Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 149 - 7. august 2006 ] U19-landsliðið megnaði ikki tað, sum U17-landsliðið gjørdu hósdagin. Teir taptu fyri íslendingum í dystinum um fimta plássi, og máttu harvið ásanna, at teir bert megnaðu at fáa ein sigur til hølvdar í allar kappingini NM-KAPPING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroyska U19-landsliðið skuldi vinna dystin á ís­lend­ ingum, um teir ætlaðu at enda kappingina á ein virðiligan hátt. So einkult var tað. Eisini við tí í hug­ anum, at lítlubeiggjarnir á U17-landsliðnum longu hósdagin, høvdu hála ein sigur heim í teirra dysti móti Íslandi, so var ein sigur eitt krav. Skoraðu í fyrsta álopinum Vanliga ber illa til at tosa um, hvørt ein leiðsla var uppiborin ella ikki, tá bara nakrir fáir minuttir eru spældir. Men leiðslan, íslendingar tilognaðu sær aftan á átta minuttir vóru spældir á niðara vølli í Gundadali fyrra part­in leygardagin, var ikki ímill­ um tær mest sann­førandi, sum higartil eru sæddar. Tá átta minuttir vóru spældir hevði alt koyrt eftir føroyskum treytum. Tí var tað sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, tá íslendingar skoraðu í sínum fyrsta veruliga álopi. Føroyingar svaraðu tó skjótt aftur, og nakrar minuttir seinni stóð jøvnum 1-1. Føroyar fingu hornaspark í vinstru síðu, og bólturin varð sendur væl innfyri. Bæði verjuleikari og málverji fóru upp eftir bóltinum, men tað gekk ikki so væl hjá teimum, og tí var tað lætt hjá Jóhan Davidsen at trilla bóltin í tóma málið. Hetta málið sá onkurs­ vegna út til at verða start­ skotið til eina føroyska røð av álopum, og var tað var eisini í ein ávísan mun. Tíverri høvdu føroyingar sama trupulleikan, sum teir hava havt í øllum teimum undanfarnu dystunum: neyvleikin og at tað altíð vantaði akkurát tað allar seinasta fyri at fáa bóltin í netið. Eitt fínt dømi um hetta er, tá eitt korter var spælt av fyrra hálvleiki. Bogi Løkin ger alt rætt í høgru síðu, tá hann fær bóltin og driblar seg leysan. Sloppin av við íslendingin hyggur hann upp, og leggur bóltin væl inn í feltið, har Pætur T. Jørgensen er komin fram­ við. Ólukkutíð er Pætur júst eina tonn ov stuttur til innleggið, og tískil sleppur bólturin at sigla allan vegin tvørtur um brotsteigin uttan at nakar fekk hendur á honum. Brendu brotsspark Liðini bæði fóru til hálvleiks við hvør sínum máli í skjátt­ uni. Í seinna hálvleiki komu føroyingar betri frá byrjan enn íslendingar, og tá eitt korter var farið, fingu føroyingar strítt seg fram til eitt brotsspark. Skálaleikarin Levi Han­ sen varð settur at skjóta, men skot hansara var ikki av teimum allar bestu, og Magnús Helgasson í ís­lendska málinum tveitti seg til høgru og vardi fyri. Íslendingar vóru eisini fyrstir á returinum, og so var tann vandin av. Júst henda brots­sparks­ støðan er eisini ein fín mynd av føroyska liðnum í kappingini. Tá teir uppløgdu málmøguleikarnir komu, vóru føroyingar ikki nóg neyvir og tá so ein minni møguleiki kom seinni, sum væl kundi havt givið mál - í hesum førinum brots­ sparksretururin - vóru før­ oyingarnir ikki klárir. Skoraðu í síðstu løtu Tá so føroyingar ikki taka av tilboðunum, tá tað stendur teimum í boði, er tað, at liðið verður revsað. Bert tríggjar minuttir fyri leiklok fara íslendingar í eitt kontra álop. Við føroysku verjuni framman fyri sær íslendski