Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 28. desember 2000 7 6 Nr. 249 - 28. desember 2000 Nýggja saltgoymslan á Glyvrum: Nýggja saltgoymslan hjá Eimskip á Skálafjørðinum hevur nú fingið tey fyrstu tonsini av salti. Fríggjadagin kom eitt farmaskip úr Karibiska havinum við 2.600 tonsum og liðugt varð at lossa jólaaftansmorgun SALTGOYMSLA Stefan í Skorini Fríggjadagurin var ein stór- ur dagur hjá Eimskip og hjá fólki í Runavíkar komm- unu. Endiliga varð fyrsta lastin av salti komin til nýggju saltgoymsluna, sum hevur staðið klár síðan ok- tober. Hollendska skipið Ank- ergracht var komið av Great Inaqua í Bahama oyggjunum, og við sær hevði tað 2.600 tons av salti í lastini, sum vórðu løgd upp á Glyvrum. Salt- goymslan tekur 5-6.000 tons, so hon er bara hálvfull í løtuni. Tað er íslendska partafel- agið Hafnabakki, sum Eim- skip eigur, ið hevur latið goymsluna byggja. Farið varð undir arbeiðið í summar, og goymslan stóð liðug í oktober mánaði. Fyrsta lastin kom tó ikki til landið fyrr enn fríggja- dagin. Orsøkin er, at saltið verður keypt saman við tveimum øðrum salt- goymslum í Íslandi, og tað passaði soleiðis, at nýggj last av salti ikki kom hendavegin fyrr enn nú. Ankergracht er størsta skipið, sum hevur ligið við bryggju á Glyvrum. Tað er 130 til longdar og tekur 12.200 tons. Skipið hevur tríggjar 40-tons kranar. Salt av Bahamas Saltið, sum verður at fáa inni á Bakka á Glyvrum, er av Bahama oyggjunum í Karibiska havinum. Farmaskipið, sum flytur saltið til Føroyar, leggur fyrst inn í Íslandi, har tær báðar saltgoymslurnar á Hafnafirði og í Keflavík fáa sín part av teimum 12.200 tonsunum, sum skipið tek- ur. Esmar Simonsen á sølu- deildini hjá Eimskip sigur, at í Karibiska havinum verður heystað tríggjar ella fýra ferðir um árið, og at góðskan er av tí besta, tí sjógvurin er so reinur í øki- num. Eimskip hevur selt salt í Føroyum í eini seks ár. Saltið er komið í bingjum og selt í sekkjum. Hetta var eingin varandi loysn, men við nýggju goymsluni ber til at veita betri tænastu, heldur Esmar Simonsen. Umframt salt hevði farmaskipið eisini ein last- bil við vippulast, sum kann vippa saltið í goymslurnar hjá kundum. Við hesum heldur Esmar Simonsen, at Eimskip hev- ur fingið fótin fastan í Eyst- uroynni, og tað ætla tey sær at byggja víðari uppá. Eimskip hevur eisini op- tión ella fyrsta rætt til at byggja eitt líknandi pakk- hús beint við síðuna av nýggju saltgoymsluni, sum nú er tikin í nýtslu. Fyrstu tonsini endiliga komin Fríggjadagin broyttist býarmyndin í Runavíkar kommunu, tá eitt 130-metra langt farmaskip lá við bryggju. Við sær hevði tað 2.600 tons av salti til nýggju saltgoymsluna hjá Eimskip Mynd: Jonhard Hammer Kristian Martin og synir: Veiddu 100.000 tons í ár Reiðaríið Christian í Grótinum er sum heild væl nøgt við hetta árið. Oljuprís- urin hevur ikki tikið teir á bóli, tí teir høvdu roknað við høgum oljuprísum frammanundan, og fiskaprísurin hevur verið á góðari leið. Nótabátarnir hjá reiðarínum Christian í Grótinum og Norðborg hava til- samans túsund tons eftir av sínari kvotu. Lagt varð frá bryggju annan jóladag fyri at fáa tey síðstu tonsini til høldar FISKISKAPUR Stefan í Skorini Palli Ziskason heldur, at sum heild hevur árið hilnast væl hjá reiðarínum. Veiðan hjá báðum nóta- bátunum er seld fyri slakar 100 milliónir