hósdagur 28. desember 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2000
5
4
Nr. 249 - 28. desember 2000
Nýggju motorarnir roynast væl
Ternan hevur lættari
at halda
ferðaætlanina við
nýggju motorunum,
sigur Strandferðslan
SAMFERðSLA
Eyðun Klakstein
Strandferðslan er væl nøgt
við nýggju og størri moto-
rarnir, sum fyri kortum
vórðu settir í Ternuna.
Ternan hevur nú verið í
sigling um Vestmannasund
í næstan tvær vikur síðani
umvælingina, og higartil
hevur alt virkað eftir ætlan.
Skipari og manning eru væl
nøgd við motorarnar, og tað
kann merkjast, at skipið
hevur fingið størri man-
øvru-orku.
Hetta kemur væl við á
Oyrargjógv, har tað stund-
um kann vera trupult at
koma til og frá, og nýggju
motorarnir gera tað lættari
hjá Ternuni at halda ferða-
ætlanina.
Nýggj
ávaringarskipan
Saman við motorunum
hevur Ternan eisini fingið
nýggja
ávaringarskipan,
sum ger at fólk á høvuðs-
skrivstovuni í Havn kunnu
síggja alt viðvíkandi ma-
skinunum umborð - til
dømis hvør motorur er í
gongd, ymiskan hita, trýst,
snúðningar og tímatøl fyri
maskinuna.
Íløgan í nýggju motorar-
nar umborð á Ternuna kost-
aðu umleið í 3,7 milliónir
krónur, og tá er ísetingin
tikin við.
Nýggju motorarnir umborð á
Ternuni gera tað lættari hjá
skipinum at halda
ferðaætlanina
Vølvan spáar at føroyingar atkvøða ja á fólkaatkvøðu
Íslendska spákonan,
Vølvan, roknar við, at
føroyingar fara at
atkvøða ja fyri
fullveldi, men hon
roknar við stórum
trupulleikum í
íslendska
fiskaídnaðinum á
landi
SPÁDÓMAR
Eyðun Klakstein
Tiltikna íslendska vølvan
hevur
almannkunngjørt
sínar spádómar fyri 2001,
og hon sær fyri sær eitt
dapurt ár við nógvum
stríði, náttúruvanlukkum
og fíggjarligum trupulleik-
um.
Vølvan plagar at koma
við sínum spádómum móti
endanum av árinum í ís-
lendska blaðnum Vikan, og
ársins boð er komið.
Sambært norðurlendskari
gudalæru er vølvan ein spá-
kona, og síðani fyrstu bú-
setingarnar í Íslandi í 9. øld,
hava vølvurnar verið til.
Higartil hevur eingin vita,
hvør íslenska vølvan er,
men í ár verður avdúkað, at
hon eigur Sigriður Kling-
enberg.
Bush tunga byrjan
Vølvan roknar við, at veru-
ligt kríggj fer at bresta á í
Miðeystri.
Hon heldur, at tær friðar-
samráðingar, sum fara fram
millum Ísrael og palestinar
í løtuni, ongan frið fara at
hava við sær, og Yassir Ara-
fat fer at missa valdið
orsaka av vánaligari heilsu.
Nývaldi forsetin í USA,
Geroge W. Bush, fer sam-
bært vølvuni at fáa eina
harða byrjan, og innan
stutta tíð farr atfinningar-
nar at regna yvir hann. Hin-
vegin fer tað at ganga væl
hjá famijuni Clinton, rokn-
ar vølvan við.
Vølvan sigur, at í kom-
andi ári fara náttúruvan-
lukkur at raka Turkaland,
Filipinirnar og Kina. Har-
afturat fer eisini ein størri
vanlukka at raka Afghanist-
an.
Føroyingar siga ja
Ísland fer eisini at líða und-
ir náttúruvanlukku. Kom-
andi summar fer ein jarð-
skjálvti at raka Ísland, og
síðani fer eisini at goysa
nær íslendsku strondini.
Fiskiídnaðurin í Íslandi
fer at fáa stórar trupulleik-
ar, og nógv virki mugu lata
aftur, tí størri partur av arb-
eiðnum verður gjørdur um-
borð á skipunum.
Og nú vit eru í granna-
lagnum, so fara føroyingar
at siga ja á fólkatkvøðuni
komandi ár, roknar Vølvan
við. Hon heldur, at føroy-
ingar komandi ár fara at
vísa, at teir kunnu standa á
egnum beinum, og at teir
fara at siga ja til fullveldi.
