Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 149 - 7. august 2006 ] Við sigri á heimavølli móti SÍ í ógvuliga svingandi uppgerð yvirtók AB upp­flyt­ ingarplássið, sum LÍF í summarfrítíðini hevur sitið á 1. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B71-LÍF Tað er nógv, sum bendir á, at tað ikki fer at verða leygardags fótbóltur inni í Dal á Sandi næsta ár. B71 var undan summarfrítíðini millum fremstu evnini til uppflyting. Sandoyingar høvdu á fremsta plássinum sama stigatal sum LÍF. Tí var tað serliga spennandi, tá ið tey bæði oddaliðini sunnudagin hittust á Sandi. Men talan gjørdist ong­ an­tíð um intensa odda­upp­ gerð. Munurin á liðunum var alt ov stórur. B71 vann 6-1, og tað var ikki fyrr­ enn støðan var 6-0 og í síðstu sekundunum, at LÍF minkaði um munin við brotssparki, ið Allan Joensen, sum hesa ferð var í miðverjuni, setti í málið. Eli Hentze setti hol á fyri B71 við brotssparki, eftir at Clayton Soares varð feldur. Jónsvein Thomsen er komin rættuliga fyri seg aftur, eftir at hann er komin aftur av skipi. Hann skoraði undan steðginum eftir uppspæl frá Clayton Soares, og tá ið hann tíðliga í 2. hálvleiki stútaði til 3-0 eftir innlegg frá Magnusi Olsen var alt avgjørt. Inn­ skifti Rasmus Nielsen økti til 4-0 eftir uppspæl frá Eli Hentze og Clayton Soares, og Soares økti til 5-0, eftir at hann hevði sneitt seg einsamallan við Rógva Ryggs­hamar, sum royndi at verja LÍF málið, men ikki fekk so nógva hjálp frá sera tomu viðspælarunum. Clayton átti fyrru royndina, tá ið Magnus Olsen eftir hálvbjarging frá Rógva Ryggs­hamar skoraði til 6- 0. Leirvíkingar vóru stórt vónbrot. Eina løtu í 2. hálvleiki høvdu teir bóltin ikki so lítið, men tað var als eingin broddur í. Leygardagin skulu teir spæla á Sevmýri, og um hugburðurin ikki verður øðrvísi móti TB, enn hann var hesa ferð, so kunnu teir í Leirvík ikki rokna við at fáa nakað við sær aftur um Suðuroyarfjørð. AB-SÍ AB hevði vitjan av SÍ, og argjamenn vunnu 6- 3. Tað var eitt fitt lot á Argjum, og tað var ógvu­ liga hendingarríkt. Bæði lið­ini høvdu nógvar mál­ møguleikar. Munurin var tann, at AB – og serliga Tummas Hans Rubeksen og Allan Mørkøre – dugdu at fáa úrtøku burrturúr, meðan sørvingar misnýttu nógvar møguleikar. Allan Mørkøre átti upp­ leggið til fyrsta málið, sum Tummas Hans skoraði, tá ið hann kom einsamallur móti málverjanum. Eftir at Marcello Marcelino við einmansavriki hevði javnað til 1-1, gekk ein løta, áðrenn Allan Mørkøre spældi Tony Rasmussen leysan, og so var 2-1. Tummas Hans Rubeksen skoraði til 3-1 eftir upplegg frá Tony Rasmussen, og so svaraði SÍ tvær ferðir aftur – Jón Nielsen og Jens Erik Rasmussen upp á brots­ spark. So misnýttu sørvingar fleiri ferðir, áðrenn Allan Mørkøre syrgdi fyri heima­ sigrinum. Fyrst umsetti hann úr ellivu metrum, og so skoraði hann eftir frí­ spæling frá Jákupi Martin Joensen. Tummas Hans Rubeksen setti punktum við sínum triðja máli. Hinir dystirnir Um TB eftir hetta umfarið fer at verða betri fyri fæst at vita í kvøld, tá ið teir á heimavølli fara at spæla móti VB/Sumba. TB heitti á VB/Sumba um at útseta dystin. Tað er greitt, at FSVágar04 ikki verður