Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 28. desember 2000 9 8 Nr. 249 - 28. desember 2000 Tað verður tann 33 ára gamli fuglfirðing- urin Rúni Hansen, sum kemur at standa á odda fyri tí fyrsti boriverkætlanini, ið fer av bakkastokki á føroyska landgrunn- inum í juni mánað næsta ár. STØRV OG OLJULEITING Jan Müller Rúni Hansen tekur 1. jan- uar við sum stjóri fyri leit- ing og framleiðslu hjá Stat- oil. Hetta má sigast at vera ein stór avbjóðing, nú Stat- oil eisini stendur á odda fyri oljusamtakinum Atlan- tic Margin Group, sum eisini fevnir um Phillips, Enterprise og Veba Oil. 1. januar flytur leitingar- deildin hjá Statoil, sum hig- artil hevur hildið til í Salt- sølubygninginum á Vestaru bryggju inn í hjartað á Havnini. Felagið hevur leigað tvær tær ovastu hæddirnar í bygninginum, har City grillin heldur til í Tórsgøtu. Her koma um stutta tíð at arbeiða ikki færr enn 12-15 fólk, sum burturav fara at taka sær av fyrstu boringini hjá olju- samtakinum. Her verður bæði talan um boriverk- frøðingar, búskaparfólk og fólk, sum taka sær av logi- stikki, heilsu, trygd og um- hvørvi. Rúni Hansen, sum man hava fingið litið upp í hendi eina ta mest spennandi upp- gávuna í landinum, nú vit fara inn í eina nýggja øld, møguliga eina komandi føroyska oljuøld, dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um at hava fingið litið hesa uppgávu upp í hendi. Hóast hann er lítillátin, so er hann opinskáraður og fryntligur. Hann er greiður yvir, at hetta er stór ábyrgd hann hevur átikið sær, men tá hann hevur so nógv góð fakfólk í teaminum ber hann ongan ótta fyri, at í hvussu er fyrireikingarnar til fyrstu boringina skulu fara at eydnast væl. Hvussu so verður við sjálvari bor- ingini vil hann ikki úttala seg um men setir vónir sínar til, at flog verður yvir hestinum Pegasus, tá byrjað verður at bora vónandi í juni. Pegasus er navnið á prospektinum ella tí økin- um í undirgrundini, sum Statoil og samstarvsfeløg- ini fara eftir. Arbeitt við olju Rúni er ikki heilt ókendur við oljuleiting. Seinastu 3-4 árini hevur hann arbeitt hjá Statoil í Keypmannahavn, har hann við síni cand. merc. útbúgving sum grundarlag hevur verið við til at gera útrokningar fyri nýggj felt hjá Statoil - í hvønn mun hesi loysa seg at útvinna - eitt arbeiði, sum Rúni ikki dylur fyri og vónar, at hann kemur at ar- beiða við aftur, tó hesaferð í Føroyum. -Eg haldi av- gjørt, at eg havi fingið smakk fyri hesum arbeiði í Keypmannahavn sigur Rúni, sum eftir lokna útbúgving í Danmark var eitt ár í Bretlandi og tók MBA-útbúgving. Hann hevur annars arbeitt hjá Arbeiðsgevarafelagnum og Skipafelagnum. Seinastu tíðina hevur hann arbeitt sum fíggjarstjóri hjá Statoil á Viðanesi. Nú ein av altjóða leiti- og framleiðsludeildunum hjá Statoil letur ein føroying standa á odda fyri komandi leitiverkætlan á føroyska landgrunninum spurdu vit Rúna Hansen, um hetta merkir, at hann eisini fer at leggja seg eftir at seta føroyingar í starv. – Tað er so avgjørt okk- ara politikkur, men eg haldi ikki, at vit eiga at vera alt ov bráðir og bara seta før- oyingar, tí teir eru føroying- ar. Fyrst mugu vit byggja upp deildina við tí eksper- tisu, sum fakfólk í oljuleit- ing hava og síðani so við og við royna at lata føroyingar yvirtaka hesar uppgávur. Rúni vísir á, at í fyrstu syftu koma fýra royndir og vælkvalifiseraðir norskir boriverkfrøðingar at standa fyri øllum fyrireikingunum til fyrstu boringina. – Alt verður gjørt fyri at tryggja, at henda fyrsta boringin verður væleydnað, og tí mugu vit brúka fólk, sum eru von við at arbeiða við slíkum. Men vit hava longu tveir føroyingar í arbeiði sum boriverkfrøðingar hjá Statoil í Noregi. Møguleiki