Mótvegis øðrum heims-
partum, har Vølvan roknar
við ófriði, stríði og van-
lukkum, verða Norðurlond
merkt av friði og eini góð-
ari tíð.
Rætt og skeivt
Av ørðum, sum Vølvan
roknar við í 2001, kann
nevnast, at Bjørk fer at
vinna eina Oscar fyri sín
leiklut filminum í Dancer
in the Dark, bretski boksar-
in Prince Nazeem fer at
standa seg sera væl, og
sjónleikarparið
Bruce
Willis og Demi Moore fara
at finna saman aftur.
Nýggjar upplýsingar fara
at koma fram um vanlukk-
una við kavbátinum Kursk,
og heimsbúskapurin fera
vera fyri bakkasti.
Vølvan fekk rætt í nøkr-
um av sínum spádómum
fyri 2000. Hon segði, at
svenska prinsessan Viktoria
fór at finna sær mann, og at
Hilary Clinton fór at vinna
eitt val. Hinvegin fekk hon
ikki rætt í, at enska drotn-
ingamamman
fór
at
doyggja á vári í ár.
Øssur framsýning á Fjóni
Øssur Mohr hevur
komandi mánaðin
framsýning á gallaríi
í Nordskov
LIST
Eyðun Klakstein
Í gjár lat upp ein framsýn-
ing hjá listamálaranum
Øssur Mohr í Danmark.
Framsýningin er á Galleri
Munter, sum liggur í Nor-
skov á Fjóni, og framsýn-
ingin verður opin til 3.
mars.
Saman við Øssur fer eis-
ini danska Agnetha Britta-
sius at sýna fram skurð-
myndir og steinlutir.
Øssur Mohr, sum er úr
Fuglafirði, hevur havt
fleiri framsýningar uttan-
lands seinnu árini. Hann
hevur eisini havt list við á
øllum teimum stóru før-
oysku framsýningunum.
Á framsýningin á Fjóni
verða 20 oljumálningar
hjá listarmanninum at
síggja.
Íslendska Vølvan roknar við, at føroyingar fara at siga ja til fullveldi í komandi ári
N.J. Mortensen hevur
keypt djúpvatns-
trolara úr Íslandi.
Hann skal eita
Rasmus Effersøe
FISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Nú á døgum er tað ikki oft-
ani, at tað koma nýggj skip
í
føroyska
fiskiflotan.
Fíggjarliga úrslitið av fiski-
skapi er so mikið vánaligt,
at næstan ongin hættar sær
undir eina rættiliga endur-
nýgging. Men tað er ein
sannroynd, at tað er eisini
ein endurnýgging at skifta
gomul skip út við nýggjari
skip.
Og nú, beint fyri jól, kom
ein nýggjur trolari til land-
ið.
Tað er Niels J. Mortensen
á Tvøroyri, sum nú hevur
keypt trolara úr Íslandi.
Talan er um tolaran Hauk-
ur, sum nú kemur undir før-
oyskt flagg.
Hetta er ein gamal kenn-
ingur í Føroyum, tí hetta er
Snoddið, sum toftamenn
áttu í síni tíð. Í umleið 1990
varð hann seldur til Íslands,
men nú er hann so keyptur
aftur til Føroya.
Haukur er djúpvatnstrol-
ari og tað er júst hetta, sum
hann skal brúkast til, nú
hann er komin til Føroya.
Gudmund Mortensen á
Tvøroyri sigur, at nú Hauk-
ur er keyptur til Tvøroyrar,
skal hann eita Rasmus Eff-
ersøe. Og tað er ikki av
tilvild, tí hann skal koma í
flotan fyri Rasmus Eff-
ersøe, sum N.J.Mortensen
longu hevur, men sum nú
verður lagdur. Enn er ikki
gjørt av, um hann verður
seldur, ella um roynt verður
at finna aðrar útvgir fyri at
varðveita hann í flotanum.
Men fiskiloyvið er so farið
til tann nýggja bátin.
Nýggi Rasmus Effersøe
er nú á Skipasmiðjuni á
Skála, har botnurin verður
sýnaður, áðrenn keypið er
heilt endaligt.
Men báturin er í góðum
standi og roknað verður
ikki við, at tað verður nakar
trupulleiki. Ætlandi fer
Rasmus Effersøe til fiski-
skap um hálvan januar.
