hósdagur 28. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2000
3
2
Nr. 249 - 28. desember 2000
Kalt er í veðrinum – æla-
veður og myrkt. Hyggi út
gjøgnum vindeyga, síggi at
tey seinastu bløðini eru nú
dottin av trøunum og fúka
nú runt í túninum. Tað
skýmur, hesin dagurin fer
at halla, eins og nú, bert ein
lítil mánaði er eftir av hes-
um árinum. Vit eru komin
inn í adventuna. Jólini
nærkast – tíðin, tá ið øll eru
glað og gleðast við familju
og vinum. Men tað er ikki
enn! Vit skulu ígjøgnum
desember fyrst. At skula
koma ígjøgnum desember,
plagar væl ikki at fella
nøkrum tungt, sjálvt um
myrkt er størsta partin av
samdøgrinum. Men nú!
Stóra sorgin hevur aftur
vitjað í heimbygd míni. Ein
ferðsluvanlukka
tíðliga
leygarmorgunin 25. nov-
ember, tók ein av okkara
ungu.
Hesin
desember
mánaði verður ikki lættur at
koma ígjøgnum hjá tykk-
um, sum nú hava mist.
Troystarans
orð
kunnu
kanska hjálpa tykkum, men
tit hava mist eitt tað dýrasta
tit áttu. Sonur tykkara er
farin. Hann er farin undan
okkum og vit standa spyrj-
andi eftir. Spyrjandi, tí vit
skilja ikki, hví hansara tími
longu var komin. Men
sjálvt um sorgin nývir, so er
ein, ið kann hjálpa, og sum
sálmaskaldið so vakurt
sigur:
Tyngir á teg sorgin harða
tykist einki ljós at sjá,
til tín Guð tú tá skalt fara
altíð er har hjálp at fá;
er tín trúgv sum fjallið
sterk,
virka kann hon undurverk,
senda vil Guð tær til bata
meir, enn heimsins vísu
fata.
Niclas var tvey ár eldri
enn eg. Aftrat tí, at vit
vuksu upp í somu bygd,
komu vit serliga nógv sam-
an, tey árini vit róðu við
Nólsoyingi. Stuttligt var tað
og vit høvdu mangar góðar
løtur saman. Trupulleikar-
nir vóru sjáldan so stórir, at
teir ikki blivu vendir til
skemt.
»Nú
eru
vit
blivnir
danskarar« er eitt tað sein-
asta tú segði við meg. Nicl-
as hevur búð í Randers í
nøkur ár og eg í Aalborg.
Niclas skuldi læra til
sløkkiliðsmann. Spenning-
ur og vandi, útrykningur
við fullari ferð – ja, eg dugi
at síggja teg fyri mær.Tú
hevði verið ígjøgnum al-
skyns royndir. Tú vísti mær
ymisk diplom tú hevði
fingið, einaferð eg var og
vitjaði teg í Randers. Tú
hevði helst funnið títt lívs-
starv, og vegirnir lógu opnir
fyri tær. Ætlanin mundi
vera, at tú einaferð skuldi
vera sløkkiliðsmaður í Før-
oyum.
Niclas kendi nógv, og
nógv kendu Niclas. Mang-
an havi eg verið spurdur um
eg kendi Niclas. Í Havn
mundu tað vera fá, um
okkara aldur, sum ikki
kendu teg. Flest øll kapp-
róðrafólk, sum róðu tá ið
vit róðu, kendu ella vistu
hvør tú vart. Tú tosaði við
øll og fekst øll at flenna.
Niclas var væl umtóktur!
Einaferð
sleyrdu
vit
kirkjugarðin í Nólsoy, tú og
eg. Tosaðu í spølni um,
hvar á leið í garðinum vit
einaferð komu at liggja.
Báðir væntaðu vit at koma
at liggja uppi við portrið,
men tað kom tíverri ikki at
passa.
Tað skýmir. Hesin dagur-
in er farin at halla. Men tín
dagur endaði longu á mið-
degi. Framanfyri lá allur
seinnaparturin og kvøldið.
Eg fekk ikki komið til
jarðarferðina hjá tær, men
mínir tankar eru har heima
og eg takki tær fyri alt, vit
høvdu saman.
Góðu tit bæði Marnar og
Marianna, og tit, sum stóðu
Niclasi næst. Harrin styrki
og troysti tykkum, nú eing-
in Niclas kemur heim at
vitja tykkum á jólum.