krónur. Christian í Grótinum fekk góð 60.000 tons í ár, meðan Norðborg fekk 30- 40.000 tons. Tað er tó tor- ført at meta um veiðuna hjá Norðborg, tí fiskurin verð- ur skorðin til flak umborð. – Eftir umstøðunum eru vit nøgdir við hetta árið. Prísurin hevur ikki verið beinleiðis góður, men á góðari leið. Prísirnir eru uppgangandi, so tað sær ljóst út, sigur Palli Ziska- son. Christian í Grótinum hevur fingið góð 60.000 tons í ár. Harav eru 45.000 tons svartkjaftur, meðan restin er lodna, sild og ma- krelur. Meginparturin av veiðuni hjá Norðborg er sild, meðan 10.000 tons eru fingin av svartkjafti, 4.000 tons av lodnu og nøkur fá tons av makreli. Oljuprísurin lítið hægri enn væntað Nógvir reiðarar gremja seg óført um oljuprísirnar, sum eru methøgir, men Palli Ziskason sigur, at teir hava ikki verið nógv hægri enn væntað. – Oljuprísurin hevur næstan verið sum vit vænt- aðu. Hann hevur verið lítið hægri enn vit projekteraðu við, sigur Palli. Reiðaríið bunkraði olju í Føroyum fyri 2,8 krónur fyri liturin í oktober, men hesuferð bunkraðu tey fyri 1,9 krónur. – Vit hava projekterað við einum oljuprísi uppá 2,1 krónur í miðal, sigur Palli. Tilsamans hevur reiðaríið goldið 3 milliónir krónur meira enn væntað fyri olju í ár. 20 milliónir krónur verða brúktar til olju í ár. Tað er fyri eini 9 milliónir litrar av olju. – Vit merkja tað tó, at oljuprísurin er farin upp, tað gera øll, men tað er ikki so langt við síðuna av tí, vit høvdu væntað, sigur Palli at enda. Royna eftir makreli Annan jóladag løgdu Christian í Grótinum og Norðborg leiðina í ES- sjógv, har tey enn hava eini túsund tons eftir at fiska av kvotuni í ár, og roynt verður at fáa so nógv sum gjørligt áðrenn 1. januar. Báðir bát- arnir royna eftir makreli vestanfyri Hetland og suður ímóti Skotlandi. Norðborg verður kanska ikki at síggja aftur fyrr enn út ímóti sumri, tí skipið landar í Noregi, ella har prísurin er bestur, og manningin skiftir eisini har, ið landað verður. Um fiski- skapurin hinvegin verður ringur, so leggur tað kanska leiðina heimaftur í næsta mánaði. Christian í Grótin- um skiftir manning í Føroy- um og verður væntandi aft- ur í Føroyum seint í januar. Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns kom til Klaksvíkar beint fyri jól. Skipið, sum hevur skift navn frá Polar Nan- oq til Fuglberg, hevur verið til umbyggingar og yvirhálingar á skipa- smiðjuni í Fredericia. Fuglberg skal eftir ætlan til fiskiskap fyrst í komandi ári. Fuglberg komin Nótabátarnir hjá Christiani í Grótinum eru farnir aftur á fiskileið fyri at fáa tey seinastu tonsini í hesum árinum, sum hevur hilnast væl hjá reiðarínum Busskoyring tálmar rúsdrekkakoyringini LØGREGLUTÍÐINDI Rúnar Reistrup Um alt landið var løgreglan úti alt týskvøldið og langt út á mikunáttina fyri at halda eftirlit við ferðsluni og dansistøðum, ið opin vóru. Og allastaðni siga løgreglustøðirnar frá friðar- ligum nætrum. Hvørki í Eysturoynni, Vágunum, Sandoynni, Suð- uroynni ella Havnini varð nakar tikin fyri at koyra við kenning, hóast annað jóla- kvøld var og fólk vóru í veitsluhýri. Á fleiri av plássunum, har fólk hava langt til dansistøðini, verður skipað fyri busskoyring millum dansistøðini og bygdirnar í nánd, og hetta hevur sam- bært løgregluni á teimum ymisku plássunum gjørt, at bilferðslan eitt veitslukvøld sum annað jólakvøld