Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 150 - 8. august 2006 tíðindi NEATA festivlaur Ella Larsen ella@sosialurin.fo Í gjárkvøldið var seinasta sýning á NEATA sjón­leika­ festivalinum, sum hevur verið í Havn síðstu vikuna. Hilmar Joensen, formaður í MáF, ið hevur skipað fyri festivalinum er sera væl nøgdur. – Um vit skulu trúgva tí, ið luttakararnir og leiðarar hava sagt, so er hetta tann besti NEATA festivalurin, ið hevur verið. Hilmar Joensen hevur sæð allar leikirnar á festi­ valinum. – Allir vóru øgiliga góðir, samstundis sum teir vóru sera ymiskir. Hilmar Joensen sigur, at allir leikirnir høvdu sera høga góðsku. Sjálvt um hann ikki dugir at siga, hvønn leik honum dámdi best, dregur hann fram, at íslendsku leikirnir altíð eru í eini dimensjón fyri seg sjálvar. – Íslendski leikurin “Memen­to mori” var á sera høg­um støði. Men framførslan av “Hørpu­rímu” í gjár heldur hann eisini vera ótrúliga góða, bæði tí at hon skapti nakrar góðar myndir, og tí at tey tosaðu ígjøgnum tónleik. NEATA festivalur verð­ ur aftur um tvey ár, tá ver­ður hann í Riga í Lett­ landi. Fyrireikingarnar til næsta festivalin eru longu farnar í gongd, og Hilmar Joensen sigur, at føroyskir áhugasjónleikarar eru byrj­ aði at gera ein bólk, ið fer at luttaka í Lettlandi. – Besti sjónleikafestivalur nakrantíð Níggju fólk søkja skýli í einum kjallara tá sólin er sløknað. Tey hava mat, vatn og teppir. Í fyrstuni eru tey optimistisk, men eftir nakrar dagar, tá maturin er við at vera uppi, vatni frystir í rørunum og streymurin verður slitin, byrja tey hvør sítt stríð fyri at yvirliva. Danski bólkurin Drakomir framførdi leikin “Koldt” í Norðurlandahúsinum hóskvøldið. NEATA festivalurin í myndum Koldt Hilmar Joensen, formaður í MáF: – Allir leikirnir vóru øgiliga góðir, samstundis sum teir vóru sera ymiskir Mynd: Àlvur Haraldsen