Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 249 - 28. desember 2000 Tórshavnar kommuna BUSSLEIÐIN Tórshavnar kommuna Norðuri í Sundum Kjalnes Skúlin Signabøur Kollafjørður Frá Tórshavn Eysturskúlin Farstøðin Ringvegur Fyrsti túrur gerandis- dagar í tíðarskeið- num frá 15. aug. til 01. juni Hamarin á Argjum Vegurin Langi Hvítanes Handilsskúlin Millum Gilja Til Tórshavn Høgni Hoydal Landsstýrismaður Sambært donsku stjórnini finst hvørki nakar ”ríkisfe- lagsskapur” ella nøkur før- oysk tjóð. Hetta hava vit fingið sligið fast teir seinastu sjey mánaðirnar. Tað tekur skorðarnar undan glæstri- myndini um ”javnbjóðis virðing” og ”sjálvstøðugar tjóðir í ríkisfelagsskapi”. Men tað styrkir sjálvstýris- vongin, og hevur gjørt framtíðarstøðuna nógv greiðari. Árið 2000 gjørdist hend- ingaríkt á politiska vígvøll- inum um fullveldi. Men vit kunnu halda jól í friði og við góðum treysti fara und- ir eitt nýtt ár. Tann upprunaliga sam- ráðingarleiðin hjá lands- stýrinum hevur liðið skip- brot. Eftir fýra fundir er greitt, at her kemst ikki longur. Orsøkin er ikki, at tað sáttmálauppskot, vit løgdu fyri stjórnina tann 17. mars, var vánaligt. Eingin hevur enn sagt og eingin kann siga, at hetta uppskot ikki hevði verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær sjálvstøðugar tjóðir — ta føroysku og ta donsku. Orsøkin er heldur ikki, at hetta løgfrøðiliga ella um- sitingarliga hevði verið trupult at sett í verk. Orsøkin til skipbrotið er ikki teknisk. Her vóru eing- ir trupulleikar, sum ikki kundu verið loystir, um nakar vilji var. Orsøkin er heldur ikki fíggjarlig. Fyri danska ríki- skassan er peningurin til Føroya piparnøtir. Og danski skattgjaldarin hevði enntá spart einar 20 milli- ardir komandi 20 árini í mun verandi blokkstuð- ullskipan Men eftir sjey mánaðir og fýra samráðingarfundir er greitt, at danska stjórnin ikki hevur nakran vilja til at gera semju um, hvussu før- oyska fullveldisríkið verður skipað. Viljin til at steðga fullveldisætlanini er hin- vegin ógvuliga sterkur. Og hetta ber so sera væl til, so leingi vit ikki standa saman um eitt krav í Før- oyum, men hinvegin fara at skeldast innanhýsis, tá vit fáa mótstøðu. Okkara ósemjur eru styrkin hjá samráðingarmótpartinum. Karaktermorð Fyri at náa hesum máli nýtti donska stjórnin eina sera einfalda strategi, sum var í tveimum: 1) Føroyingar skuldu heingjast út sum krevjandi nassarar, og 2) samráðingarnar skuldu dragast út til tær av sær sjálvum steðgaðu, av antin løgtings- ella fólkatings- vali. Longu á fyrsta fundi varð henda strategi sett í verk: Øll uppskot landsstýrisins um mannagongdir vórðu kveistrað av borðinum. For- sætisráðharrin vildu hvørki hoyra talan um tíðarætlan, ávegis semjur, felags fund- arfrásagnir ella nakað ann- að, sum vanligt er í slíkum samráðingum. Hinvegin skuldi bara fráboðast, at kosturin varð harður — áðrenn nøkur samaráðing hevði verið. Teir fýra fundirnir vóru sjónleikir, sum skuldu fáa tað at síggja út sum um, at danska stjórnin vildi sam- ráðast. Men í veruleikanum vildi hon bert drála. Stjórnin noktaði eisini at halda samráðingarnar í trúnaði, til tær vóru lidnar. Harvið stóð møguleikin op- in fyri hinum partinum av strategiini: At heingja landsstýrið — og harvið allar føroyingar - út sum nassarar og kraddarar í fjølmiðlunum. Hetta varð eisini longu gjørt í sam- bandi við tann fyrsta fund- in, tá sagt varð, at føroy- ingar í Danmark kostaðu donskum skattgjaldarum fleiri hundrað milliónir árliga. Harafturat varð ført fram, at føroyingar høvdu kravt eina skiftistíð uppá millum 50 og 80 ár. Og síðani hevur ”karakter- morðið” verið framt við hvørt høvi. Tvey fyri eitt Karaktermorðið er vorðið alt meira vanligt sum politiskt amboð í nútíðar politikki. Tú fert ikki eftir sakini, men eftir manninum og roynir at seta hann í ringt ljós og gera fólk ótrygg. Hyggið bert at forsetavalstríðnum í USA. Men karaktermorðið hevur sjáldan nakran sann- leika í sær. Soleiðis heldur ikki í hesum føri. Lands- stýrið hevur ongantíð kravt hvørki 10, 15 ella 80 ára skiftistíð. Vit hava bara kravt at tað skal samráðast um spurningin — í sam- svari við eina avtalu, stjórnin sjálv undirskrivaði tann 10 juni 1998. Og endamálið var, at stjórnin skuldi sleppa undan at senda føroyingum pengar og at gera eina rímiliga skipan, sum báðir partar kundu liva við. Strategiin virkaði væl í donskum