Leif
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Skattalygnin hjá
fólkaflokkinum
Stutt fyri jól samtykti tingið
broytingar í skattalógini, ið
landsstýrismaðurin í fíggjar-
málum hevði lagt fram.
Landsstýrismaðurin sigur
seg vóna, at »skattalækking-
in« fær fakfeløg at vísa
hógv í lønarkrøvum til
næstu sáttmálasamráðingar.
Fyri stuttum gjørdi Fólka-
flokkurin ein sannan
sjarmuoffensiv í miðlunum,
har hann vísti á, hvussu
skattatrýstið skuldi lækka
munandi. Borðreitt varð við
talvum, grannskoðaraút-
rokningum osfr. Óli Breck-
mann segði seg vilja hjálpa
fíggjarmálaráðharranum
(hereftir FMR) at fremja ta
skattalækking, ið avtalað
varð í samgonguskjalinum.
Nú úrslitið fyriliggur, eitt
satt skattapolitiskt neyðar-
egg, er neyvan væntandi, at
fólkaflokkurin fer at útbasu-
nera úrslitið við sama stolt-
leika sum sjarmuoffensiv-
urin á Hafnia. Andstøðan
legði eitt skattabroytingar-
uppskot fram, ið var mein-
líkt tí hjá fólkaflokkinum,
men Óli B atkvøddi ímóti tí
uppskoti, ið hann sjálvur
áður hevur reklamerað fyri í
miðlunum.
Ein verkamaður, ið forvinn-
ur 160.000 árliga, sleppur
2.300 kr. bíligari í skatti í
2001 samanborið við skatta-
trýstið tá henda samgonga
tók við. Hetta svarar til
kostnaðin av 500 litrum av
olju ella ein vanligan bingo-
vinning! Men hyggja vit at
skattatrýstinum á reallønina,
er als ikki talan um linkað
skattatrýst undir hesi sam-
gongu, heldur tvørturímóti.
Persónligi skatturin er pro-
gressivur tvs. at tær seinastu
kr. verða lutfalsliga harðari
skattaðar enn tær fyrstu. Tí
er neyðugt at prístalsregu-
lera botnfrádrátt og mørkini
í skattastiganum, um skatta-
trýstið á reallønina skal vera
óbroytt. Hetta er ikki gjørt!
Og tí er realskattatrýstið á
vanliga løntakaran økt undir
hesi samgongu. Men iva-
samt er um FMR. skilur
munin á nominellum skatta-
trýsti og realskattatrýsti.
Ávísir samfelagsbólkar hava
kortini fingið ein veruligan
skattalætta frá FMR. Td.
legði hann fram uppskot um
at lækka partafelagsskattin
úr 27% niður í 20%, ið varð
samtykt. Her er talan um
veruliga lækking so tað
munar, m.a. av tí at parta-
felagsskattur og vinnings-
býtisskattur er sonevndur
proportionalskattur. Tvs.
skattatrýstið er óbroytt uttan
mun til stødd á inntøku.
Partafeløgini hava sostatt
fingið 7% meira at luta til
partaeigarar. Og tað eru tí
partaeigarar, ið hava fingið
størsta skattalættan frá
FMR. Hesin samfelagsbólk-
ur verður ikki vanliga mett-
ur at vera tann, ið ringast er
fyri. Men verkamannafjøld-
in fær ikki tær justeringar í
skattatrýstinum framdar,
ið eru neyðugar til tess at
halda eitt óbroytt skattatrýst
á reallønina. »Førast skal
ein varligur fríggjarpolit-
ikkur« plagar FMR at end-
urgeva úr samgonguskjal-
inum. Nú vita vit, at tað er
skattatrýstið hjá verkamann-
inum, ið skal nýtast sum
stýringsamboð ella termo-
statur í búskapinum. Parta-
eigarar, ið mangan eiga
milliónavirði í partabrøvum,
fáa bæði í posa og sekk frá
FMR, ið annars umboðar
ein flokk, ið smb. stevnu-
skránni skal eitast at verja
verkamannin. Ideologiskt
hevur FMR yvirhálað Óla B
høgrumegin. Ein meira
borgarligan skattapolitikk
enn tann, ið tjóðveldisflokk-
urin hevur fort í Tinganesi,
hava vit ongantíð áður sæð
her á landi.
