týsdagur 8. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 150 - 8. august 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
Stutt sagt
Fann ókenda oyggj
Norski sjómaðurin Finn
Isaksen heldur uppá, at
hann hevur funnið eina
higartil ókenda oyggj við
Svalbard, og nú krevur
hann, at oyggin skal
nevnast eftir sær.
Í brævi til sýslumannin
á Svalbard skrivar Finn
Isaksen, at eingin hevur
vitað um oynna, tí hon
hevur ligið undir ísinum í
mong ár. Men herfyri var
ísurin á leiðini so nógv
minkaður, at tann ókenda
oyggin kom undan kavi,
og tann 11. juli setti Finn
Isaksen sum tann fyrsti
nakrantíð fótin á oynna.
Nú krevur hann, at oyggin
skal fáa navn eftir sær, og
hann hevur tí skotið upp,
at hon skal eita Finnøya.
Sýslumaðurin
á
Svalbard sigur, at málið
er sent teirri serligu
navnanevndini
hjá
myndugleikunum,
og
hon skal so taka støðu
til uppskotið hjá Finn
Isaksen, skrivar NTB.
Stjórnin farin í upploysn
Umleið 40 ráðharrar hava
nú sagt seg úr stjórnini
í Somalia eftir ósemju
millum Ali Mohamed
Ghed, forsætisráðharra og
Abdullah Yusuf, forseta.
Í seinastuni hava víð
gongdir islamistar tikið
stórar partar av Somalia.
Ghed, forsætisráðharri,
hevur sýtt fyri at tingast
við islamistarnar, og tá
hann sýtti fyri at slaka,
fekk hannn sekkin. Tað
sama hendi 40 av ráð
harrum hansara.
Yusuf, forseti, sigur við
BBC, at hann vónar at
kunna manna eina nýggja
stjórn, sum er til reiðar at
tingast við islamistarnar,
sum millum annað hava
ræðið á høvuðsstaðnum
Mogadishu.
Líka síðani Fidel Castro
gjørdist leiðari í Kuba
fyri 47 árum síðani, hev
ur amerikanska fregnar
tænastan CIA roynt at
beina fyri honum, men til
fánýtis.
Fabian Escalante, sum
hevur verið lívverji hjá
Castro, sigur, at hesi
47 árini hevur Castro
yvirlivað
ikki
færri
enn 638 morðroyndir.
Fabian
Escalante
var
fyrr ovasti í kubansku
trygdartænastuni, og hann
hevur fleiri ferðir verið
við til at avdúka ætlanir
um at beina fyri kubanska
forsetanum. Royndirnar
verða avdúkaðar í einumn
nýggjum filmi, sum hevur
fingið heitið »638 mátar
at beina fyri Castro«.
Bretska
blaðið The
Guardian sifur seg hava
sæð
filmin.
Sambært
blaðnum kemur fram har,
at CIA framdi eitt ótal
av royndum at fáa Castro
av vegnum. Eisini sæst,
at CIA hevði lagt nógvar
morðætlanir, sum kortini
ongantíð vórðu settar í
verk.
– Hetta er ringasta drápsmálið í Evropa í nýggjari tíð
(týska løgreglan)
638 royndir at myrða Castro
ÚTLOND
638 ferðir hevur onkur roynt
at beina fyri Castro
Ísrael tekur undir við
uppskotinum um, at libanski
herurin skal hava eftirlit við
marknaleiðini, men hann
kann ikki vera einsamallur,
sigur ísraelska stjórnin.
Uppskotið hjá libansku
stjórnini at lata 15.000
libanskar stjórnarhermenn
hava støð norðan fyri
ísraelska markið hevur
fingið góða móttøku í
Ísrael.
– Hatta er eitt áhugavert
uppskot, sum vit eru til reið
ar at umrøða nærri, segði
ísraelski forsætisráðharin,
Ehud Olmert, tá hann fór
á stjórnarfund í morgun.
Á fundinum skuldi stjórnin
millum annað tosa um at
herða átøkini í Libanon,
skrivar Reuters.
