týsdagur 8. august 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 8. august 2006
tíðindi
John Johannessen,
javnaðartingmaður,
metir, at tann
íslendska og
norska lógin um
foreldramyndugleika
eru betri enn tann
danska, men fegnast
kortini um, at
føroyingar nú geva
foreldrum møguleika
at avtala felags
foreldramyndugleika.
Best hevði tó verið,
um vit yvirtóku økið,
heldur hann
FORELDRA
MYNDUGLEIKI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
John Johannessen, ting
maður fyri Javnaðarflokk
in, er heitur talsamaður fyri
at seta ríkislógartilmælið
um foreldramyndugleika
í gildi í Føroyum, og
hetta vísti hann eisini á
undir viðgerðini av løg
mansrøðuni.
Hann heldur tó, at tað
besta hevði verið at brúkt
tað íslendska ella norska
modellið, sum hann tekur
til, har børnini verða søgd
at hava rætt til bæði síni
foreldur, men hann ásannar,
at møguleiki er ikki í
núverandi samgongu at
yvirtaka familjurættarækið,
og tí ber ikki til at smíða
føroyskar lógir um hesi
viðurskifti.
Spurdur, um hann veit av,
at felags foreldramyndug
leiki bert kann avtalast, um
foreldrini eru samd, sigur
John Johannessen:
– Ja, men hetta er eitt
framstig í mun til tað, vit
hava havt, men mær dámar
sum sagt betur tað, tey
hava í Íslandi og Norra.
Tað er ein meira logisk og
rættvís skipan, men tað er
lítið annað at gera undir
verandi umstøðum enn at
seta donsku lógina í gildi.
Men hví ikki bíða eftir tí
nýggju donsku lógini?
– Tað veit eg ikki, nú hava
vit bíðað so leingi. Faktiskt
er alt famuiljurættarøkið
avoldað,
sigur
John
Johannessen, og vísir m.a.,
at serliga tað, at ógiftir
pápar í Føroyum ikki
kunnu veljast í skúlaráðini
ikki sømir seg í okkara
tíð, og tí er hetta ikki gott
fyri javnstøðuna. Hann
metir tó hinvegin, at einki
forðar okkum í at dagføra
lógina seinni, men leggur
dent á, at sjálvur heldur
hann, tað hevði verið best,
yvirtikið familjurættarøkið.
Hann er tó ikki vísur í,
um allur Javnaðarflokkurin
er samdur við honum í
hesum.
– Men talan er bara um
javnstøðu á hesum økinum,
so
leingi
mammurnar
ynskja tað?
– Ja, tað er bara javnstøða
so
leingi
mammurnar
ynskja tað, hetta er ikki
optimalt, so tað hevði verið
frægari, um vit yvirtóku
hetta økið.
John Johannessen vísir
tó á, at familjurættarøkið
er eitt komplekst øki at
yvirtaka, men sigur seg tó
fegnast um, at vit eru komin
so langt, sum vit nú eru.
Sambært løgmans
røðuni ætlar Lands
stýrið at leggja
núverandi donsku
lógina um foreldra
myndugleika fyri
tingið, hóast danir
ætla at vraka hana og
seta eina nýggja lóg í
gildi næsta ár.
Lars Hansen, limur
í høvuðsnevndini
í Foreningen Far
í Danmark, kallar
lógina bæði absurda
og hopileysa, og
metir ikki, at hon
tryggjar pápum nóg
góð rættindi. Í 88 %
av rættarsakunum
í Danmark um for
eldramyndugleika
vinna mammurnar,
hóast bæði foreldur
verða mett egnað sum
foreldur
FORELDRA
MYNDUGLEIKI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í
løgmansrøðuni
ólav
søkudag segði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, at
Innlendismálaráðið fer at
leggja uppskot fyri Løg
tingið um, at núverandi
danska lógin frá 1995 um
foreldramyndugleika
og
samveru kemur í gildi í
Føroyum við kongligari
fyriskipan. Orsøkin til, at
føroyingar ikki sjálvir kunnu
smíða eina lóg á hesum
øki er, at familjurættur ikki
er yvirtikin, og tí verður
lógaruppskotið
viðgjørt
sum ríkislógartilmæli.