bólthavarin, at ein av hansara viðleikarum hevur sett ferð á. Í allarbesta Michael Laudrup stíli lyftur hann bóltin hegnisliga upp um verjuna til áleyparan, sum nú er púra leysur við Rógva Ryggshamar. Hann er kaldur og leggur bóltin trygt í netið og íslendingar eru á gosi. Løtu seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, og íslendski sigurin var ein veruleiki. Føroyingar bæði róptu og ýldu og bank­aðu niður í svørðin av øði um ósigurin, meðan íslendingar dansaðu og sungu sum høvdu teir vunn­ ið kappingina. Hetta var dysturin um fimta plássið, og hann taptu føroyingar. Teir taptu eisini tveir aðrar dystir og vunnu bara tann eina, so reint úrslitaliga var kappingin miseydnað. Leikliga er so sikkurt og vist, at U19- landsliðið hevur fingið okkurt burtur úr, men har eru avgjørt nógv at arbeiða við hjá venjaranum næstu tíðina. Úrslit frá finaludystunum: 7. pláss - Føroyar U17 - Noreg 0-5 5. pláss - Ísland - Føroyar U19 2-1 3. pláss - Finnland - Svøríki 2-1 1. pláss - Danmark - Ongland 4-0 Ísland - Føroyar U19 2-1 (1-1) Ísland vann norðuratlants­ uppgerðina Ísland - Føroyar U19 2-1 (1-1) 1-0: Viktor Unnar Illugason, 6. 1-1: Jóhan Davidsen, 11. 2-1: Kristinn Steindórsson, 77. Føroyar: Rógvi Ryggshamar - Jóhan Davidsen, Sam Jacobsen (Jann Martin Mortensen, 41.), Einar Hansen - Bogi Løkin, Ólavur í Ólavsstovu, Rasmus F. Nielsen (Frank Poulsen, 56.) - Levi Hansen (John Hansen, 59.), Jón Krosslág, Johan Ellingsgaard. Á bonkinum uttan at koma inn: Ári Samson, Jóan P. Jacobsen, Henning Joensen, Oddmar Færø. Gult kort: Bogi Løkin, 40. Einar Hansen, 74. Venjari: Bill M. Jacobsen FAKTA Aab fremst í Danmark Einsata føroyingafelagið í SAS-liguni, Aab, hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið. Nú fjórða umfar í bestu donsku deildini er leikt, hevur liðið hjá Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen fult stigatal, og hava teir skorað 11 mál og einans latið tvey ígjøgnum. Teir eru einasta liðið við 12 stigum aftan á fýra dystir, meðan Brøndby hevur 10 stig. FC Keypmannahavn hevur níggju stig, men hava teir leikt ein dyst færri enn Aab. Hóast danska kappingin hevur verið í gongd nú í ein lítlan mánað, hava Jón Rói og Súni enn ongan dyst spælt. Teir hava báðir eru í løtuni úti við skaða og hava heldur ikki fingið landsliðsboð av tí sama. -rwd Nedved trýr ikki upp á Zlatan og Trezeguet Í farnu viku vistu útlendskir fjølmiðlar at siga, at Zlatan Ibrahimovic er ávegis úr Juventus. Hann var skaddur í knænum, og tímdi tí ikki at vera við í ferðalagnum, sum skuldi leika ein venjingardyst móti einum liði í Seriu B. Hetta fekk øði í bæði leikarar og leiðslu, og miðvallarleikarin Pavel Nedved segði, at tað helst var frægast um Zlatan bara varð seldur, tí hann var ikki góður fyri samanhaldið á liðnum. Í morgun veit danska heimasíðan bolddk.com at siga, at Nedved eisini ivast stórliga í, um hin áleyparin, David Trezeguet, verður í felagnum. - Tí trúgvi eg ikki fyrr enn eg síggi tað við mínum egnu eygum, skal Pavel Nedved hava sagt sambært bolddk.com. David Trezeguet kemur aftur úr feriu í vikuni, og sambært italsku avísuni Tuttosport, skal hann tá fundast við leiðslu felagsins um framtíðar støðu sína. -rwd Íslendingar endaðu oman á í dystinum móti U19-landsliðnum, sum mátti ásanna, at teir ikki megnaðu tað U17-landsliðið kláraði hósdagin