er minkað burtur í nærum einki. Busskoyringin hevur soleiðis eisini havt tálm- andi ávirkan á rúsdrekka- koyringina, verður sagt av fleiri løgreglustøðum. Kannaðu bilførarar triðja jólamorgun LØGREGLUTÍÐINDI Rúnar Reistrup Løgreglan í Havn var úti í ferðsluni triðja jólamorgun og kannaði, um bilførarar- nir í býnum høvdu minst til, at ein kenning frá kvøldinum fyri ofta kann halda sær til langt út á morgunin næsta dag. Og tað vísiti seg, at hetta høvdu bilførararnir hugsað um. Í hvussu er varð eingin av kannaðu bilførarunum ávirkaður. Sum veitslukvøld skilir annað jólakvøld seg frá øðrum veitslukvøldum við tað, at ofta er gerandisdag- ur dagin eftir. Við øðrum orðum fara nógv fólk frá húsum tíðliga morgunin eftir veitslukvøldið, og tá er ikki altíð, at tað, sum drukkið varð kvøldið fyri, er farið úr blóðinum. Raskir at rudda kava Annað jólakvøld beyð eis- ini upp á heilt fitt av kava kring landið. Bilførarar hava skyldu at rudda kavan av bilinum, so at útsýnið úr bilinum er sum tað skal vera, og so at kavi ikki forðar ljósinum frá lyktun- um. Verður løgreglan varug við at ein bilførari hevur sjuskað við kavaruddingini, verður hesin revsaður við bót. Men bilførararnir í høvuðsstaðnum vóru eftir øllum at døma raskir at rudda kavan av bilum sín- um gjáramorgunin, tí sam- bært løgregluni varð eingin bót skrivað av teirri orsøk. Hálkan um jólini var orsøk til nøkur fá smærri, men einki álvarsligt, ferðslu- óhapp jóladagarnar, og nógva fólkið í býnum ann- að jólakvøld gjørdi lítið um seg, so jólafriðurin lá eisini yvir løgregluni í Havn hesi jólini. Veitslufólkið bíðaði eftir kavarudding KAVAROK Rúnar Reistrup Á Sandoynni kavaði rættiliga illa annað jóla- kvøld, men hóast tað, hendi einki ferðslu- óhapp í oynni orsakað av hálkuni. Hetta komst partvís av, at lutfalsliga fáir bilførarar hættaðu sær út á vegirnar, eftir at kavarokið hevði lagt hesar undir eitt tjúkt lag av kava. Summa staðni á oynni var so at siga ikki koyr- andi annað jólakvøld, og av sýsluskrivstovuni varð mælt fólki til ikki at koyra, fyrr enn kavin var ruddaður burtur. Dansur var í Virkinum Heima á Sandi, men tá dansurin skuldi enda um fýra tíðina gjáramorgun- in, var kavaruddingin enn ikki komin gongd. Bussurin, sum skuldi koyra skálavíkingar heim, hættaði sær ikki avstað, fyrr enn ruddað var, og tí varð avgjørt ikki at koyra fólk úr dansihølinum, fyrr enn koyrandi var. Soleiðis sluppu fólk undan at bíða uttandura í kalda veðrinum. Um seks tíðina var vegurin ruddaður, og tá kundi dansihølið lata hurðarnar aftur, og buss- urin trygt koyra fólk heim til Skálavíkar. Nýggjárskonsert við tí vit hava Árliga nýggjárskon- sertin hjá Føroya Symfoniorkestri stendur helst fyri broytingum, og sama ger sjálvt Symfonior- kestrið møguliga eisini. Nýggjárskon- sertin komandi verð- ur eitt stig á báðum leiðum við tað, at orkestrið so at siga bert verður mannað av tónleikartum, ið eru búsitandi í Føroyum. NýGGJÁRSKONSERT Rúnar Reistrup Tá Føroya Symfoniorkestur spældi ta fyrstu av teimum nú árliga afturvendandi nýggjárskonsertunum høvdu heili 14 av tónleikar- unum á orkesturplássunum, ferðast til Føroya til enda- málið. Tá Symfoniorkestrið spælir nýggjárskonsert 7. januar vera bara tveir »inn- fluttir« tónleikarar við. Hetta er partvís av fíggjar- ligum ávum, tí tað er kostn- aðarmikið at fáa