Í viðgerðini av løgmans
røðuni í Løgtinginum søgdu
fleiri tingfólk seg fegnast
um, at »nú sleppa páparnir
endiliga at eiga síni børn«,
tí sambært galdandi lóg
frá 1922 fær mamman
foreldramyndugleikan yvir
børnunum, um foreldrini
ikki eru gift.
Men
sambært
Lars
Hansen, limur í høvuðs
nevndini í Foreningen Far,
sum er danska felagið fyri
foreldur, ið arbeiða fyri
at børn skulu hava rætt til
bæði foreldur, er eingin
orsøk hjá føroyingum at
gleða seg ov tíðliga.
– Eg undrist stórliga á,
at føroyingar ikki bíða eitt
hálvt ár við at seta lógina í
gildi, sigur Lars Hansen.
Orsøkin er nevniliga
tann, at danir væntandi fáa
eina nýggja lóg á økinum
1. januar næsta ár, av tí
so at siga allir flokkar í
Fólkatinginum
halda
núverandi donsku lóg geva
børnum ov vánalig rættindi
til pápar teirra. Og tað er
júst hendan lógin, sum
Innlendismálaráðið ætlar at
seta í gildi í Føroyum.
Lars Hansen vísir á, at
tað ikki er nóg gott, at
føroyingar sum nú er hava
eina lóg frá 1922. Hann
sigur, at lógin núverandi
danska lógin frá 1995 var
eitt stig á vegnum, men
spyr, hví føroyingar ikki
heldur velja at ganga tvey
stig fram.
Hann leggur dent á, at
stór ónøgd hevur verið um
lógina frá 1995, sum danir
nú ætla at broyta, og sum
føroyingar nú ætla at seta í
gildi í Føroyum.
Fáa ikki gagn av
granskingini
– Tað er eisini eitt stórt
granskingararbeiði gjørt av
Socialforskningsinstituttet
til ta nýggju lógina, og tað
er spell um føroyingar ikki
fáa gagn av hesum arbeiði,
um teir seta ta gomlu í
gildi í Føroyum. Eitt nú
vísa kanningar, at børn
koma best ígjøgnum ein
hjúnaskilnað, um foreldrini
kunnu tosa saman, sigur
Lars Hansen. Harafturat vil
Foreningen Far vera við, at
børn, sum búgva líka nógv
hjá mammu og pápa sínum,
trívast best.
Danska lógin frá 1995
er løtt at brúka í t.d. eini
rættarsak at hevna við, tí
mammur vinna so at siga
altíð slíkar sakir, av tí ein
dómari skal velja annað
foreldrið at vinna sakina
– sum oftast mammuna,
vísir nevndarlimurin á.
Tað nýggja lógarupp
skotið, ið danir arbeiða við
í løtuni gevur hinvegin betri
møguleikar fyri mekling,
og kann eitt nú noyða fólk
til tvær meklingar, áðrenn
farið verður í rættin. Har
afturat kemur fyri, at
fíggjarligar orsøkir eru,
tá mammur krevja fullan
foreldramyndugleika,
tí
hetta kann geva tryggari
fíggjarlig kor.
Tann nýggja danska lógin
gevur eisini avvarðandi
betri kor. Eitt nú hava omm
ur og abbar sambært 1995-
lógini ongi rættindi til at
síggja teirra ommu- og
abbabørn, um t.d. pápin hjá
børnunum doyr. Hinvegin
gevur nýggja danska lógin
eitt nú ommum og abbum
og hálvsystkjum rætt til at
hava samband við eitt barn,
um viðkomandi foreldur
ikki longur er á lívi.
Mammur vinna 88 %
av rættarmálunum
Spurdur, um hann heldur,
at argumentið hjá fleiri
av føroysku tinglimunum
heldur, tá teir siga, at tann
danska lógin frá 1995 fer at
»tryggja føroyskum pápum
teirra børn«, svarar Lars
Hansen avgjørdur:
– Nei! Børn eiga teirra
foreldur!
Hann heldur nógv í
donsku lógini frá 1995, ið
Innlendismálaráðið ætlar at
seta í gildi, er bæði órættvíst
og absurd.