Broytingarnar í skattalógini,
ið vórðu samtyktar fyri jól,
eru ein narrisutta og FMR
sigur seg vóna, at fakfeløg
fara at vísa hógv til várs.
Samstundis hevur arbeiðs-
gevarin (partaeigarin) fingið
stóra realskattalækking,
meðan løntakarin hevur
fingið økt realskattatrýst. Tá
FMR vil hava verkamanna-
feløgini at vísa hógv til
komandi samráðingar hevur
ein hug at spyrja, um hann
við vilja tveitir torvmold í
eyguni á verkamannafjøldini
ella hann einki skilur av tí
málsøki hann er settur at
umsita. Hjá Ingeborg verða
orð FMR óivað uppfatað
sum ársins nýggjársvittig-
heit.
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI
Tøkk
Øllum tykkum kæru, sum gjørdu mær 85 ára føð-
ingardagin so hugnaligan, takki eg so hjartaliga.
Somuleiðis ynski eg øllum eini gleðilig jól og eitt
gott nýggjár.
Louisa Olsen, Miðvágur
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið á ymiskan
hátt gleddu okkum á áttati ára døgum okkara 18.
august og 18. desember.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Elsa og Ingálvur av Reyni
Niclas Davidsen á Skúr
til áminnis
f. 19. juni 1974 – d. 25. nov. 2000
Í frágreiðingini til
ársfundin hjá Føroya
Fiskimannafelag, sum
verður í morgin,
fegnast formaðurin
um, at árið í ár hevur
roynst væl hjá
nógvum fiskimonn-
um
ÁRSFUNDUR
Edvard Joensen
Tað eru serliga teir góðu
fiskaprísirnir, sum hava
gjørt árið gott hjá føroysku
fiskimonnunum, sigur for-
maðurin í Føroya Fiski-
mannafelg í niðurstøðuni
til árfrágreiðingina, hann
fer at leggja fram í morgin.
Flestu
skipabólkarnir
hava ein hampiliga fittan
inntøkuvøkstur. Tó er ein
bólkur, sum stendur í stað,
meðan ein hevur væl minni
inntøku enn í fjør.
Størsta vøksturin í inn-
tøku pr. dag hava manning-
arnar á nótaskipunum, sum
hava ein vøkstur upp á 21%
í mun til fjør, meðan ís-
fiskalínuskipini hava eina
lækking upp á 19% í inn-
tøkuni pr. dag.
Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag,
sigur í viðmerking, at tað
kemst av, at nú er fiski-
skapurin
normaliseraður
aftur, eftir at hann seinnu
árini hevur verið óvanliga
góður.
Hinvegin eru sera høgu
prísirnir orsøkin til, at
línuskipini hava hildið hesa
inntøkuna.
Upp og niður
Óli Jacobsen vísir á, at í
mun til 1991 tvífaldaðust
inntøkurnar hjá manning-
um á línuskipunum í 1998,
meðan tær eru lækkaðar
eitt sindur aftur nú. Men
samstundis er vert at leggja
merki til, at inntøkan í dag
er reinur fiskipartur at
kalla, meðan nógv størri
partur fyrr var tilskot so
sum minstaløn og dag-
studningur umframt frí-
tíðarløn.
Tá ringast stóð til - í 1993
– var næstan helvtin av
inntøkuni minstaløn og
studningur, meðan sjálvur
fiskiparturin í dag er 90%
av inntøkuni.
Av hinum skipabólkun-
um eru tað bara rækjuskip-
ini, sum ikki hava havt inn-
tøkuvøkstur í mun til í fjør.
Hjá teimum er støðan
óbroytt. Inntøkan pr. dag er
eina krónu hægri, enn hon
var í 1999.
Í ársfrágreiðingini verður
sagt, at Fiskimannafelagið
er errið av sínum hagtølum.
Bæði tað, at tey vísa eina
hugaliga, fíggjarliga gongd
fyri limirnar. Men eisini
tað, at tey verða brúkt av
øðrum. Tað hendir seg
javnan, sigur ársfrágreið-
ingin, at áheitanir koma frá
bæði
almennum
sum
vinnuligum stovnum, sum
vilja sleppa at nýta hag-
tølini til at gera gongdina í
vinnuni upp. Mangan langt
áðrenn tey almennu hag-
tølini fyriliggja.