er so eisini fyri, at teir ella annar teirra kemur heim at arbeiða. Statoil hevur annars gjørt av at seta ein føroyskan jarðfrøðing í arbeiði á nýggju leitiskrivstovuni í Tórsgøtu. Tað er Ragnar Poulsen, sum fyrst kemur at fáa sær nakrar royndir hjá Statoil í London. Sosialur- in skilur, at tað er sera tor- ført at fáa føroyskar jarð- frøðingar til at arbeiða í hesi nýggju vinnuni. Teir hava annars sett roynda føroyska kvinnu at standa fyri ymsum arbeiði á skriv- stovuni. Klárir Annars eru teir við at vera heilt klárir til at fara undir komandi boring. Í løtuni er norska rannsóknarskipið Geo Scanner úti á borifelt- inum og gera kanningar fyri Statoil. Skipið hevur ligið á Havnini í nærum tvær vikur vegna veður, men er nú av álvara farið til arbeiðis við at kortleggja og kanna havbotnin rundan um staðið, har borurin verður sett í. Rúni Hansen heldur ann- ars, at teir hava fingið tað mesta uppá pláss, eitt nú í sambandi við heilsu, trygd og umhvørvi. Hvat viðvík- ur tilbúgvingini vónar hann sjálvandi, at føroyingar megna at fáa hetta uppá pláss til tíðina, men vísir tó á, at her er ein neyðút- gongd, sum eitur Aberdeen. So hann ber ongan ótta fyri, at teir verða noyddir at bíða í eitt ár til at kunna fara undir at bora. Stýrt úr London Alt leitivirksemið hjá Stat- oil í Føroyum verður stýrt frá høvuðsskrivstovuni hjá Statoil í London. Higani verður øll leiting í donsk- um, føroyskum, bretskum og írskum sjógvi stýrd. Rúni umsitur so tann partin, sum hevur við Før- oyar at gera. Higartil hevur norðmað- urin John Inderhaug staðið á odda fyri arbeiðinum hjá Statoil í Føroyum. Nú Rúni Hansen tekur yvir, kemur John Inderhaug tó kortini at vera her í eina tíð aftrat. Statoil, sum hevur bund- ið seg til at bora tveir brunnar í sínum loyvisøki, ætlar sær at bora annan brunnin í ár og hin møgu- liga í næsta ár. Samtakið hevur longu gjørt avtalu við Transocean um leigu av boripallinum Sovereign Explorer. Hesin er í løtuni í írskum sjógvi og borar fyri Statoil. So skjótt teir eru lidnir skulu teir til at bora við Føroyar tvs. seinnu helvt av mei ella í byrjanini av juni. Tá teir eru lidnir við borgina eftir 45-60 døg- um fær Amerada Hess sam- takið pallin. BP trupulleikar Ætlanin er, at BP skal fara undir at bora í juli ella august. Spurningurin er nú, um henda boringin kann verða nakað útsett, nú bori- pallurin Jack Bates hevur verið fyri óhappi. Meðan teir boraðu vestan fyri Het- land herfyri mistu teir ein týðandi part av útgerðini, tann sum skal forða fyri blow out. Hetta er tað teir kalla ein Blow out prevent- er. Tað ljóðar, at hetta er eitt dygt afturstig fyri borife- lagið og fyri teir, sum leiga hann. Arbeitt verður nú at taka uppaftur útgerðina fyri síðani at umvæla hana. Gongst illa í hond kann hetta gerast ein kíli í ætlan- inar hjá BP um okkara leiðir. Fuglfirðingur á odda fyri fyrstu boringini Rúni Hansen, sum nú kemur at standa á odda fyri leitingini hjá Statoilbólkinum Mynd Jens K. Vang Her í ovastu hæddunum, har grillin City heldur til í Tórsgøtu í Havn skal Statoil til at fyrireika fyrstu boringina á føroyska landgrunninum nakrantíð Mynd Jens K. Vang Í tann mun at olju- feløgini ikki sjálvi finna hóskandi vinnumennandi ol. tiltøk at lata pengar til er ætlanin at seta eina upphædd av í ein oljugrunn, sum síðani skal kunna stuðla undir ymisk tiltøk OLJULOYVI OG VINNUFREMJANDI TILTØK Jan Müller Herfyri møttust umboð fyri oljufeløgini, sum hava fingið loyvi at leita eftir olju við Føroyar og umboð fyri Oljumálastýrið í Hoy- vík. Á skránni varð stovn- setan av og virksemi hjá einum nýggjum oljugrunni, ið m.a. hevur til endamál at menna føroyskt vinnulív, føroyska útbúgving oa. í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Ein av høvuðsuppgávun- um hjá hesum grunni verð- ur at lata pening til menn- ing av útbúgvingarverkin- um. Í leitiloyvinum hava oljufeløgini bundið seg til at lata eina ávísa upphædd til at menna føroyskt vinnu- lív. Um so er tá árið er lið- ugt, at tað vísir seg, at fe- løgini sjálvi ikki hava funnið nóg nógvar egnaðar kandidatar ella fyritøkur at stuðla, so skulu tey koyra yvirskotskapitalin í grunn- in. Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum sigur, at tær 100 mill. kr., sum fe- løgini bundu seg til at brúka til føroyska luttøku í komandi oljuvinnu - í sam- bandi við leitingarloyvini - í útgangsstøðinum eru best brúktar, um eingir pengar koma í grunnin. Tvs. um feløgini sjálvi finna før- oyskar fyritøkur at arbeiða saman við og sum tey meta hava eina vinnumennandi framtíð. Hevur longu týdning Herálvur Joensen svarar játtandi, tá vit spyrja hann, um ikki oljuvinnan longu sæst aftur og hevur ávísan týdning í føroyska samfe- lagnum. – Eg haldi eisini, at nettupp hesin politikk- urin við føroyskari luttøku sær út til at vera væl skiltur av feløgunum. Mín varhugi er, at tað hendir ein rætti- liga stór menning av før- leikanum í nógvum før- oyskum fyritøkum, partvíst tí tær sjálvar vilja tað og partvíst tí at oljuvinnan er hugað fyri tí. Soleiðis at hetta gongur líkasum hond í hond. Herálvur Joensen vísir á, at tað longu eru føroyskar fyritøkur, sum eru virknar á oljuøkinum og lata vørur og tænastur til vinnuna. Okkurt av oljufeløgunum hevur eisini longu latið onkra føroyska fyritøku upp í hendi at gera onkrar lutir til oljuvinnu í Bret- landi. Tað vísir seg eisini, at fleiri útlendskar fyritøkur hava verið sinnaðar at gera avtalur við føroyskar fyri- tøkur um samstarv á olju- økinum. Dømi um slíkt samstarv er Aker Maritime og Pam Offshore og eisini ABB og El-Service. Uppá fyrispurning um føroysku krøvini mótvegis oljufeløgunum um før- oyska luttøku eru ov lin ella ov hørð sigur Herálvur Joensen, at javnvágin mill- um krøv okkara og tað, sum feløgini meta seg kunna og eiga er rímuliga góð. Men vit eru helst komin ov stutt til heilt ítøkiliga at kunna gera metingar av hesum. Vit verða noyddir at síggja fyrstu boringarnar og leit- ingina, áðrenn vit kunnu evaluera hetta leggur hann aftrat. Frá fundunum millum oljufeløgini og Vinnumálastýrið herfyri Mynd Jens K. Vang Oljugrunnur skal gagna føroyska samfelagnum Løgreglan í Roskilde hevur funnið ikki færri enn 3.000 sterk kanónsløg, sum eru rættiliga vandamikil Í ávaring, sum send er fjølmiðlunum sigur Fær- øernes Kommando, at vandamikið fýrverk er í umfari í Danmark. Og tá so er, er ofta stutt til tað kemur hendanveg. Sagt verður frá, at løg- reglan i Roskilde hevur lagt hald á 3.000 kanónsløg, sum eru skeivt framleidd. Og tað ger tey upp aftur vandamiklari, enn vanlig kanónsløg. Sagt verður frá, at ein skeiv kemikaliublanding hevur gjørt, at kanónsløgini eru ring at festa í. Tí kann henda, at tey ikki bresta, men enda sum sonevndir »fusarar«. Finna børn slíkar »fusar- ar«, er ofta torført hjá teimum at síggja, um fjúsið er brent niður ella ikki. Tí kann tað bresta beinanveg, fest verður í. Og so hendir skaði. Fyri at vara seg fyri hesum kanónsløgum sigur løgreglan frá, at hesi kanónsløgini síggja keðilig út. Tey líkjast frá vanligum fýrverki, sum ofta er vavt inn í litríkt pappír. Hesi, sum ávarað verður ímóti, eru vavd í grátt ella brúnt pappír og læst í endanum við plast- ella korkproppi, sum seglaðir eru við onkr- um límkendum. Finna fólk slíkar lutir, eiga tey at lata teir liggja. Latið vera við at taka teir upp, men sigi heldur mynd- ugleikunum frá. ej Vandamikið fýrverk