týsdagur 8. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 150 - 8. august 2006 ]
TB nærri
toppinum
Eftir 2-0 á heima
vølli móti VB/
Sumba hevur TB
vunnið seks ferðir
á rað, og nú er TB
bara fýra stig frá
uppflytingarplássi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
TB vann mánakvøldið 2-
0 á heimavølli móti VB/
Sumba í 1. deild. Hetta
var síðsti dysturin í 18.
leikumfari.
Heimaliðið hevði yvir
vág alla tíðina. Teir høvdu
nógvar málmøguleikar,
men tað gekk striltið at
fáa úrtøku, ikki minst
tí at 16 ára gamli VB/
Sumba málverjin, Rani
Johannesen, var sannur
brandur millum stólpar
nar.
Fyrra málið, sum TB
fekk í 9. minutti, skoraði
Kaj Roest. Seinna málið
fingu teir í 61. minutti.
Tað skoraði Einar Peter
sen eftir fínt uppspæl og
gjøgnumbrot í vinstru
og innlegg frá Birgiri
Rasmussen. Einar Peter
sen heilfluktaði í kassan.
Eftir at TB hevði økt
um leiðsluna til 2-0, til
tuskaði VB/Sumba sær
brotsspark. Kári í Lága
bø royndi seg úr ellivu
metrum, men stinni TB
málverjin, Pedrag Marko
vic vardi væl fyri.
Hetta var sætta ferðin
upp í slag, at TB fór
av vøllinum við fullari
úrtøku. TB er á fjórða
plássi við 36 stigum. LÍF
er nummar trý við 39
stigum, AB er næstfremst
við 40 stigum, og B71 er
á odda í 1. deild við 42
stigum.
Í 19. umfari, sum verð
ur á skránni nú leygar
dagin, skal TB spæla
á heimavølli móti LÍF.
Hinir dystirnir eru B71-
KÍ, HB-VB/Sumba, AB-
Royn og FSVágar04-SÍ.
Ongin nýggjur
Lampard
Sum áður nevnt, hevur
Frank Arnesen sæð øll
liðini spælt nú kapp ingin
er av. Stóri spurningurin er
so, hvat hann og hansara
skótar hava fingið burtur úr
kapp ingini.
- Hetta hevur avgjørt ver
ið ein spennandi kapp ing,
men tað verður ongin sátt
máli skrivaður við nakran
av leikarunum í nærmastu
framtíð. Tað
gera
vit
ongantíð aftan á eina slíka
kapp ing. Vit vilja altíð
síggja ein leikara í longri
tíð, áðrenn vit taka avgerð
um, hvørt hann skal hava
sáttmála ella ikki.
- So í eini kapp ing sum
hesari hyggja vit fyrst og
fremst at leikarum, sum vit
meta hóska til okkara støði
og vit høvdu fingið gleði av,
og her í Føroyum hava vit
sæð eini tveir, tríggjar og
kanska fýra leikarar, sum vit
halda vera áhugaverdar, og
kanska fara at fylgja seinni,
sigur Frank Arnesen.
- Teir leikararnir eru í
millum 14 og 16, tí tað
eru teir, sum eru spennandi
fyri okkum at fylgja. Tá ert
millum 16 og 18 ert tú helst
partur av besta liðnum,
meðan vit eru áhugaðir í
teimum, ið eru yngri enn
tað. Tí er tað eisini, at vit
ikki hava hugt nakað serligt
at tykkara U19-landsliðið,
sigur Frank Arnesen og
greiðir víðari frá, hvat teir
vænta av leikarunum:
- Tá vit so undirskrivað
ein sáttmála við ein ungan
leikara, so rokna vit ikki
við, at hann kemur inn og
skal yvirtaka plássið eftir
Shevchenko ella Lampard.
Hann skal inn at prógva
sítt virði. Prógva, at hann
kanska er leikarin, vit
kunnu byggja framtíðina
upp á, sigur Frank Arnesen
avgjørdur.
Mugu venja alt árið
Einasti dysturin stóri mað
urin úr Chelsea sá føroyingar
spæla, var stórtapi ímóti
Noreg. Út frá tí er helst ikki
rætt at spyrja, hvat hann
heldur um føroyska liðið.
- Eg vil siga sum so,
at føroyska liðið fekk eitt
fantastiska flott úrslit móti
Íslandi, men um føroyskur
fótbóltur ynskir at menna
seg, so fyrsta kravið, at
leikararnir venja alt árið.
