Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 150 - 8. august 2006 tíðindi Stutt sagt Føroyar við á javn­støðu­ ráðstevnu Føroyar luttaka miku­dag­ in 9. august á ráð­stevnu um CEDAW (Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women) Hetta er í sambandi við, at Danmark skal leggja fram 6. periodisku frágreiðingina fyri ST, har danska ríkið skal vísa á, at treytirnar í sátt­ málanum eru fylgdar. Føroyar eru í hesum sambandi biðin um at svara spurningum við­ víkjandi harðskapi móti kvinnum, trafficking (handil við t.d. kvinnum og børnum) og um leiklutin hjá kvinnum í politiskum og almennum høpi, umframt altjóða umboðan. Harumframt er før­ oyska umboðið á ráð­ stevnuni biðin um, at greiða frá javnstøðu­ arbeiðinum í Føroyum, og fer hon at halda eitt upplegg fyri próv­ dómarunum. CEDAW sáttmálin varð háveldisstaðfestur uttan fyrivarni fyri Føroy­ ar tann 21. mai 1983, og hevur sostatt verið fólkarættarliga bindandi fyri Føroyar síðani. Føroyar lýkur øll krøv­ini í sáttmálanum, og eru ongar formligar forðingar í føroyskari lóggávu fyri javnstøðu millum menn og kvinn­ ur. -mørk Lamborghini til Føroya Vikublaðið skrivar á heimasíðu síni, at bil­ magasinið, Top-Gear, sein­ast í september kem­ur á Føroya-vitjan. Við sær á ferðini hava tey einki minni enn ein Lamborghini, sum tey ætla sær at royna á føroysku landavegunum. Tað er í samstarvi við Smyril Line, at vitjanin er fingin í lag, og á ferð­ ini skal super-bilurin av­myndast á vakrastu støð­unum, sum verða funnin á ferðini. -mørk – Føroya fyrsti kvinnu­ ligi pilotur, Kára Dam, fór ígjøg­ num krevjandi útbúgv­ingina uttan at dumpa eina ein­ astu ferð, sum ann ­ ars er púra vanligt hjá teim­um flestu. Royndi flúgvi­leiðarin hjá FaroeJet, Hans Meinhard á Høgabóli, er sonevndur training-pilotur hjá Káru, sum er sett í starv sum flog­stýri­ maður hjá FaroeJet Flúgving Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya fyrsti kvinnuligi pilotur, Kára Dam, er nú byrjað í starvi sínum sum flogstýrimaður hjá FaroeJet. Sambært flúgvileiðaranum hjá felagnum er hon eitt stórt flúgvitalent og hevur staðið seg sera væl, bæði í teoretisku og praktisku útbúgvingini, sum er sera krevjandi. Enn bíða nógvir tímar við flúgving hjá henni, har royndastu flogskipararnir, sum starvast hjá FaroeJet, leggja unga flogstýri­mann­ inum lag á. Í flogførunum hjá FaroeJet sita royndastu flog­ skiparar handan stýripinn­ arnar, og hetta er ein stórur fyrimunur. Strong krøv Stjórin í FaroeJet, Jóhan Simonsen, sigur, at felagið setir strong krøv til teirra, sum skulu flúgva fyri felag­ið, tí trygdin er altav­ gerandi. – Tí hava vit eina skipan, har nýggju pilotarnir so at siga koma í læru hjá okkara royndu flogskiparum. Hetta er tað besta fyri felagið og viðskiftafólk okkara, men tað er eisini ein stórur fyri­munur fyri ungu og evna­ríku fólkini, sum eru morgindagsins álit í luftini, sum stjórin tekur til. Skipanin, sum stjórin sipar til, ber í sær, at liðugt útbúnir pilotar kunnu ikki nevna seg flogstýrimenn, fyrr enn teir hava verið í sonevndari line-venjing, sum hjá FaroeJet tekur um­leið tríggjar mánaðir. – Line-venjingin er týð­ andi. Á heili 40 flogferðum skal nýggi piloturin flúgva saman við einum so­nevnd­ um line-training-piloti, sum hevur drúgvar royndir á Føroya-rutuni. Ikki fyrr enn henda venjing er liðug og eftirmett, hava vit ein flogstýrimann, greiðir Jóhan Simonsen frá. Stórhending Kára Dam