partur av kapp­ ingini um fremstu plássini. Sunnudagin var FSV04 í Klaksvík, har teir taptu 1-0. Einsamalla málið skoraði KÍ beinanvegin. Jóannes Larsen stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir veldugt málverjukiks og innlegg frá Kristoffuri Jacobsen. Leygardagin vórðu ong­ar útskiftingar gjørdar á For­ mulaliðnum hjá KÍ. Tí var KÍ manningin góð – eitt nú Kristoffur Jacobsen, Høgni Madsen og Arnhold Joensen – men spælið var einki at reypa av. FSV04 átti mest sum alt spælið, og serliga fram móti dystarenda trýstu teir KÍ. Bólturin var bæði á tvørtrænum og á stólpanum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Hera Thorsteinsson, sum var stinnur í málinum. HB fekk ikki fulla úrtøku, tá ið teir sunnudagin høvdu vitjan av Royn, sum við 2-2 javnleikinum tvífaldaði um samlaðu úrtøkuna. Uni Arge lobbaði eftir framlegging til 1-0, og Hanus Toftheyggj javnaði til 1-1 við rimmar langskoti. Tíðliga í 2. hálv­ leiki fingu liðini hvør sítt mál. Allan Mikkelsen legði Royn framum eftir trunkaspæl, og John Eyst­ berg javnaði við skoti uttan­ vert brotsteigin. Fríggjakvøldið var Royn í Vági, har teir spældu út­settu uppgerðina frá 14. umfari. VB/Sumba vann 4- 2 eftir tætta uppgerð. Hval­ bingar hildu seg hava uppi­ borið í hvussu so er eitt stig, men teir høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu. Svimjingin bíðar Tað eydnaðist ikki at avgreiða kappsvimjingina um Nólsoyarfjørð um vikuskiftið, soleiðis sum ætlanin annars var. Leygardagin, tá svimjast skuldi, vóru veðurlíkindini ikki til at svimja á opnum havi, og tí varð í fyrstu atløgu valt at bíða til sunnudagin. Heldur ikki tá gekst eftir vild, og nú verður svimjingin fyribils flutt tvær vikur fram. Komandi vikuskifti er annars ovastevna í Nólsoy, men tá er harður streymur, og tí verður heldur ikki svomið tá. -mørk Eftir at hava verið darvaður av sjúku í nøkur ár, hevur Vladimir Kramnik reist seg aftur. Í mei/juni stóð hann seg sera væl á russiska landsliðnum í talvolympiaduni, og sunnudagin vann hann Dortmund. Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Seinastu tvey árini – fram til talvolympiaduna – hevur einki gingið eftir vild hjá 30 ára gamla Vladimir Kramnik. Hann varð nógv kritiseraður fyri at vera ein ov keðiligur telvari, sum ofta leikti skjótir javnleikir. Ratingtal hansara fall eisini nógv, frá yvir 2800 til nær­ um 2700. Men fyri einum lítum ári síðani greiddi Kramnik frá sínari sjúku. Ein pínufull nervasjúka, sum serliga ávirk­aði rygg hansara. Hann nevndi somuleiðis, at hann fór at taka minst hálvt ára steðg frá telving. Í mei royndi Kramnik seg av álvara aftur, tá hann við góðum úrslitum mann­aði 1. borð á russiska lands­ liðnum. Í Dortmund prógv­ aði hann aftur sítt virði sum ein av heimsins bestu telvarum nakrantíð. Leko bestu byrjan Átta telvarar mannaðu í ár ”Grand Slam” kappingina í Dortmund. Ilt var at spáa um nakran ávísan favoritt, tí talan varð um nógvir javn­ sterkir telvarar við drúgvum royndum í slíkum sterkum høpi. Peter Leko fekk - sum hann mangan plagar - eina góða byrjan. Fram til sjeynda og seinasta umfar var hann fremstur. Men tí­verri fyri Leko skuldi hann í 