Teir, sum mannaðu gamla
Rasmus Effersøe flyta yvir
á nýggja bátin. Og skipari
verður Einar Hammer, sum
hevur verið skipari á Ras-
mus Efferøe øll árini.
Nýggjari og betri
Gudmund Mortensen sigur,
at hesin nýggi Rasmus Eff-
ersøe er munandi betri enn
tann gamli.
Fyri tað fyrsta er gamli
Rasmus bygdur í 1963, og
er sostatt 37 ára gamal.
Hann varð upprunaliga
bygdur til línuskip, men
varð umbygdur til trolara
og fekk stórar ábøtur í
1985.
Nýggi Rasmus er bygdur
í 1984 og er sostatt ikki
meiri enn 16 ára gamal.
Hann er somuleiðis nógv
betri innrættaður á dekkin-
um og spølini eru effektiv-
ari. Hann er eisini eitt
sindur breiðari enn gamli
Rasmus Effersøe.
Hesin nýggi Rasmus
Effersøe kostar 16,5 milli-
ónir. Gudmund Mortensen
ásannar, at hetta er nógvur
peningur, men gongur tað
hampiligt við fiskiskapin-
um, skuldi tað borið til,
sigur hann. Eitt nú skuldi
útreiðslurnar til viðvíka-
hald blivið væl minni.
Annars hevur árið í ár
roynst hampiligt hjá gamla
Rasmus
Efferøe.
Hann
hevur avreitt fyri einar 12
milliónir, men hann hevur
kravt stórar ábøtur í ár, so
úrslitið kundi verið frægari.
Nýggjur
trolari til
Tvøroyrar
Hetta er nýggi Rasmus Effersøe, sum nú er keyptur til Tvøroyrar. Hann er væl betri egnaður enn tann gamli, sum nú verður
lagdur
Ein stórur avgustur
svam seg upp á land í
Hvalba annan jóla-
morgun, men tað
eydnasðist ikki at fáa
hann útaftur
HVALUR
Áki Bertholdsen
Annan jóalmorgun svam
ein stórur avgustur seg upp
á sandinum í Nesi í Hvalba.
Tað var í lýsingini annan
jólamorgun, at hvalbingar
varnaðust at hendan stóra
kempan lá ov veltist í møl-
ini, men tað var eyðsæð, at
hon slapp ikki út aftur.
Boð vórðu send eftir
verjuskipinum Tjaldrinum
og tað kom suður seinna-
partin annan jóladag við
Dorethu Bloch Danielsen,
hvalaserfrøðingi og Justin-
us Olsen, djóralækna, í eini
roynd av bjarga hvalinum.
Tjaldrið royndi fleiri
ferðir at seta enda á hvalin,
men ann fór upp at berjast
og endarnir gliðu av aftur.
Sostatt var onki at gera og
Tjaldrið gav skarvin yvir.
Ímóti kvøldið var hval-
urin viknaður nógv og tað
var longi ímillum at hann
blásti. Og seinni doyði
hann.
Doretha Bloch Danielsen
sigur, at hesin avgusturin
var um 15 metrar langur.
Avgustar kunnu blíva
rættiliga gamlir, teir kunnu
blívah eilt upp í 90 ára
gamlir.
Doretha
Bloch
Danielsen sigur, at elsti
avgusturin, sum hon hevur
kannað, var 47 ára gamal.
Tann, sum gjørdi land-
gongd í Hvalba, kann væl
verða eini 40-50 ára gamal.
Hon sigur, at orsøkin til,
at teir soleiðis svimja upp á
land, er, at teir villast. Teir
kunna seg við einum slagi
av sonar og tá ið botnurin
skránar so líðani, rakar
signalið ikki hvalin aftur. Tí
heldur hann, at opið hav er
fyri og varnast onki, fyrr-
enn ov seint er.
Tað hendir ikki so sjáld-
an, at avgustar villast á
land. Doretha Bloch sigur,
at tað hendir einar tríggjar
ferðir um árið.
Japanarar eta tvøstið á
avgusti, mn tað hevur ikki
verið etið í Føroyum, tað
sigst, at tað er ov seigt og
ov sterkt. Men japanesarar
duga at gera tað til, so at
teimum dámar tað væl.
Kempa viltist upp á turt í Hvalba
Hendan deyða kempan svam
seg upp á turt á sandinum í
Hvalba annan jólamorgun.
Hetta er ein avgustur, sum er
einar 15 metrar
langur.Føroyingar eta ikki
tvøst av avgusti