hósdagur 28. desember 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Øllum okkara viðskiftafólki ynskja vit gott
og eydnuberandi nýggjár.
P/F FØROYA
LÍVSTRYGGING
FflROYA LŒVSTRYGGING
Jólaferðslan
Suðuroyarleiðin: Nýggjársdag siglir Smyril sum
sunnudag.
Nólsoyarleiðin: Nýggjársaftan sigir Ritan av
Havnini kl.10.00 og kl.12.00.
Svínoyarleiðin: Nýggjársaftan siglir Másin úr
Hvannasundi kl.9.10.
Bygdaleiðir: Koyrt verður sum sunnudag. Tó
byrjar eingin túrur eftir kl.14.20.
STRANDFARASKIP
LANDSINS
Rutuupplýsingin,tlf.34 30 30
Heimasíðan:www.ssl.fo
Viðskiftafólki,familju,vinum og kenning-
um burturi sum heima ynskja vit eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signað
nýggjár við tøkk f yri tað brátt farna.
Vit á
Lands-
fundur
Landsfundur felagsins verður í Norðurlandahús-
inum fríggjadagin 29.desember kl.10.
Umframt vanliga aðalfundarskrá er trygd og
arbeiðs- og liviumstøður umborð á skránni til
viðgerðar á fundinum.Tórleivur Hoydal frá Skipa-
sýninum og Eyðun Berth Jacobsen frá Sjóvinnu-
fyrisitingini verða við á fundinum.
Landsfundurin verður skipaður av sóknarfor-
monnum, men allir fiskimenn eru vælkomnir á
fundin.
Føroya Fiskimannafelag
Toyota Previa GL
2,4 vørubilur
Árg:
Juli 1997
Koyrt:
57750 km.
Prísuppskot:
kr.120.000,-
P/F Esmar Simonsen
Telf.444405 Fax 444629
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
ynskir øllum limum sínum við húski eini
gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.
Somu ynskir sendast øllum viðskifta-
fólkum okkara.
Heilsan
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Vit ynskja viðskiftafólki okkara
eini gleðilig jól og eitt av Harranum
vælsignað nýggjár við tøkk fyri brátt
farna.
P/F Einar Mikkelsen
Vit fara í jólafrí frá 24.des.til 2.januar.
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Nr. 249 - 28. desember 2000
11
gult cyan magenta svart
10
Nr. 249 - 28. desember 2000
gult cyan magenta svart
Januar Februar Mars
Apríl
Mai
Juni
Teldan & Eg
Internet & Eg
Tekstviðgerð & Eg
Rokniark & Eg
Teldukoyrikort-skeið
Grundskeið í KT (TK)
Grundskeið í stýriforriti (TK)
Grundskeið í tekstviðgerð (TK)
Grundskeið í rokniarki (TK)
Grundskeið í datagrunnum (TK)
Grundskeið í framløguforriti (TK)
Grundskeið í samskiftisforritum (TK)
Teldutøk roynd til teldukoyrikort (hvørja viku)
Stóra teldukoyrikortið-skeið
Víðkað skeið í KT (STK)
Víðkað skeið í stýriforriti (STK)
Víðkað samskiftis- og kunningartøkni (STK)
Víðkað skeið í Tekstviðgerð (STK)
Víðkað skeið í rokniarki (STK)
Víðkað skeið í datagrunnum (STK)
DTP & heimasíðusmíð (STK)
Heimasíðusmíð við MS FrontPage
Heimasíðusmíð við Adobe GoLive
Heimasíðusmíð við Adobe GoLive - framhald
Grafikkur til Web við Adobe Image Ready
PDF til WEB við Adobe Acrobat
Animering við Macromedia Flash
Klárt til Web
Myndaviðgerð við Adobe PhotoShop
PDF til Prent við Adobe Acrobat
Skannara skeið
Prentlutir o.a. við Adobe InDesign
Design við Adobe Illustrator
Klárt til prent
MS Outlook, grundleggjandi
MS Outlook, framhaldsskeið
MS Word - frymlar og flætting
Projektstýring við MS Project
Microsoft Certificering
Framløga
Snarknøttar í staðin fyri mús
KT-trygdarskeið
Image Cast
E-business
Eitt hitt týdningarmesta tilfeingið hjá vinnulívinum er vælútbúgvið
starvsfólk, ið nýta tøku amboðini til fulnar. Hetta krevur ný- og
endurútbúgving, ið alsamt er dagførd við tøknina. Skeiðstovan
KVASIR er sett á stovn fyri at ganga hesum tørvi á møti. Vit bjóða
grund-, framhalds- og serskeið á høgum støði í einum ekslusivum
umhvørvi, ið skarar framúr bæði hvat tøkni og komfort viðvíkur.