- Tað sigur seg sjálvt, at
Føroyar ikki eru á sama
støði sum hini londini, tá
steðgurin frá fótbóltinum er
so langur sum hann er. Tí er
tað heilt víst rætt at longja
kapp ingina, sum tit nú hava
gjørt, men tað er ikki nóg
mikið, tá vit í Onglandi
spæla fótbólt alt árið, sigur
Frank Arnesen.
- Eitt annað hugskot fyri
at ment fótbóltin her kundi
verið, at allir teir bestu
leikararnir venja saman
einaferð um vikuna, tí tað
er nakað, sum er ógvuliga
gevandi, fortelur Frank
Arnesen og hyggur út í
gjøgnum vindeyga.
Dysturin um triðja plássið
í NM-kapp ingini er byrjaður.
Finnland og Svøríki spæla.
Frank Arnesen drekkur tað
síðsta kaffi, sum er eftir í
kopp inum, knapp ar jakkan
aftur og fer út hyggja at,
um hann kanska ber eyga
við
onkran
evnaríkan
leikara, sum kundi verið
ein framtíðar styrkur hjá
Chelsea.
Navnið er Frank Arnesen, og maðurin er ein tann mest
virdi talentskótin í øllum Evropa.
Tað er hann, sum fekk brasiliumenninar Romario og
Ronaldo til Evropa, tá teir komu til PSV Eindhoven. Tað
er eisini hann, ið hevur givið leikarum sum Ruud van
Nistelrooy og Arjen Robben ta frægu fótbóltsuppaling,
teir einaferð hava.
Í PSV Eindhoven var Frank Arnesen í nógv, men hansara
eyðsýndu evni at arbeiða við evnaríkum leikarum gjørdu,
at Tottenham ognaði sær hann á heysti í 2005. Har fekk
hann tó ikki nógv av skafti, tí hann hevði illa nokk latið
hurðanar aftur aftan fyri seg í Tottenham, áðrenn Chelsea
hálaði hann út aftur og vildi hava hann til sín. Hetta
kostaði Chelsea rinda 80 milliónir krónur, men aftur fyri
fingu teir ein tann besta talentskótan í Evropa at hava
ábyrgdina av ungdómsmenningini í felagnum.
Sum leikari var Frank Arnesen eisini góður og nógv
eftirspurdur í Evropa. Barndómsfelagið æt Fremad
Amager, og har frá gekk leiðin til Ajax. Arnesen spældi
seks ár í Ajax, áðrenn spanska stórfelagið Vanlencia
tryggjaði sær hansara undirskrift. Har var hann í tvey
ár, og síðani skifti hann til belgiska Anderlecht. Úr
Anderlecht gekk leiðin aftur til Holland - hesaferð til
PSV Eindhoven, har hann endaði sína yrkisleið sum
fótbóltsleikari.
Sum leikari gjørdi Frank Arnesen eisini vart við seg á
landsliðnum, har hann fekk 52 í reyðu troyggjuni.
FAKTA
Barthez arbeiðsleysur
Fabien Barthez, sum vardi málið hjá fransmonnum í HM-finaluni, hevur onki felag hann kann
spæla fyri nú HM er av.
Sáttmáli hansara Marseille gekk út í summar, og hvørki Barthez ella Marseille síggja út til at
hava hug at longja sáttmálan, so landsliðsmálverjin hevur í roynd og veru onki felag at spæla
fyri, og tí er hann farin at umhugsa sína fótbóltsframtíð.
- Eg vildi ynskt, at eg kundi spælt í eini tvey ár aftrat, men tað er als ikki víst at eg yvirhøvir
komi at spæla aftur, sigur Fabien Barthez í samrøðu við franska blaðið L´Equipe.
Barthez hevur áður spælt við Toulouse, Monaco, Manchester United og Marseille, umframt at
hann hevur spælt 87 landsdystir.
-rwd
Jákup í Stórustovu hevur fyri tað mesta verið føroyski kontaktpersónurin hjá mongu talentskótunum
Chelsea eigur dýrasta hópin
Tað er týska Tranfermarkt sum stendur fyri metingini av leikarum
og hópum hjá evropeisku stórfeløgunum, og júst sum væntað var tað
Chelsea, sum endaði ovast í metingunum.
Hópurin hjá Mourinho er mettur at hava eitt virði áljóðandi 400
millinónir euro, sum svara til smáar tríggjar milliardir.
Tey bæði liðini næst á listanum aftaná Chelsea eru Barcelona og Real
Madrid, har hóparnir eru mettir at hava eitt virði á ávíkavist 2,39 og 2,23
milliardir krónur.