Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2006 11 tíðindi skafti á almanna- og heilsu­ økinum, og tá tað snýr seg um tær fráboðaðu ætlaninar fyri hetta nýggja tingárið. Konstruktivt politiskt samstarv Eg skal sjálvsagt halda meg til tey sosial- og heilsu­­politisku málini, sum eru løgd fram. Men eg vil byrja við at lýsa nøkur av teim nógvu mál­ um, sum eru fingin av skafti á tí økinum í hesum landsstýrisskeiðinum - flest­ øll málini strekkja seg jú yvir fleiri ár við drúgvum og seigum arbeiði. Og so eru tey framd í flestøllum førum í einum konstruktivum sam­­ starvi millum sam­gongu og andstøðu í Trivn­aðar­ nevndini. Nógv er fingið av skafti Lat meg nevna m.a. 1. Barnaverndarlóg: vit hava fingið nýggja før­ oyska barna­verndarlóg í staðin fyri ta gomlu donsku, og alt barna­ verndarøkið er blivið skipað, lands og í nýggj­um kommunalum samstarvseindum 2. Sjúkrahúslóg: vit hava fingið nýggja sjúkra­ húslóg, nýggja skipan við sjúklingaráði, betri skipan av visita­tión til viðgerð uttan­lands og fyrsta lógar­grund­ arlagið fyri heilsu­til­ búgving í Føroyum 3. Fyribyrgjandi heilsu­ tænastur: vit hava fing­ið nýggja skipan um fyribyrgjandi heilsu­ tænastur fyri børn og ung 4. Tubbakslóg: vit hava fingið nýggja tubbaks­ lóg fyri at víðka um roykifría umhvørvið og byrgja fyri at ung fara at roykja 5. Heilsuavgjøld: í 2 um­­ før­um hava vit lagt hægri av­gjald á tub­bak og fleiri ikki-heilsu­ góðar vør­ur fyri at tálma nýtsl­­una av hes­ um 6. Skúlaheilsuátøk: vit hava sett heilsuátøk í verk í fólkaskúlanum, so okkara børn kunnu taka reint og kalt vatn og frukt fram um ósunnar sukur- og fitivørur 7. Talgild heilsuskipan: verkætlanin um tal­ gilda heilsuskipan, størsta KT-verkætlan í Før­oyum, verður liðugt implementerað og tikin í nýtslu seinni í ár 8. Dopinglóg: vit hava fing­ið Føroya fyrstu dop­inglóg 9. Autorisatón av heilsu­­ starvsfólki: vit hava fingið autorisatións­lóg­ gávuna fyri 3 týðandi heilsustarvsbólkar uppá pláss, nevnliga sjúkra­­røktarfrøðingar, bio­analytikarar og radio­ grafar 10. Ílegugransking: lógar­ grundarlagið fyri gransk­ing í manna­íleg­ um er skipað, og vit eru farin undir at skipað ílegusavnið sum kjarnu­ stovnin í hesum gransk­ ingarvirki 11. Røntgen-nútíðargerð: við eini verkætlan uppá tils. 26 mió. kr. árini 2005-07 verður framd ein digitalisering og útskifting av rønt­ genútgerðini á øllum trimum sjúkrahúsunum, har tann síðsta rønt­gen­ stovan á lands­sjúkra­ húsinum verður gjørd í komandi ári 12. Diabetes viðgerð: á øll­um trimum sjúkra­ hús­un­um eru nú skip­ að diabetes-ambula­tor­ ium, og betri tilboð eru fyri insulinviðgerð av diabetessjúklingum 13. Psykiatriin: stór fram­tøk eru gjørd á psyki­atriska økinum, sum er raðfest hægri enn nakrantíð, bæði í íløgum og rakstri, m.a. við eini sosialpsykiatri við bústaðar- og virknis­ tilboðum til sálarsjúk 14. Samhaldsfasti: inn­ tøku­grundarlagið hjá fólkapensjonistum er styrkt við munandi hækk­ingum av Sam­ halds­fasta, og tá hann fyri triðju ferð verður hækkaður 1. jan. 2007, kemur hann uppá einar 2000 kr mánaðarliga til allar fólkapensjonistar 15. Landssjúkrahúsið: farið er undir nútíðar­ gerð av Lands­sjúkra­hús­ inum við verklagslóg uppá 105 mió. kr. til fyrstu 3 árini av 10-ára verkætlan uppá íalt 350 mió. kr. 16. Heilivágsframleiðslan hjá Apoteksverkinum verður nútímansgjørd og útbygd við verklags­ lóg fyri 2006-07 uppá 20 mió.kr. 17. Røktarheim og eldra­ sambýli: nýggj stud­ nings­lóg skal árini 2006-2008 við 51 mió. kr. stuðla útveganini av 136 nýggjum eldra­bú­ plássum - hetta aft­aná at henda sam­gongan eisini hevur full­ført ætl­an­ina hjá undan­farnu sam­ gongu um 123 búpláss, við at útvega tað mesta av íløgukostnaðinum (íalt 34 mió.kr. í 2004 og 05) og allan rakstrar­ kostnaðin (sum sæst aftur í at raksturin í eldrarøktini er øktur við 50 mió.kr. frá 2003 til 2006) 18. Heimleys: uppskot um heimleys var