týsdagur 8. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 150 - 8. august 2006 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Føroyingar mugu
venja alt árið,
um vit ynskja at
lyfta føroyska
fótbóltsstøðið her
heima. Tað sigur
Frank Arnesen
millum annað, í
samrøðu við Sosialin
í dag
Orð & myndir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
NM-kappingin fyri U17-
landslið er av. Venjararnir
venda nú heim til sítt
dagliga yrki og leikararnir
til feløg síni, har teir hava
sína dagligu gongd. Men
tað eru ikki bara venjarar
og leikarar og heldur ikki
bara dómarar, sum hava
verið til arbeiðis i samband
við NM-kappingina.
Síðani mánadagin í farnu
viku hava fleiri talentskótar
frá evropeiskum stórfeløg
um verið í Føroyum, fyri
at vita um teir kunnu knýta
okkurt stjørnuskoti at felagi
teirra.
Her er talan um umboð
fyri stórfeløg sum Arsenal,
Liverpool,
Manchester
United, Schalke 04, Ajax og
PSV Eindhoven, so tað var
altso ikki hvør sum helst,
ið var komin at hyggja at
leikarunum.
Men hóast talan var um
fleiri kend nøvn millum
hesar talentskótar, so var
tað serliga eitt navn, ið
flestir ítrottaráhugaðir før
oyingar komast við, og tað
er Frank Arnesen. Maðurin
við ábyrgdini fyri ungdóms
arbeiðinum hjá Chelsea
- ensku meistararnir og
felagið við øllum milliard
unum.
NM hevur høgt støði
Sosialurin hevði avtalu við
Frank Arnesen leygardagin
á miðdegi, um at fáa eitt
lítið prát aftan á dystirnar
hjá føroyska U17- og U19-
landsliðnum.
Veðrið er so mikið illfýsi,
at vit gera av at fara inn í
FSF-húsið at práta aftur við
einum krússi av kaffi, og
eg spyrji hann, hvat honum
dámar kappingina?
– Eg haldi tað vera
eina ógvuliga áhugaverda
kapping, har støðið hevur
verið høgt. Og frá teimum,
sum hava fylgt við longi
havi eg skilt, at hetta er
besta kappingin seinastu
trý árini, greiðir Frank
Arnesen frá.
Hóast hann hevur arbeitt
sum talentskóti í fleiri ár, er
hetta fyrsta ferðin, at hann
er við til NM-kappingina
fyri U17-landslið.
Og av tí sama hevur
Frank Arnesen lagt seg eftir
at síggja øll liðini spæla.
- Ja, nú dysturin millum
U17-landsliðið hjá tykkum
og Noreg er av, havi eg
sæð øll liðini uttan tykkara
U19-landslið spælt, og tað
hava verið nakrir spennandi
dystir at fylgt. Og nú er tað
eisini soleiðis, at eg eri ikki
einsamallur her í Føroyum
og hyggi. Við mær havi eg
tríggjar talentskótar, so vit
hava helst fleiri ting, vit
skulu kjakast um, tá vit
koma heimaftur, fortelur
Frank Arnesen.
Tá hesi orðini eru søgd,
koma tríggir mans prátandi
inn í hølini við fanginum
fullum av hotdogs. Frank
Arnesen fær ein burtur av
og tað sama ger Jákup í
Stórustovu, sum hevur syrgt
fyri øllum talentskótunum
meðan teir hava verið í
landinum.
Og í millum kaffi og hot
dogs gongur fótbóltsprátið
víðari.
- Kappingin hevur eis
ini verið ótrúliga væl fyri
skipað og alt hevur gingið
væl og verið væl avgreitt,
og tað haldi eg eisini at
fyrireikararnir hava rós
uppiborið fyri. Einasta
sum er keðiligt hjá okkum
talentskótum er, at allir
dystirnir hava verið leiktir
samstundis, tí tá havi eg
bert havt møguleikan at
síggja ein dyst um dagin.
Men fyri allar aðrar partar
er tað best, at alt verður
avgreitt samstundis, so tað
er ikki meiri enn rímiligt
at tað er so, sigur Frank
Arnesen.
Jákup verið
millummaður
Jú, kappingin hevur gingið
væl, tað kunnu øll, sum
hava fylgt bara nøkulunda
við, verða samd í. Men
Frank Arnesen hevur ikki
bara hug at rósa góðu fyri
skipanini.
– Jákup hevur verið
ein ótruliga góður maður
hjá okkum, sigur Frank
Arnesen og ristir í økslina
á Jákup í Stórutovu.
- Hann hevur gjørt eitt
stórt fyrireikandi arbeiði,
og hevur allatíðina vita og
havt allar upplýsingar, sum
vit hava vilja havt fatur í.
Og tá vit so ikki hava hugt
eftir dystum ella arbeitt á
annan hátt, hevur Jákup
skipað fyri ymsum tiltøkum
og túrum fyri okkum og tað
hevur verið framúr, sigur
Frank Arnesen.
Føroyingar
mugu
venja
alt árið
Frank Arnesen sigur, at NM-kappingin er sera væl fyriskipað og at fyrireikararnir hava rós uppiborið fyri tað. Hann heldur, at
kappingin hevur verið ógvuliga spennandi, men sigur samstundis, at ongin sáttmáli verður gjørdur í nærmastu framtíð