Umframt regluligu skeiðini omanfyri hava vit eitt stórt úrval av ser-
skeiðum, ið verða hildin eftir tørvi. Vit skipa eisini fyri heildarloysnum
til virki, stovnar og einstaklingar.
http://kvasir.farodane.fo
(TK) = Teldukoyrikor t
(STK) = stóra teldukoyrikor t
Inn við skeið
KVASIR
Skotarók 14
FO-100 Tórshavn
Tlf. 320204
kvasir@farodane.fo
Set teg í samband við okkum og fá skránna við dagfestingum
Farodane 12-00
Fyrivarni verða tikin fyri broytingum og prentvillum
VIÐMERKINGAR
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður
í sjálvstýrismálum
Brævið frá forsætisráðharr-
anum er ein sera stór pro-
vokasjón og ein niðurgerð
av øllum føroyskum sjálv-
stýrisstríði. Hartil er hetta
sjálvsagt ein niðurgerð av
øllum tí arbeiði, sum lands-
stýrið hevur gjørt í full-
veldismálinum. Hetta er ein
staðfesting av, at vit noyð-
ast sjálvi at taka fullveldi í
Føroyum.
Innihaldið í brævinum
frá
forsætisráðharranum
má afturvíst umgangandi.
Annars hava vit sagt frá
okkum tjóðarrættindini og
hava slept allari okkara
samráðingarstøðu og søgu-
liga møguleikan at vinna
okkum fullveldi.
Í brævinum sigur for-
sætisráðharrin seg hava
avtalað víðari gongdina við
løgmann á einum fundi
tann 5. november 2000.
Hetta er ikki rætt. Løg-
maður hevur bert tosað
óformelt við Poul Nyrup
Rasmussen og hevur greitt
honum frá nýggju fullveld-
isætlan
landsstýrisins.
Hetta við tí endamáli at fáa
eina avtalu við donsku
stjórnina um, at vit sjálv
avrigga heimastýrislógina
innan ásett áramál, lóggeva
sjálv á øllum økjum, minka
blokkin burtur og staðfesta
okkara fullveldi, tá vit
ynskja.
Sjálvur tosaði eg við Poul
Nyrup
Rasmussen
í
Reykjavík tann 6. novem-
ber, har eg segdi honum
greitt:
• At vit ikki samráddust
longur, tí danska stjórnin
ikki viðurkennir samráð-
ingargrundarlagið.
• At vit nú sjálv løgdu full-
veldisætlanina til rættis
og hildu fólkaatkvødu.
• At eg vónaði, at stjórnin
fór at góðkenna eina av-
talu um framferðarháttin.
• At ongar útmeldingar
áttu at vera til pressuna,
fyrrenn ivamál vórðu av-
greidd, tí tað fór bert at
skapa ótryggleika.
Seta kílar í
Tí kann eg heldur ikki tulka
hetta brævið øðrvísi enn
sum eina roynd at seta kílar
ímillum samgonguflokkar-
nar.
Hetta skal eisini síggjast í
tí ljósi, at hann tosar bein-
leiðis um nýggjar skipanir
innanfyri ríkisfelagsskapin
og um sjálvstýrislóg, sum
jú er ein beinleidis stuðul
til andstøðuflokkarnar í
Føroyum.