Ein talsmaður hjá ísra
elsku herleiðsluni segði
seinni, at libanska uppskot
ið kann roknast sum eitt
stig á leiðini ímóti friði.
Hann gjørdi tó vart við, at
15.000 libanskir hermenn
kunnu
neyvan
tryggja
frið á marknaleiðini, og
tí er tað framvegis eitt
ísraelskt krav, at ein altjóða
friðardeild eisini fær støð
fram við markinum, segði
talsmaðurin.
Libanska stjórnin heldur
hinvegin, at herur hennara
er førur fyri at átaka sær
uppgávuna. Tá talsmaðurin
hjá stjórnini bleiv spurdur,
um herurin er førur fyri at
taka vápnini frá Hizbollah,
svaraði hann stutt:
– Har libanski stjórn
arherurin
er,
er
hann
einsamallur.
Hetta merkir eisini, at tað
er eitt krav frá libansku
stjórnini, at Ísrael tekur
sínar
10.000
hermenn
úr Suðurlibanon. Ehud
Olmert hevur fyrr sagt, at
teir ísraelsku hermenninir
verða ikki tiknir aftur
um markið, fyrr enn ein
altjóða friðardeild er komin
til økið. Diplomatar á ST-
borgini í New York siga, at
tað kann taka bæði vikur
og mánaðir at manna eina
tílika deild.
Aftur í morgun søktu
ísraelsk flogfør at málum í
Libanon, og við eina bygd
har suðuri í landinum vóru
harðir bardagar millum
Hizbollah og ísraelskar
hermenn.
Altjóða friðardeild skal hjálpa
libanska herinum
Seinastu seks árini
eru níggju fólk í
Evropa skotin við
somu skammbyrsu,
men enn er eigarin
ikki funnin.
Løgreglan
í
Týsklandi
viðgongur, at hon stendur
á berum, hóast hon hevur
kannað málið øll seks árini.
Tað einasta, sum løgreglan
hevur at halda seg til, er,
at øll morðini eru framd
við somu skammbyrsu,
og at øll fólkini eru skotin
á alljósum degi. Átta av
teimum myrdu vóru av
turkiskum uppruna. Tann
seinasti var grikki.
Týska løgreglan sigur
seg vera rættiliga sannførda
um,
at
drápsmaðurin
arbeiðir
einsamallur,
hóast
vitni
sóu
tveir
menn rýma á motorsúklu
frá tí eina drápsstaðnum.
Men løgreglan heldur, at
vitnini mistóku seg, og at
drápsmaðurin var als ikki á
motorsúklu.
– Er tað rætt, at maðurin
arbeiðir einsamallur, er
talan um tann ringasta
drápsmannin
í
Vestur
evropa í nýggjari tíð,
sigur Alexander
Horn,
sum stendur á odda fyri
kanningunum hjá týsku
løgregluni.
Týsku myndugleikarnir
hava lovað tí, sum kann
avdúka drápsmannin, góð
ar tvær milliónir krónur
í samsýning. Eftir eina
sjónvarpssending
fyri
átta døgum síðani hevur
løgreglan fingið einar 25
fráboðanir frá fólki, sum
halda seg vita okkurt um
mannin, men tað er ikki
greitt enn, um hald er í
fráboðanunum.
Trupulleikin hjá mynd
ugleikunum er, at tey
myrdu høvdu als einki sam
band við hvør annan, og tí
hevur tað verið vónleyst hjá
løgregluni at finna nakra
orsøk til, hví júst tey níggju
vórðu myrd. Seks teirra
vóru handils- ella kiosk
eigarar.
Tað er greitt, at dráps
maðurin er umhugsin, tí enn
hevur løgreglan ongantíð
funnið nakað patrónhylki
á drápsstaðnum. Men kúl
urnar hava avdúkað, at
hann brúkar eina kekkiska
skammbyrsu av slagnum
CZ 83, og at skammbyrsan
hevur ljóðdoyvara, skrivar
DPA.
Drápsmaður gongur leysur í Evropa