Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2006 9 tíðindi Í seinastuni hava fyrilestrar verið í Útvarpi Føroya eftir Turid Sigurðardóttir har hon m.a. nemur við málstøðuna í Føroyum. Hon heldur tað vera óheppið, at ikki meiri verður tekstað til føroyskt í SvF og peikar á, at gransking vísir, at vanligt er at undirmeta hendan týðandi leiklutin, sum undirtekstur hevur í sjónvarpi. Samstundis peikar føroyskur granskari í tvímæli á, at føroyski málveruleikin er merktur av einum ´blandi` millum tvær málskipanir, føroyskt og danskt – hetta eru lutir, sum uttan iva hava týdning fyri arbeiðið ímóti einum almennum, føroyskum mál­poli­ tikki av álvara fer í gongd MÁLPOLITIKKUR Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Yvir komandi áramál skal ein føroyskur almennur mál­politikkur orðast. Mál­ stevnunevndin hevur havt tveir fundir, har mann hevur fyrireikað arbeiðið. Nú eftir summarsteðgin fer mann meiri ítøkiligari til verka. Síðan úrslitið av PISA- kanningini hevur nakað verið frammi um føroyska málið og í ljósinum av alheimsgerðini tykist tað, sum um okkara mál hevur fingið meiri at siga í samfelagnum og politiska orðaskiftinum. Fleiri eru helst samd um, at føroyskt ofta er tungt at dansa við. Ung lesandi siga m.a., at tey ikki duga veruliga føroyska málið, sum skal vera reint “føroyskt” (E. Holm “Áskoðanir um mál í miðnámsskúlum” í Málting 9:2-11). Málpolitikkur Í breiðari merking finst málpolitikkur allastaðni har tosað verður, tí mál verður altíð stýrt og rættað eftir onkrum. Børn fáa t.d. at vita, at tey skulu varða sín munn og ikki banna – hetta kann lýsast sum málpolitikkur. Men hesin politikkur fer fram á ymiskum støðum í samfelagnum og er ymiskur alt eftir hvør førir hann og hvar hann ætlandi skal vera galdandi. Nú skulu almennu Føroyar hava ein málpolitikk. Og ein aðaltáttur í einum málpolitikki er væl saktans raðfesting av ymiskum økjum. Málstøðan Í grein eftir Hjalmar P. Petersen, sum helst verður prentað í heyst, verður málstøða Føroya lýst. Har verður serliga tvímálsliga støðan við føroyska málinum og danska málinum lýst. Føroyingar hava líka síðan 1500 verið tvímæltir og danskt er rótgrógvið hjá føroyinginum, verður sagt í greinini. Høvundurin undir­ strikar eisini, at tvímæli ella fleirmæli millum fólk kring allan heimin, er reglan heldur enn undantakið. Men føroyingurin verður mettur at vera “javngóður tvímælingur” – sum helst merkir at vit duga danskt líka væl sum føroyskt. Og Turið Sigurðardóttir, lektari í bókmentum á Fróð­skaparsetrinum, hevur í ÚF herfyri havt eina fyri­lestrarrøð m.a. um týð­ingasøgu Føroya. Her peikaði hon á, at týðingar yvirhøvur eru við skerdan lut á metanarliga økinum. Og týðing í sjónvarpi hevur ein størri týdning enn ein ofta gevur sær far um. Hetta er nakað sum øll lesa, og í Føroyum er í lítlan mun á føroyskum. Ungdóms- og barnatilfar er alt á føroyskum, hetta hava tey á SvF serliga lagt seg eftir. Men stórt sæð kemur alt annað tilfar til okkum í donskum teksti. Sjónvarp Føroya Í lógini fyri Kringvarpið hómast ein málpolitikkur fyri Sjónvarp Føroya. Í viðmerkingunum til Kring­ varpslógina, kapitul 3, § 11, verður hædd tikin fyri, at ymiskar skyldur, – eisini málsligar – sum ein kundi hugsa sær eisini liggur í hugtakinum Public-service, eru truplar at røkja. Har stendur eisini, at ein málsligur ráðgevi skal verða settur. Ætlanini við hesum lógarsetninginum er, at starvsfólkini á Kring­ varpinum skulu hava skyldu at nýta og fylgja málsligu ráðgevanum: “Stovnurin skal seta máls­ligan ráðgeva í starv, soleiðis at starvsfólkini javn­an verða skúlað í før­ oysk­um máli, og at holl málslig ráðgeving er tøk hjá starvsfólkunum. Hugsanin er, at starvsfólkini skulu hava skyldu til at nýta og fylgja fakligu málsligu ráðgevingini.” Men sambært Kringvarpsstjóranum er hetta ein misskiljing og skal hesin setningurin strikast. Jógvan Jespersen, stjóri á Kringvarpi Føroya, metir hetta við einum málpolitikki verða ein spurning um raðfesting av fíggjarorkuni hjá stovninum, og tvs. eisini SvF. Roynt verður at finna eina javnvág, sum flest fólk kunnu vera nøgd við. – Vit