yrkistón- leikarar higar at spæla. Men orsøkin er sambært Martini Mouritsen, orkest- urleiðara, eins nógv, at tíðin er um at fara frá hesum hátti at styrkja orkestrið. – Tað er klárt, at tá vit høvdu 14 yrkistónleikarar uppi og spældu, gjørdist klangurin sera góður – all- arhelst betri enn hann verð- ur á komandi nýggjárskon- sertini. Men Føroya Sym- foniorkestur er á einum vegamóti. Frammanfyri stendur ein uppgerð um hvørt orkestrið skal verða verandi á tí støði, tað er á í løtuni, ella um meira orka skal leggjast í tað, soleiðis at orkestrið fær ment seg, sigur Martin Mouritsen. Hann arbeiðir við einari ætlan um hvussu Føroya Symfoniorkestur kann menna seg til eitt slag af semi-professionellum or- kestri. Dreymurin er, at tón- leikararnir verða settir í parttíðarstarv hjá orkestrin- um, sum so kann spæla ein- ar hálvthundrað konsertir um árið. Hesar skulu ikki allar vera spældar av tí samlaða orkestrinum, men av ymiskum samanseting- um av tónleikarum frá ork- estrinum. Í veruleikanum er her tal- an um eina ætlan um at gera Symfoniorkestrið til miðdepil fyri tónlistarligu menningina innan klassisk- an tónleik. Men ætlanin krevur, at størri fíggjarlig orka verður veitt Symfoni- orkestrinum, og enn er hetta ikki komið upp á tal. Mannskórið við Á komandi nýggjárskon- sert verður ikki bara Føroya Symfoniorkestur at hoyra. Sum vanligt er, er eisini kórsangur við, og hesaferð verður tað Tórshavnar Mannskór, ið fer at syngja tvey verk saman við orkest- rinum. Men hetta kann væl ger- ast seinastu ferð, at kór verður við á nýggjárskon- sertini hjá Symfoniorkestri- num. Konsertin broytist so við og við, og Martin Mouritsen, orkesturleiðari, dylir ikki fyri, at ein av broytingunum, ið honum hevði dámt, var um Symfo- niorkestrið var einsamalt um nýggjárkonsertina í framtíðini. Nýggjárskonsertin hevur við árunum fingið síni egnu sereyðkenni, og er blivin tað, sum orkesturlei- ðarin kallar »okkara egna slag av nýggjárskonsert«. Sum vanligt verða ein rúgva av smærri og nokkso »løttum« stykkjum spæld, men Martin Mouritsen hevur saman við orkestri- num eisini lagt seg aftir at fáa meira klassiskan tónleik inn í spæliskránna. Millum annað fer trom- petleikarin Jóhan Hentze at spæla 2. sats av trompet- konsertini hjá Haidn, og bretin Martin Pollard, ið undirvísir á Føroya Musik- skúla, fer at spæla eina lítla solo yvir temu í klaverkon- sert eftir Rachmaninov. Hesin tónasmiðjurin er kendur fyri síni rættiliga krevjandi verk fyri klaver. Av teimum lættaru innsløg- unum vera millum annað verkið »Typewriter« hjá Leeroy Anderson, har eitt av ljóðførunum er, sum navnið boðar frá, ein skrivi- maskina av tí gamla slagn- um, sum bæði sigur »tak- tak« og »pling«, tá skrivað verður á hana. Hetta heldur óvanliga ljóð- førið verður handfarið av Steven Foggin, sum millum annað spældi upp á sand- pappír á nýggjárskonsertini fyri skjótt einum ári síðan. Nýggjárskonsertin verður framførd sunnudagin 7. januar klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum. Um gravgangurin eftir atgongu- merkjum verður serliga stórur, verður ein eykakon- sert møguliga framførd fyrr á degnum. Konsertin klokkan 19.30 verður sum vant send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi. Við Føroya Symfoniorkestri á nýggjárskonsertini verða so at siga bert tónleikarar, ið eru búsitandi í Føroyum