var dystin ímóti Føroyum.
Annars spældu teir javnt í móti finalistunum Danmark
og taptu fyri íslendingum, sum okkara U17-landslið so
flott vann á hósdagin í farnu viku.
-rwd
Føroyar U17 – Noreg 0-5 (0-4)
Føroyingar úrlatnir av norðmonnum
Føroyar U17 – Noreg 0-5 (0-4)
0-1: Anders Konradsen, 6.
0-2: Kenneth Jensen, 11.
0-3: Kristian Brix, 22.
0-4: Kenneth Jensen, 40.
0-5: Kenneth Jensen, 53.
Føroyar: Petur M. Magnussen – Uni H. Johannesen, Heri
H. Nesá, Rógvi S. Holm, Viljormur H. Davidsen – Erland
Berg Danielsen, Gunnleif Olsen, Heini Vatnsdal, Erling
Jacobsen – Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen.
Eykaleikarar: Hans Jørgensen, Sámal Jákup Djurhuus
Andrias Ellingsgaard, Eli Simonsen, Jóhan Símin
Edmundson, André Olsen, Gunnar Thomsen.
Venjari: Pætur Clementsen
Dómarar: Sævar Jonsson, Andrias P. Hansen og Laurits í
Króki
FAKTA
Føroyar taptu
ruddiliga fyri Noreg í
dystinum um sjeynda
plássið leygardagin