hava ikki pengar at gera eitt fullkomið føroyskt sjónvarp. Tað blívur til ein spurning um at taka eina føroyska sending av fyri at teksta eina útlendska sending. Hann viðgongur, at ein skipa málrøkt á stovninum hevur ligið á láni ta sein­ astu tíðina. Men í vetur skal nakað verða gjørt við hetta. Stjórin vísir á, at atfinningar um málspillu ofta koma inn um gáttina á Kringvarpinum. Hann vísir á, at tey av og á hava kensluna av, at undirvísingini í føroyskum skúlum ikki er nóg góð. Tá ið mann hevur gingið í skúla í 13 ár, so átti mann at havt ein góðan málførning, sigur Jógvan Jespersen. Leiðarin á programm­ deildini hjá SvF, Ivan Niclasen, er samdur í at undirtekstir hava ein týðandi leiklut í samfelagnum, tá talan er um málpolitikk. Í Íslandi verður alt tilfarið tekstað. Sum øll onnur vildi hann ynskt, at meiri tilfar á SvF kundi verið tekstað til føroyskt. Hann slær fast, at stovnurin er illa førur fyri at røkja ein føroyskan málpolitikk. Málstevnunevndin - Tað er fullkomiliga vón­ leyst at koma við einum mál-normi, sum skal fylgj­ ast. Har eru níggju fólk í nevndini og ein høv­ uðsuppgáva hjá mær verður at samansjóða sjónarmiðini hjá hesum níggju. Frá 1. august verður arbeiðið í Málstevnu­nevnd­ ini byrjað. Formaðurin í nevndini, Árni Dahl, for­ telur frá arbeiðinum, sum skal fara fram. Hann fer saman við skrivaranum, John Dalsgarð, at leggja eina skrá fyri komandi árshálvuna. Fyrsti parturin av arbeið­ inum verður at lýsa og fáa yvirlit á økjunum, sum skulu raðfestast í einum almennum málpolitikki. Eftir at hetta yvirlitið er komið til vega, verður eitt tilmæli lagt fram, tvs. ein møguligur almennur, føroyskur politikkur, sum síðan skal førast út í verk. Árni fortelur, at hugt verður eftir lógarverkinum, sum rørir við tað málsliga, og eisini verður prátað við persónar, sum varða av. Herundir eru lesiætlanir, fyri alt skúlaverkið. Eisini lógir, ið eru galdandi fyri miðlastovnarnar. Til hetta málið við at týða útlendskt tilfar í sjónvarpi sigur formaðurin í nevndini, at hetta altíð hevur verið týdningarmikið. - Børn og vaksin læra t.d. heitini á djórum á fremmandum málið. So her arbeiðir stovnurin beinleiðis ímóti tí endamálinum, sum stovnurin er settur til – nevniliga at varðveita og fjálga um føroyska málið. Málpolitikkur fer fyri stóran part at snúgva seg um at raðfesta, slær hann fast. Í Svøríki, Noreg og Danmark hevur mann gjørt slíkt arbeiði við málsligum tilráðingum. Har kosta tað pengar og tað sama fer tað her. Formaðurin sigur, at mann fer at merkja tað soleiðis, at størri krøv verða sett teimum almennu stovn­unum. Blandað føroyskt – málpolitikkur 2006 Kringvarp Føroya, SvF: Ein meting av eini vanligari viku á SvF: Føroysk framleitt tilfar: 3 ½ tími + 25 min. barnatilfar Teknifilmar við føroyskari talu: 1 tími og 15 min. um vikuna Føroyskir undirtekstir: 1 tími og 5 min. um vikuna Minni enn 5% av samlaða ársverkinum fer til týðingar av útlendskum tilfari. 3,6 ársverk til týðing av útlendskum tilfari 1,5 ársverk til føroyska innlesing – gjørt av fólki uttan fyri stovnin (Dømi er ymiskt barnitilfar) FAKTA Úr komandi grein eftir Hjalmar P. Petersen, granskara við Universitetið í Hamburg, um føroysku málstøðuna 2006: Eitt bland, sum er nátúrligt, verður hugt at teirri aktuellu málstøðuni í landinum. Eitt bland [...] ímillum tvær málskipanir. Hetta er ein partur av tí føroyska málveruleikanum, antin tú vilt tað ella ikki. Móðurmálið – Relief úr basalti frá 1948 eftir Janus Kamban. Til minnis um 100 ára dagin fyri føroyska skriftmálinum og V. U. Hammershaimb. Mynd: Tórshavnar kommuna. Málstevnunevndin, sum er sett sambært løgtingssamtykt, er farin undir týdningarmikla starv sítt at orða ein almennan málpolitikk, og hetta arbeiði fer uttan iva at vera til mikið gagn fyri mál og mentan okkara Frá framløgu løgmans á ólavsøku 2006 ” - Vit hava ikki pengar at gera eitt fullkomið føroyskt sjónvarp stjórin í Kring­ varpi Føroya ” ... her arbeiðir stovnurin beinleiðis ímóti tí endamálinum, sum stovnurin er settur til – nevniliga at varðveita og fjálga um føroyska málið Formaðurin í Málstevnunevndini ”