Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 149 - 7. august 2006 ] EB/Streymur heldur framvegis kósina púrasta beina. Við at taka øll stigini í Klaksvík setti liðið eina feitu striku undir, at teir í løtuni eru so nógv tað besta boðið upp á ein komandi føroyameistara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nú farið verður undir sein­ asta triðingin av Formula- kappingini, er tað fyrst og fremst ein spurningur, sum øll vilja hava svarað: Megnar EB/Streymur at halda dampinum, soleiðis at fyrsta FM-heitið nakran tíð kann vinnast til høldar hjá felagsliðnum? Tað hevur verið tosað um, at komandi fýra upp­ gerðirnar mest sum eru sannleikans tími í so máta. KÍ á útivølli, HB heima, B36 í Gundadali og so heima móti NSÍ. Fýra dyst­ ir, har EB/Streymur hev­ ur møguleikan at senda argastu kappingarneytarnar av í svinginum, og júst hetta var eisini tað, sum hendi í Klaksvík leygardagin. Karmurin kring dystin kundi illa verið nakað betri. Summafestivalurin saman við ósvikaliga áhuganum, sum fótbóltsspælið hevur í Klaksvík, syrgdu fyri úti við 1300 gjaldandi áskoð­ arunum, umframt at hópur av øðrum fólki eisini var til dystin. Og stóran part av dystin­ um fingu tey eisini rættiliga gott undirhald. Bæði liðini kundu kanska skipað spælið betri, men nervin var fyri tað mesta rættiliga stórur og intensur. Og hóast virðingin fyri mótpartinum avgjørt var til staðar, so var talan eisini um álopsfótbólt. Snøgt sagt, so vildu báðir partar vinna dystin, og við nógvum spæli út móti kantunum, vórðu lunnarnir lagdir til ein dyst, sum avgjørt kundi fara báðar vegir. Óhvast álop At tað so kortini vórðu gest­irnir, sum við einum rættiliga tryggum sigri fóru avstað við øllum, hevði sjálv­andi sínar orsøkir. Fyrst og fremst, so tóktist tað, sum vildi EB/Streymur meira enn vertirnir. Hóast KÍ til tíðir hevði eina heilt fitta yvirvág í spælinum, so steðgaði spælið alt ov ofta upp, tá bóltarnir komu innfyri. Partvíst tí Christain Lundberg og Paul Clapson í ov stóran mun vóru at finna í borðunum, heldur enn at vera menninir, skuldu berjast um bóltarnar í feltinum. Og partvíst tí EB/Streymur enn einaferð prógvaði, at liðið hevur eina tí sterkastu miðverjuna í landinum. Og at miðverjan dugdi annað enn bara rudda bóltar burtur, prógvaði Marni, tá hann var maðurin, ið legði EB/Streym á odda. Markeringin hjá KÍ sveik í deyðbóltsstøðu, og so kundi Marni mest sum flúgvandi stúta bóltin í kassan. Og í hinum endanum var tað eisini ein verjuspælari, sum hevði avgerandi leik­ lutin, tá KÍ fekk javnvág íaftur. Altíð ungi Marek hevði dittað sær framvið, og tá hann rak inn í brotsteigin, varð hann heldur óneyðuga feldur, og so kundi Atli senda í kassan. Heppið mál avgjørdi Útjavningin gav eisini KÍ alt betri mót upp á uppgávuna. Í løtuni undan steðgin tóktust teir trýsta nógv, og onkra ferðina brendi heilt nógv á framman fyri málið hjá EB/Streymi. Ta einu ferðina brast skot á stólpan, og í øðrum føri varð stútað beint fram við í góðari støðu. Spakuliga fingu gestirnir tó aftur fatur um dystin, og tað gekk heldur ikki so long tíð, áðrenn teir sluppu at spæla upp á sínar premissur. Málið var kanska eitt dømi um, hvussu neyðuga hepnið ofta hevur hug at fylgja einum oddaliðið. Ronnie Samuelsen fekk einki serligt skot á, tá yngri bróðurin saman við Bárði Olsen skræddu KÍ-verjuna upp. Flestu mundu eisini halda, at Meinhardt hevði tamarhald á bóltinum, men onkursvegna