7. umfari hava svart ímóti væl upplagda Kramnik, sum umfari undan hevði vunnið eitt stutt og greitt talv ímóti Jobava Baadur (Talvið hesa vikuna). Kramnik leikti javnt í sínum fyrstu fimm talvum, men við sigrinum á Jobava og síðani sigrinum á Leko, endaði mæti russin á fremsta plássi. Peter Svidler hevði somu­ leiðis eina sera góða kapp­ ing og fekk 4,5 stig eins og Kramnik. Ein serlig rokni­ skipan viðvíkjandi mót­ støðu­stigum viðførdi, at Kramnik varð kosin vinnari av Dortmund 2006. Boris Gelfand, Michael Adams og Peter Leko end­aðu á 3. plássi, hálvt stig aftanfyri Kramnik og Svidler. Magnus Carlsen næstan 2700 39th Biel International Festi­val endaði 4. august. Alexander Morozevich (2731) varð ratingfavorittur og hann vann eisini kap­p­ ingina rættiliga trygt við 7,5 stigum av 10 møguligum. Moro vann sjey talv, leikti eitt javnt og tapti tvey. Bæði ímóti 15 ára gamla Magnus Carlsen (2675). Magnus tapti tó síni bæði talv ímóti Andrei Volokitin (2662), og tískil varð hann ov stuttur. Men deilt 2. pláss saman við Teimour Radjabov (2728) er sjálvsagt eitt ótrú­ liga gott úrslit hjá unga norðmanninum. Teir fingu 6 stig. Við úrslitinum er Magnus tætt við 2700 rating­markið. Føroyskt Meistaraheitið fyri Ung (FMU) Fyri fyrstu ferð verður skipa fyri kapping um føroyameistaraheitið innan frælsan ítrótt fyri ung. Hetta verður leygardagin 12. august á Svangaskarið. Kappast verður í fylgjandi bólkum: Gentur og dreingir 10-11 ár (fødd 1995-96) kappast í 60m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti. Gentur og dreingir 12-13 ár (fødd 1993-94) kappast í 80m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti. Gentur og dreingir 14-15 ár (fødd 1991-92) kappast í 100m, 300m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti. Gentur og dreingir 16-17 ár (fødd 1989-90) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti. Gentur og dreingir 18-19 ár (fødd 1987-88) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti. Allir føroyingar, sum eru limir í einum av feløgum undir FÍF kunna luttaka. Tilmelding ferð fram á www.athletics.fo. Seinasta freist fyri tilmelding er mikukvøldið 9. august. Tað er ikki gjørligt at melda til á staðnum. LÍF hølvað av á Sandi Kramnik aftur á slóðina Dortmund 2006 1. Kramnik, Vladimir 2743 4.5 av 7 2. Svidler, Peter 2742 4.5 3. Adams, Michael 2732 4.0 4. Leko, Peter 2738 4.0 5. Gelfand, Boris 2729 4.0 6. Naiditsch, Arkadij 2664 3.5 7. Aronian, Levon 2761 2.0 8. Jobava, Baadur 2651 1.5 Talvið hesa vikuna Jobava,Ba (2651) - Kramnik,V (2743) Sparkassen Dortmund GER (6), 05.08.2006 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 b6 4.Ric3 Bb7 5.a3 d5 6.cxd5 Rixd5 7.Bd2 Rif6 (Kramnik ynskir helst at halda lív í støðuni við at ikki býta ov nógv fólk av) 8.Fc2 c5 9.dxc5 Bxc5 10.b4 Be7 11.e4 Ric6 12.Bf4 0–0 13.Rd1 Fc8 14.e5? (Leikurin tykist logiskur, men Kramnik finnur nú eina sterka leikrøð) Støðumynd eftir 14. e5 14...Rixb4! 15.axb4 Rie4! (Hóast hvítur er í trupulleikum, var tað óvæntað at Jobava gavst í hesari støðu. Besta royndin hjá hvítum er Rd3 við ætlanini Bd2, men svartur leikar síðani Fc5 og síðani Rc8 við greiðum fyrimuni) 0–1