Men ikki er altíð, at tey
verða nýtt, sum Fiski-
mannafelagið ætlar, hóast
tey verða útflyggjað, sigur
formaðurin í ársfrágreið-
ingini. Og so kemur hann
við eini ákoyringa á fjøl-
miðlarnar, sum hann sigur
beinleiðis misnýta hesi
hagtøl.
Ársfrágreiðingin
sigur soleiðis:
»Vit hava eisini verið
sera lagaligir at lata hagtøl
frá okkum, m.a. tey tøl sum
vísa gongdina hjá hvørjum
einstøkum skipi. Men her
mugu vit tátta í, tí tað hevur
víst seg, at hesi hagtøl av
fjølmiðlunum í stóran mun
verða nýtt ímóti fiskimonn-
um á ein hátt, sum tá “fanin
lesur Bíbliuna”. Tí koma vit
ikki framyvir at lata fjøl-
miðlunum hesi hagtøl, eins
og vit tilskila á hagtølunum
fyri tey einstøku skipini, at
hetta er til innanhýsis
nýtslu, sum tað ikki er loyvt
at nýta alment. Men at nýta
miðatøl er sjálvandi í lagi«.
Trygdin
Vanliga er eitt ávíst tema á
hvørjum landsfundi hjá
Fiskimannafelagnum. Og í
ár verður temaðið trygd og
arbeiðsumhvørvi
hjá
fiskimonnum.
Hetta er eitt evni, sum
hevur verið frammi soleiðis
av og á. Kanska serliga eftir
at eitthvørt minni gott er
hent, vísir Óli Jacobsen,
formaður í Føroya Fiski-
mannafelag, á. Seinast nak-
að var at frætta soleiðis um
evnið, var herfyri, tá tað
kom upp, at ein stórur
partur av bjargingarbát-
unum umborð á skipunum
ikki riggaði, sum teir
skuldu.
Slíkt er jú óhugnaligt at
frætta, og verður eisini tikið
í størsta álvara. Tað kann jú
í ringasta føri gerast ein
spurningur um lív ella
deyða, sigur Óli Jacobsen.
Við allari virðing fyri
donsku myndugleikunum
og teirra lógum og reglum,
sigur Óli Jacobsen, at hann
bara noyðist at ásanna, at
eitt nú íslendingar eru langt
framman fyri okkum á
hesum øki. Og hann vísir á,
at í Íslandi finst trupul-
leikin ikki, tí íslendingar
hava uppfunnið eina skip-
an, sum ger, at gummi-
báturin verður skotin út frá
skipinum, tá brúk er fyri
honum. Hendan skipan er
lógarásett at vera umborð á
øllum íslendskum skipum.
Og kanska hevði hon verið
loysnin á hesum spurning-
inum, sigur formaður Fiski-
mannafelgsins millum ann-
að í ársfrágreiðinini.
Til at fáa vakt áhugan fyri
málinum aftur, hevur Fiski-
mannafelagið fingið Tor-
leiv Hoydal frá Søfartsstyr-
elsen og Eyðun Bert Jacob-
sen frá Sjóvinnufyrisiting-
ini at koma á ársfundin í
Norðurlandahúsinum
í
morgin at halda fyrilestrar
um trygd og arbeiðsum-
hvørvi hjá fiskimonnum.
Samstundis vónar for-
maðurin, at eitt orðaskifti
kann fáast í lag um evnið
millum teir báðar og teir
fiskimenn, sum møta á
fundinum við teira prak-
tisku royndum.
Sum vanligt hevur verið,
er árfrágreiðingin frá for-
manni Føroya Fiskimanna-
felags givin út í hefti. Í ár er
hon upp á 96 síður, har
nógv ymisk mál verða við-
gjørd. Aftalaga í heftinum
er ein frágreiðing um
stovnanina av felagnum
fyri 90 árum síðan. Óli
Peteren hevur gjørt flestu
tekningarnar í heftinum.
Ársfundurin hjá Føroya
Fiskimannafelag ár 2000
verður settur í Norður-
landahúsinum í morgin
klokkan 10.
Gott ár hjá fiskimonnum
Trolaramenn hava sum flestu aðrir fiskimenn eisini havt inntøkuvøkstur í ár í mun til í fjør
Óli Jacobsen hevur verið
formaður í Føroya
Fiskimannafelag triðingin av
tíðini, felagið hevur verið til