fjølmiðlum. Allir føroyingar vórðu koyrdir í ein posa og skírdir krevj- andi biddarar mótvegis danska skattgjaldaranum. Og eingin tekur ein nass- ara í álvara. Við at gera ta búskapar- ligu skiftistíðina til eitt stríðsmál í fjølmiðlunum, fekk danska stjórnin tvey fyri eitt: Í Danmark varð málað ein mynd av krevj- andi nassarum, sum gjørdi danska veljaran firtnan inn á føroyingar. Men í Føroy- um eydnaðist at gera veljar- arnar ótryggar, tí pengarnir vórðu sagdir at fara burtur eftir heilt stuttari tíð. Í Danmark var hugsanin, at ”teir krevja ov nógv”. Í Føroyum var hugsanin: ”Teir fáa ov lítið”. Sostatt fekst danski almenningurin at standa saman í eini mótstøðu móti landsstýrinum, meðan før- oyski almenningurin stóð spjaddur. Tjóðarrættindini á vøllin Síðani vóru allar royndir hjá landstýrinum støðgaðar til tess at fáa upplýsingar frá altjóða stovnum. Em- bætisfólk hjá landsstýrin- um kundu ikki senda eitt bræv við fyrispurningum til ST. Ongir upplýsingar kundu fáast frá NATO um okkara verjupolitksu støðu. Og føroyskt kundi ikki lýsast sum tjóðarmál. Við hesum var greitt, at danska stjórnin ongantíð fer at vilja vera við til at gera nakran sáttmála, sum ásetir, at skjeytið til Føroya land verður flutt frá danska ríkisvaldinum til føroysku tjóðina. Tí vildi landsstýrið á tí fjórða fundinum hava donsku stjórnina at viður- kenna tann veruleika, at føroyingar eru ein tjóð, og at vit tí hava rætt til at taka avgerð um okkara fram- tíðarstøðu einsamøll og uttan danska góðkenning. Í fleiri tímar varð togast um hetta á fundinum. Men danska stjórnin vildi ikki undir nøkrum umstøðum viðurkenna hendan veru- leikan. Og tí var onki annað at gera enn at slíta sam- ráðingarnar og fara til hús. Linjurnar eru greiðari Tað var hart, særandi og eyðmýkjandi at uppliva. Men tað er sera týdning- armikið at vita, tí nú eru linjurnar nógv greiðari í føroyskum sjálvstýrisstríði. Vit vita hvat er gykl og hvat er veruleiki. Vit vita hvørji orð er tóm og hvørji hava týdning. Vit vita, at tá danska stjórnin nýtir orðið ”ríkisfelagsskapurin”, so meinar hon við danska eindarríkið. Vit vita at danska stjórnin ikki so frægt sum viður- kennir tann veruleika, at føroyingar eru ein tjóð. Á samráðingarfundinum 26. oktober segði danski uttanríkisráðharrin tað sera greitt: Danska ríkið er eitt eindarríki, og í hesum ríki er bara ein tjóð — tann danska. Hesa støðu hevur stjórn- in, tí ein tjóð hevur rætt til sjálv at taka avgerð um egna lagnu. Danska stjórn- in vil, at spurningurin um føroyskt sjálvstýri skal avgerast í fólkatinginum. Vit vita nú, at forðingin fyri føroyskum fullveldi hvørki er búskaparlig, løg- frøðilig ella teknisk. Forð- ingin er politisk. Forðingin er, at danska stjórnin ikki vil geva frá sær valdið yvir Føroyum. Glæstrimyndin er skrødd At vita hetta, er ein fortreyt fyri at kunna fullføra mál okkara. Tað er eisini ógvuliga virðismikið, at vit nú vita púra greitt, at tann glæstri- mynd, sum føroyskir polit- ikarar og danska stjórnin í felag hava roynt at tekna av Føroya fólks politisku og rættarligu støðu, er skeiv. Glæstrimyndin er nú endaliga skrødd. Vit vita sostatt hvar vit standa. Og hetta tekur ikki á nakran hátt skorðarnar undan føroysku sjálvstýris- rørsluni. Gongdin hevur gjørt tað púra greitt fyri føroyingum, at skulu vit hava eina virðiliga støðu sum fólk, so er bara ein loysn: Vit mugu hava fullveldi! Vit mugu taka fulla ábyrgd! Eftir stendur eisini, at hetta ikki kann setast í verk í samstarvi við donsku stjórnina. Vit mugu sjálvi leggja alt til rættis í Føroyum. Og tað er júst tað, lands- stýrið nú er farið undir. Vit mugu skipa okkara egnu skiftistíð gera okkara egnu fólkaatkvøðu og taka av- gerðirnar sjálvi. Hetta átti ikki at komið óvart á okkum. Tað átti hinvegin at fingið okkum at staðið saman um at stað- festa okkara grundleggj- andi rættindir. Forðingin er jú í veruleikanum ikki danska stjórnin. Hon ger bert tað, sum flestu onnur ríki, vildu gjørt í somu støðu. Forðingin liggur hjá okk- um sjálvum. Eg ivist onga løtu í, at vit náa á mál. Tí føroyingar eru ikki bara ein minniluti í Danmark, sum tørvar hjálp fyri at yvirliva. Vit eru serstøk tjóð. Ikki bara í yrkingum, men eisini í veruleikanum. Føroyar er okkara land. Og vit vilja taka fulla ábyrgd av tí. Føroyskt fullveldi er einasta leið VIÐMERKING Poul Nyrup, forsætisráðharri Nr. 249 - 28. desember 2000 13