fyri á løg­tingi í vár, og lógar­ uppskot verður lagt fyri tingið í heyst 19. Fólkaheilsuætlan: fyrsta føroyska Fólka­ heilsu­ætlanin fekk góða undirtøku í løgtinginum, og harvið er fyrstu ferð orðaðir yvirskipaðir fólka­heilsupolitiskir mál­setningar og ítøki­ ligar ætlanir um fólka­ heilsupolitisk átøk 20. Brekað børn: nýggj stuðulsskipan fyri brek­ að børn varð sett í verk í vár, og við nýggjari grein í dagstovnalógini fáa børn við serligum tørvi javnbjóðis at­gongd við onnur børn til kommunalu ans­ingar­ tilboðini 21. Arbeiðsskaða­trygging­ ar­­lóg er á veg – upp­ skotið varð gjørt liðugt í Almanna- og heilsu­ mála­ráðnum og verð­ur nú lagt fram av Vinnu­ málaráðnum 22. Pandemi tilbúgvingar­ ætlan: við skjótum og effektivum nevndar­ar­ beiði hava vit fing­ið eina Pandemi-til­búgv­ ingarætlan – ein tann fyrsta í Norðanlondum. Samstundis eru tikin øll neyðug stig í heili­ vágstilbúgvingini í sam­ band við eina møgu­liga influensa-pan­demi, heimsfarsótt við bein­ krími Listin kundi verið væl longri við fleiri øðrum mál­ um aftrat, sum gera ábøtur og nýskapanir í lógar- og kunngerðarverki og fyri­ skipanum á almanna- og heilsuøkjunum. Men tað verður ov drúgt at taka alt við her. Í næsta parti fari eg so at venda mær til tey høvuðsmál, sum eru sett á skránna fyri hetta nýggja tingárið. Framhald av s. 10 Kristian Reinert Davidsen hevur boðað frá, at hann fer frá sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. 1. oktober tekur hann við starvi hjá FT International, sum er altjóða deild hjá Føroya Tele. Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Kristian Davidsen hev­ ur verið stjóri hjá Strand­ ferðsluni síðani 1. januar 2003, og hann sigur, at orsøkin til uppsøgnina er, at hann hevur tikið við nýggjum avbjóðingum á Før­ oya Tele, á FT International sum Networks Director. Hann tekur við nýggja starv­ inum 1. oktober í ár. Og hann greiðir frá, at stórar broytingar hava verið á samferðsluøkinum seinastu árini. Undirsjóvartunlarnir merkja, at Vesturleiðin og Leirvíksfjarðarleiðin eru niðurlagdar, og nýggi Smyril er umsíðir settur í sigling eftir eina heldur drúgva byggitilgongd. Har­ umframt eru Farmaleiðir seldar. Fyri Strandferðsluni hevur hetta merkt stórar broytingar – serstakliga fyri starvsfólkini, sum eru vorðin munandi færri í tali bæði á operativu eindunum og í fyrisitingini. Nógvu broytingarnar hava sett stór krøv til bæði leiðslu og starvsfólk á SL. – Á FT International verð­ ur arbeitt við ætlanum, sum eg vænti fara at skapa nýtt virksemi hjá Føroya Tele uttanlands, og tí gleðist eg um at fáa møguleika til at verða partur av hesari tilgongd, sigur fráfarandi strandferðslustjórini. Altjóða royndir Sambært Trónda Djurhuus, stjóra í FT International, fegnast hann um, at Kristian Davidsen nú gerst partur av leiðsluni har: – Mál okkara eru ambitiøs og krevja hart og miðvíst arbeiði yvir eitt longri áramál. Tey krevja eisini tey allarbestu starvsfólkini við altjóða royndum. Kristian er við sínum útbúgvingum og royndum júst tann rætti persónurin. Umframt tær hollu leiðsluroyndirnar, sum hann hevur ognað sær sum stjóri á Strandferðsluni, hevur hann ta røttu bak­ grundina innan økið, sum hann nú skal hava ábyrgd­ ina av, sigur Tróndur Djurhuus. FT International, sum er altjóða deild hjá Føroya Tele, skal byggja upp nýggjar inntøkur úr útlondum við útflutningi, íløgum og rakstri uttanlands. – Sum verkfrøðingur hev­ ur Kristian í fleiri ár havt viðkomandi leiðandi størv hjá svenska telerisanum L. M. Ericsson. Eitt nú var hann í síni tíð deildarstjóri hjá Ericsson, og hann var leiðari hjá verkfrøðingum og øðrum serfrøðingum úr fleiri londum, tá Ericsson fór undir at menna júst tær tøknirnar, sum FT Inter­national nú hellir seg at í sínum arbeiði, sigur Tróndur Djurhuus. Strandferðslustjórin fer í nýtt starv Tróndur Djurhuus, stjóri í FT International, heilsar Kristiani Davidsen vælkomnan