Fyrispurningarnir frá Jó-
annesi Eidesgaard til bæði
forsætisráðharran og til
Ríkisumboðsmannin eru
sjálvsagt liður í hesi somu
royndini at rógva innaftur
undir danskan statsrætt, har
vit als ongi rættindi hava.
Fullveldi einasta leið
Við brævinum frá Poul
Nyrupi, er enn einaferð
skorið út í papp: At uttan
fullveldi, er als ongin
broyting í statsrættarligu og
fólkarætarligu støðu Før-
oya. Uttan mun til um tað
verður rópt nýskipan, sjálv-
stýrislóg ella okkurt heilt
annad, so er hetta bert
smyrsl. Tá liggur alt vald
og allur avgerðarrættur hjá
donskum myndugleikum.
Hann sigur í brævinum:
»Færøernes statsretlige
og folkeretlige status vil
med andre ord være uænd-
ret, dvs. som vi kender den
i dag. Hvis den færøske be-
folkning på et tidspunkt i
fremtiden træffer beslut-
ning om at ville udtræde af
riget, vil det således efter
grundloven være nødven-
digt med et samtykke fra
regeringen og Folketinget
på dette tidspunkt.«
Hetta er júst tað, sum
løgmaður, undirritaði og
Helena Dam á Neystabø
hava sligið rimmarfast, ikki
kann góðtakast, tí so eru vit
ikki viðurkend sum ein tjóð
við sjálvsavgerðarrætti.
Støðan er greið
Tí er ongin ivi um, at for-
sætisráðharrin roynir at
sleppa sær undan tí grund-
arlagi, sum hann longu
hevur viðurkent í samráð-
ingartilgongdini.
Nevni-
liga, at vit samráðast á
fólkarættarligum grundar-
lagi vid grundarlagi í
sjálvsavgerðarrættinum hjá
føroysku tjóðini.
Hetta er tað, sum alt okk-
ara arbeiði byggir á:
• Vit hava eina púra greida
samgonguavtalu,
sum
sigur, at føroyingar eru
tjóð, Føroyar eitt land og
at fullveldið skal útinnast
í verki.
• Vit hava í bankaavtuluni
frá 10. juni 1998 fingið
eina
undirskrivt
frá
donsku stjórnini um, at
vit skulu samráðast um
ein fullveldissáttmála og
eina lagaliga skiftisskip-
an.
• Vit hava eina greida løg-
tingssamtykt frá 3. okto-
ber 1998, sum sigur, at
landstýrið skal samráðast
um ein sáttmála, ið skip-
ar Føroyar sum eitt land
við fullveldi.
• Í okkara sáttmálaupp-
skoti, sum danska stjórn-
in bant seg til at samráð-
ast um tann 17. mars
2000, stendur í sjálvum
innganginum, at hetta
byggir
á
ómissiliga
sjálvsavgerðarrættin hjá
føroysku tjóðini.
Vit taka sjálvi
avgerðina
Tí má nú beinanvegin
brævið hjá forsætisráðharr-
anum greitt afturvísast.
Vit noydast sjálvi at
brúka alla orkuna uppá
okkara egnu fólkaatkvødu.
Vit noyðast sjálvi at taka
avgerðirnar og leggja okk-
ara egnu framtíð og okkara
egnu skiftistíð til rættis.
Einasta roynd, ið kann
gerast, er at fáa donsku
stjórnina at góðkenna okk-
ara ætlan, um vit ikki sjálvi
skulu boða ST frá hesum til
av okkara eintingum.
Tað er alneyðugt, at vit
siga hetta púra greitt nú, tí
fólk eru ørkymlað og hava
brúk fyri púra klárum
meldingum til tess at full-
veldisætlanin kann fremj-
ast.
Nú er ovboðið – avgerðin
má takast í Føroyum