sníkti bólturin seg umvegis stólparótina í kassan. Og eftir hetta varð ongan tíð heilt vandamikið at vera EB/Sreymari. Mynstrið varð nú júst soleiðis, sum teir vildu hava tað. KÍ hevði bóltin nógv, men tá teir komu móti fýrkantaða teiginum, sótu gestirnir á tí allar mesta. Og við tveimum fínum kontramálum eydn­ aðist so eisini at drepa dystin. Ikki minst var tað fyrra av hesum ein sonn perla, tá Rafal legði inn fyri til Bárð, sum sera kontrollerað lobbaði bóltin upp um málverjan við eini vakrari fyrstuferðs-røring. Eru favorittar Sigurin ber við sær, at EB/ Streymur nú er átta stig undan næstu liðunum, og tó at fleiri teirra spæla longu í morgin, so skerst ikki burtur, at tað nú sær ikki bara gott - men heilt gott – út hjá felagsliðnum. KÍ man í øllum førum ikki gera sær nakrar serligar vónir um at vinna oddin aftur, og komandi umførini fara so at vísa, um onnur kunnu gera sær slíkar. Í øllum førum stendur oddaliðið í støðuni, har teir kunnu senda at kalla allar kappingarneytarnir langt burtur. Fyrsta settið í so máta var tað í Klaksvík, og so fæst at vita, hvussu tað fer at ganga, tá HB, B36 og NSÍ standa næst í røðini. 4-1 í Klaksvík var í øllum førum ein greið ávaring til hini liðini um, at EB/Streymur nú stendur so langt fremst í røðini, tá tosað verður um FM- biðlar. Gravesen er liðugur Danski landsilðsspælarin Thomas Gravesen var ikki partur av hópinum, tá Real Madrid um vikuskiftið riggaði seg til venjingarlegu í USA. Gravesen hevur longu tvær ferðir verið partur av roki í Real-leguni í summar, og tað er ikki nakað, sum venjarin, Fabio Capello, ætlar sær at góðtaka. Real Madrid hevur gjørt stórar íløgur í nýggjar spælarar, síðani Capello kom til í summar, og í miðlunum hevur leingi verið gitt, at Gravesen var ein av spælarunum, sum var á veg úr felagnum. -mørk Rooney aftur útvístur Bæði Wayne Rooney og Paul Scholes vórðu riknir av vølli, tá Manchester United um vikuskiftið vann 3-1 á FC Porto í venjingardysti. Rooney hevði eitt keðiligt farvæl til HM, tá hann varð rikin av vøllinum í dystinum hjá Onglandi móti Portugal, og nú enn eitt kort er komið á kontina, kann hetta fáa fylgjur. Í Onglandi verður nevnliga fylgt væl við, hvat fyriferst í venjingardystum, og nú verður agt, at Wooney er í vanda fyri at fáa leikbann í tríggjar dystir. -mørk Nú tosa tey um gullið Við tveimum málum var Ronnie Samuelsen avgjørt ein av monn­ unum, sum av álvara vóru í fokus, tá EB/ Streymur tók eitt risa fet fram móti tí, sum alt meira líkist einum meistaraheitið til fe­­lag­ ið. Og hóast gullið ikki er nakað, sum tey í EB/ Streymi hava tosað so hart um í ár, so tykj­ ast spælararnir nú við­ ganga, at hetta er eitt evni. – Tað hevur sæð gott út hjá okkum. Í steðginum hava vit tosað um, at vit nú hava fýra finalur. Altso dystir, har vit veruliga kunnu leggja sjógv til hini, um vit vinna, ella har vit kunnu tveita fyrimunin fyri borð, um vit kiksa. Dysturin í dag var tann fyrsti av hesum, og hesa upp­ gávuna loystu vit so. Og eru tit so farnir at tosa um FM-møgu­ leikan? – Tað slepst illa undan tí spurninginum. Fólkið kring liðið hevur ikki tosað um annað hendan seinasta mánaðin, so vit kunnu illa ignorera tann møguleikan, sum vit hava. KÍ-EB/Streymur 1-4 (1-1): KÍ gleið í svinginum Paul Clapson var saman við Christian Lundberg sera arbeiðssamur, men ofta merkti hetta eisini, at áleypararnir restaðu, tá bóltarnir vórðu spældir innfyri Mynd: Álvur