Eitt nú skal ein mamma,
um foreldrini ikki eru
gift, skriva undir upp á,
um hon ynskir at hon og
pápin skulu hava felags
foreldramyndugleika, og
um annað av foreldrunum
ynskir at ógilda felags
foreldramyndugleikan,
kann
viðkomandi
fara
í
rættin,
har
dómarin
sum
nevnt
einki
val
hevur, men skal skera
ígjøgnum og velja annað
foreldrið og geva tí allan
foreldramyndugleikan. Í 88
% av tílíkum rættarmálum
vinnur
mamman.
Tvs.
at hóast rætturin metir,
at bæði eru egnað sum
foreldur, skal rætturin skera
ígjøgnum, og tað er hetta
sum Lars Hansen metir at
vera absurd.
– Tað er bæði hopileyst
og absurd, at bæði hesi
tingini kunnu standa í
einum og sama dómi, sigur
Lars Hansen.
Rætturin
kann
eisini
bjóða
konfliktmekling,
men bert um báðir partar
játta hesum.
– Er barnið undir hálvt
ár er talan bara um ein
formalitet, og mamman skal
vera
rúsevnismisbrúkari
ella sálarliga sjúk, um
hon skal tapa málið um
foreldramyndugleikan,
sigur Lars Hansen.
Pápar betur vardir í
Noregi og Svøríki
Soleiðis er ikki í Noregi
í Svøríki. Har hava dóm
stólarnir
møguleika
at
geva báðum foreldrum
foreldramyndugleikan,
um tey verða mett egnað
sum foreldur. Og har
hava bæði eisini foreldur
foreldramyndugleika frá tí,
barnið verður føtt.
– Tann danska lógin ger
pápar til »vánalig foreldur«,
sigur Lars Hansen, og sipar
til, at fleiri pápar missa
foreldramyndugleikan við
hesi lóg, hóast føroyskir
tingmenn
vilja
vera
við, at hendan lógin fer
at »tryggja« føroyskum
pápum børnini.
Lars Hansen vil vera við,
at teir allarflestu páparnir
í dag ynskja at taka sær
av sínum børnum og vísa
ábyrgd.
Hann vísir á, at hóast
danir væntandi fáa eina
nýggja lóg á hesum økinum
1. januar 2007, so er tann
nýggja lógin ikki nóg góð
á øllum økjum sambært
Foreningen Far. Tí metir
Lars Hansen tað hevði
verið betri, um føroyingar
heldur hugdu eftir, hvussu
eitt nú sviar og norrmenn
hava smíðað sínar lógir um
foreldramyndugleika.
– Tit áttu heldur at tikið
tvey stig fram ístaðin fyri
eitt og hugt eftir, hvussu
tey gera í Noregi, Svøríki
– ella í »Suðurdanmark«,
sigur Lars Hansen, og sipar
til, at føroyingar heldur
áttu at bíðað, so ein meira
nýmótans lóg varð samtykt
og ikki ein lóg, sum danir
nú ætla at ganga burtur frá.
Sosialurin vildi fegin
fingið eina viðmerking frá
Jacob Vestergaard, lands
stýrismanni í innlendis
málum, men hetta var ikki
møguligt, áðrenn blaðið
varð prentað.
– Absurd lóg um foreldramyndugleika,
ið føroyingar ætla at seta í gildi
– Best um vit yvirtóku økið
Danska lógin um foreldramyndugleika frá 1995, sum
innlendismálaráðharrin ætlar at leggja fyri Tingið,
gevur ógiftum foreldrum møguleika at hava felags
foreldramyndugleika yvir teirra børnum, um mamman
skrivar undir upp á hetta.
Um annar parturin stevnir og vil hava foreldramyndugleikan
einsamallur, skal dómarin skera ígjøgnum og geva øðrum
partinum foreldramyndugleikan, hóast dómarin metir bæði
vera egnað sum foreldur.
Í Danmark vinna mammur 88 % av sakum um
foreldramyndugleika, um tey hava havt felags
foreldramyndugleika.
Í Svøríki og Noregi kunnu dómarar velja at lata bæði hava
foreldramyndugleikan, um bæði verða mett at vera egnað
foreldur.
Føroyingar hava ikki yvirtikið familjurættarøkið og hava
tí ikki heimild til at gera egnar lógir á hesum øki.
Danskar heimasíður:
www.foreningenfar.dk
FAKTA