Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 150 - 8. august 2006 Hóast trygdarráðið hjá ST enn ikki er vorðið samt um eina samtykt sum kríggið í Libanon, so tykist tað sum ein semja er á veg. Tað eru USA og Frakland, sum eru vorðin samd um ein tekst til ST samtykt. Hesi bæði vestanlond standa vanliga fjart frá hvørjum øðrum í Miðeysturmálum. Frakland er av gomlum søguligum orsøk­ um sera vinarligt mótvegis Libanon og USA er sum øllum kunnugt nærmast í verjusamgongu við Ísrael. Samtyktin, sum hesi bæði stórveldi, eru samd um, áleggur øllum pørtum alt fyri eitt at gevast við øllum krígsatgerðum. Hon áleggur øllum fremmandum hervøldum at fara úr Libanon og leggur dent á, at bert libanska hermegin skal kunna bera vápn. Undantikin hesum eru møguliga fremmand hervøld, sum Libanska stjórnin hevur boð­ sent t.d. eitt ST herlið. Ein orsøkin til kríggið er fangaspurningurin. Samtyktin heitir á Ísrael um at umhugsa støðuna hjá palestinskum fangum í landinum. Heitt verður eisini á altjóða samfelagið um at koma Libanon til hjálpar, so landið kann koma fyri seg aftur og tey mongu flýddu skulu kunna venda heimaftur. Tað mest áhugaverda er uttan iva ásetingin um eitt altjóða herlið at halda skil á í økinum millum ánna Litani og so ”bláu linjuna”. Bláa linjan er markið, har Ísrela seg tók aftur á sinni. Nú er so komið til eitt avgerandi stig í krígnum. Eydnast tað ikki trygdarráðnum at semja um hendan tekstin, so endar heilt galið, eitt nú við at Iran fer at nýta oljuna sum trýst á Vesturheimin. Hendir hetta, kann tað loysa út eitt álop á Iran, og vit hava nakað sum likist einum veruligum kríggi, sum fevnir um alt Miðeystur og tað kann so leiða til eina enn verri støðu. Tað er tí at vóna, at semja í dag fæst í trygdarráðnum um tekstin hjá USA og Fraklandi. Sosialurin Vón um frið Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eg meti, at tað nú er neyðugt at lóggeva rogn, livur o.a.innmat av fiski uppá land, so hesi virðir verða virkaði heldur enn fara fyri skeyti. Í smb við lógina um vinnuligan fiskiskap vísti m.a. undirritaði á, at Føroyar kunnu ikki liva við, at rogn, livur o.a. innmatur av fiski fyri 300 milliónir krónur verða kastaðar fyri borð hvørt einasta ár, samstundis sum virkir á landi ikki fáa arbeitt tað tey skulu, tí rávøra tørvar. Um vinnan ikki fær at vita nú, at vøran skal flytast til lands og avreiðast, so fer t.d. øll rognasesongin aftur fyri skeyti komandi ár. Tí er neyðugt at lóggeva hesi virðir uppá land í smb við lógina um vinnuligan fiskiskap, ið er til viðgerðar nú. Júst hvussu farast skal fram,kann tosast um. Men neyðugt er at lóggeva nú. Eg, eins og føroyingar annars, kunnu ikki liva við, at arbeiðspláss møguliga mugu flyta av landinum, tí rávøran verður kasta burtur. Her má nakað henda nú. Um fiskimálaráði ikki ger nakað heilt ítøkiligt nú, so verður málið lagt fyri Føroya Løgting. 1. partur av tveimum Allir føroyingar og alt løg­ tingið, bæði samgonga og andstøða, kunnu gleðast um eina løgmansrøðu, sum er sjáldsama nógv merkt av sosialum og væl­ ferðarpolitiskum rað­fest­ ingum: • sum kann vísa á bæði nógv og stór avrik, • sum harvið doku­men­terar eitt virkið og úrslitaríkt politiskt samstarv, • sum í tí framlítandi part­ inum bæði er sjáldsama ítøkilig og visionér um tað, sum verður sett út í kortið, • og sum haraftrat byggir á eitt sterkt og stabilt politiskt samstarv, ið gev­ur orðunum autoritet og skapar trúgv uppá, at tær fráboðaðu ætlaninar verða settar í verk. Eisini fyri javnaðarfólk er nógv at gleðast um Nú hevur Javnaðarflokkurin verið nógv hartaður, serliga av sínum egnu, fyri at ov lítið sæst aftur til hann í tí førda politikkinum. Nei tað er kanska ikki so nógv skrólan frá Javnaðar­ flokkinum, men ein av mín­ um grundum til at skriva hesa greinina burtur úr røðu míni um ólavsøkurøðu løgmans, er m.a. at vísa javnaðarfólki á, at tað er rættiliga nógv, vit kunnu gleðast um. Bæði tá tað snýr seg um tað, sum henda samgongan hevur fingið av Úrslitaríkt politiskt samstarv – og framlítandi visjónir og ætlanir um vælferð Í bløðunum í dag er eitt les­arabræv, har Johan Sam­uelsen leggur undir­ rit­aða undir at hava spilt løg­mansrøðuna út og at hava skírt løgmann at vera ”skizofrenan”. Við hesi grundgeving er alt lesara­brævið ein persónlig útspilling av undirritaða og Tjóðveldisflokkinum. Tað undrar ikki meg, at Johan Samuelsen skrivar slík­ar útspillingar. Eg havi ikki tal á, hvussu nógv­ar útspillandi greinar Johan Samuelsen hevur havt um undirritaða og Tjóð­ veldisflokkin, bara síðani eg kom inn í politikk. Har er onki mark yvirhøvur, og við lygnum og uppfunnum úttalilsum frá mær roynir Johan Samuelsen at sáa sítt hatur bæði í bløðum og á heimasíðum. Á sama hátt sum ein røð av øðrum lesarabrævsskrivarum, sum fólk kenna. Tað undrar meg meira, at bløðini prenta slíkar út­spillingar. Tað tekur ikki meira enn tveir minuttir at kanna sannleiksvirðið í hesum afturvendandi út­spillingum. Undirritaði hevur hvørki lopið á løgmann ella skírt hann ”skizofrenan” und­ir viðgerðini av løgmans­røð­ uni. Hinvegin havi eg sum andstøðuleiðari bert tosað um politikkin (ella vantandi politikkin) hjá sitandi samgongu og víst á, hvørji mál Tjóðveldisflokkurin vil fremja. Eg veit ikki, hvussu Johan Samuelsen finnur uppá slík ósannindi. Kanska trýr hann uppá tað, sum stendur í oddagrein í Sosialinum í vikuni. Tey, ið vilja vita sann­ leikan um hetta mál kunnu sjálvi lurta eftir orða­skift­ inum á løgtingi, sum liggur á heimasíðu løgting­sins. Eg rokni nú við, at eg fái eina treytaleysa umbering frá Johan Samuelsen og frá teimum ábyrgdarhavandi, sum prenta slík ósannindi og harvið eru við til at leggja mær orð í munnin. Tað undrar ikki meg, Johan Samuelsen Neyðugt at lóggeva rogn upp á land landsstýrismaður Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Marjus Dam formaður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal Framhald á næstu síðu