úr Havn er ein av tveimum nýggju pilotunum hjá FaroeJet, og hon er nú í line-venjing. Hon byrjaði hjá FaroeJet í næst síðstu viku, og í føroyskari flogsøgu var tað ein søgulig hending, tá hon fyrstu ferð saman við Hans Meinhardi á Høgabóli setti flogfarið trygt og væl á flogvøllin í Vágum. – Tað var eitt upplivilsi at vera við á hesum túrinum, og ikki var tað sørt, at vit bæði kendu søgunar veingjasús: Føroya fyrsti kvinnuligi pilotur setti flog­ farið í Føroyum á fyrsta sinni, sigur Hans Meinhard á Høgabóli, sum er ein av undangongumonnunum í føroyskari flúgving. Kára Dam sjálv hevur ikki hug at gera so nógv burtur úr, men hon dylir ikki fyri, at tað er stuttligt at vera við til ein a slíka søguliga hending. – Jú, fyri meg var hetta sjálvandi eisini eitt upp­ livilsi, sigur 23 ára gamla, Kára Dam. Stórt flúgvitalent Flúgvileiðarin hjá FaroeJet er avgjørdur, tá hann kemur við eini stuttari lýsing av Káru Dam, sum hevur verið á flogi at kalla hvønn dag síðan fyrsta túrin. – Hon er eitt stórt flúgvi­ talent, og uttan at siga ov nógv, kunnu vit staðfesta, at hon fór ígjøgnum krevjandi útbúgvingina uttan at dumpa eina einastu ferð, ið annars er púra vanligt hjá teimum flestu, greiðir line-training-piloturin hjá Káru Dam, Hans Meinhard á Høgabóli, frá. Hann vísir á, at tað sjálv­ andi er forkunnugt, at ein kvinna er sett í starv sum flogstýrimaður hjá FaroeJet, men hon er ikki sett, tí hon er kvinna. – Vit liva í 2006, og kvinnur og menn skulu sjálv­ sagt lúka júst somu krøv hjá okkum. Eftir eina drúgva tilgongd, har vit kanna og testa umsøkjararnar, komu vit eftir, at Kára hevði tann rætta “profilin” til FaroeJet, tí hon er ein serstakliga dugnaligur pilotur við tí rætta hugburðinum til ábyrgdarfulla starvið, hon nú røkir, staðfestir flúgvi­ leiðarin. Áðrenn Kára Dam fyrstu ferð setti hjólini á flog­farinum hjá FaroeJet á vøllin í Vágum, hevði hon kortini roynt lendingina fleiri ferðir áður í júst sama slagi av flogfari í Svøríki. Hetta var hjá Malmø Avia­ tion, ið hevur fleiri British Aerospace-flogfør í sínum flota. – Hetta er vanlig manna­ gongd. Kravið er, at nýggju pilotarnir skulu lenda og fara avstað tilsamans seks ferðir í British Aerospace- flogfari í Svøríki, áðrenn teir koma heim at flúgva. Kára fleyg tó níggju ferðir. Frammanundan hava pilot­arnir eisini roynt seg í flúgvisimulatori í Turk­ alandi. Hetta er sjálvandi alt ein eyka útbúgving, sum pilotarnir fáa oman á ta vanligu pilot-útbúgvingina, sigur Hans Meinhard á Høgabóli. Havi góða tíð Í rúma tíð frameftir skal roknast við, at Kára Dam verður í starvi sum flog­ stýrimaður hjá FaroeJet. Hon droymir um ein dag at kunna gerast skipari, men tað tekur drúgva tíð. Flogmyndugleikarnir krevja, at ein pilotur skal hava flogið í 1.500 tímar, áðrenn viðkomandi kann gerast skipari, men FaroeJet krevur tvífaldaða flúgvitíð. Orsøkin er, at felagið vil tryggja sær, at roynd fólk eru í stýrhúsinum. – Eg eri tolin og havi tíðina fyri mær, sigur nýggjasti piloturin hjá FaroeJet, Kára Dam, ið kann síggja fram til at gerast “floygdur” flog­ stýrimaður um einar tríggj­ ar mánaðir. – Eg eri tolin og havi tíðina fyri mær Ein av royndastu flogskiparum í Føroyum, Hans Meinhard á Høgabóli, undir liðini á Káru Dam, sum væntandi verður “floygdur” flogstýrimaður hjá FaroeJet um einar tríggjar mánaðir. – Kára er eitt stórt flúgvitalent, sigur royndi flogskiparin, Hans Meinhard: Jógvan Andrias á Brúnni