Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 150 - 8. august 2006 ] Bæði hjá NSÍ, sum rennur eftir oddasessinum, og B68, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini, verða nýggj andlit at síggja í grannauppgerðini á Svangaskarði Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað stendur nógv upp á spæl í grannauppgerðini á Svangaskarði í kvøld. Bæði hjá B68 og NSÍ er setningurin greiður, um enn hann ikki er tann sami. NSÍ stríðist fyri at fáa fatur á EB/Streymi í telvingini um oddasessin, og B68 stríðist fyri at sleppa burtur úr vand­ anum fyri niðurflyting, sum alt kappingarárið hevur hingið yvir toftamonnum. Bæði á Toftum og í Runa­vík hava teir nýggj and­lit á liðnum. Hjá B68 er Bill Jacobsen nýggjur venjari. Harafturat skulu trígg­ir spælarar royna seg fyri fyrstu ferð í B68 bún­anum. Ein teirra er Hend­rik Rubeksen, sum er leigaður í HB. Hendrik hevur spælt eitt sindur á besta HB liðnum. Nú skal hann á Toftum royna at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hinir báðir nýggju B68 spælararnir eru brøður, sum eru ættaðir úr Brasil. Annar teirra er gamal kenningur. Andersson spældi við B68 í fyrraárið, og hann var aftur á Toftum eitt stutt skifti í fjør. Andersson er álopsspælari, og beiggin, Alexandro, er miðvallari. Tá ið vit frættu, vóru øll loyvini hjá Alexandro kom­ in upp á pláss. Teir bíðaðu eftir leysgevingini fyri And­ ersson, sum skuldi koma úr Brasil. Tað varð roknað við, at hon fór at koma í dag. Fyri B68 er tað dyggur smeitur, at Øssur Hansen ikki er tøkur. Hann er í Noregi í arbeiðsørindum. Julian Johnsson kom sunnu­ dagin úr Danmark at vera við móti NSÍ. Í Runavík er lagið gott. NSÍ hevur avgjørt ikki av­skrivað møguleikan at vinna fyrsta FM heitið nakran­tíð. Um hugsningur skal verða um at fáa fatur á EB/Streymi, so verður neyðugt at fáa trý stig á Toftum. Móti VB/Sumba var Iulian Florescu nýggjur á vinstra vongverja. Tað spældi væl av, tí Iulian legði upp til bæði málini í 2-1 sigrinum. Í kvøld verður aftur ein nýggjur útlendingur á NSÍ liðnum. Talan er um 22 ára gamla Thomas Gormsen, sum NSÍ hevur leigað frá SønderjyskE, har hann sam­bært NSÍ heimasíðuni hevur spælt 37 dystir á besta liðnum. Thomas hevur vant við NSÍ síðani undan vikuskift­ inum. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, um hann verður millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Dánial Hansen, sum í mong ár hevur verið stuðuls­ spælari í NSÍ, er givin av venja, og Jónstein Petersen fór undan VB/Sumba dyst­ in­um av landinum í arbeiðs­ ørindum. Heldur ikki hann verður at síggja nógvu tær næstu ferðirnar. Bill og B68 skulu standa sína roynd Bæði B36 og GÍ eru órógvað av fráveru, nú tey rigga seg til dystin, sum kann merkja farvæl til oddastríðið fyri taparan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Soleiðis sum EB/Streymur buldrar avstað í oddinum, eru bert eini ráð til restina av feløgunum. Í øllum før­ um hjá teimum, sum liggja beint undir oddinum. Har eru ikki ráð at kiksa tað allar minsta, og tí er lítið at ivast í, at bæði B36 og GÍ fara eftir sigrinum í Gundadali í kvøld. Trý leikbann Báðir partar eru tó órógvaðir av fráveru undan so týdn­ ingar­mikla dystinum. Hjá B36 kom tað illa við, at Hanus Thorleifsson noydd­ ist skaddur av vøllinum, tá Fenerbache var á vitj­ an. Tann skaðin argar fram­ vegis, og í fyrsta lagið verður mett, at miðvallarin er tøkur til sunnudagin, tá B36 spælir móti KÍ. Hartil hevur liðskiparin, Klæmint Matras, leikbann, eftir at hann fekk fimta gula kortið, tá B36 spældi á Skála, meðan Kenneth Jacobsen er staddur uttan­ lands. Og eisini hjá GÍ hevur venjarin nakað at hugsa um. Áslakur R. Petersen og Niklas Niclasen eru nevnliga báðir leikbannaðir, og hartil er Magni Jarnskor ivasamur, tí hann hevur drigist við skaða. Tí skal Petur Mohr finna eina nýggja samanseting á lið­ num, sum eftir eina framúr byrjan tykist vera dottið nak­að burturímillum í odda­ stríðnum. Venjararnir hugsa seg um Hvørki B36 ella GÍ hava ráð at missa tað allar minsta, um tey skulu hava nakra vón at fylgja við oddaliðnum Fuglfirðingar vilja venda byttuni Stóra ivamálið er, hvørt nýggju spælararnir hava fingið spæliloyvið í rættlag, tá HB kemur á vitjan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Setningurin hjá ÍF er púrasta greiður, nú farið verður undir seinasta triðingin av kappingini. Teir skulu vinna seg úr botninum, har liðið higartil hevur hildið til. Í royndunum at røkka hesum hevur felagið styrkt seg við einum serbiskum og einum donskum spælara, men tá vit í morgun tosaðu við Símun Eliasen, venjara, vóry loyvini hjá hesum enn ikki komin í rættlag. Hartil hava Dánjal Pauli Højgaard, Vincent Jacobsen, Hanus Eliasen og Tórður Lervig allir drigist við skaða, og tí verður tað neyvan fyrr enn beint undan dystinum, at venjarin ger av, hvussu liðið sær út. Hjá HB siga tey, at allir mans eru tøkir. Kári Nielsen er einasti spælarin, sum er eitt lítið sindur ivasamur, men roknað varð tó við, at hann verður á miðvøllinum í kvøld. Somuleiðis er Bárður Johannesen nú aftur til reiðar at spæla, og so er spurningurin, hvørt hann tekur plássið í málinum aftur, eftir at Tróndur Vatnhamar hevur verið vikarur nøkur umfør. Skála til Vágs Í Vági skal VB/Sumba royna at halda fast í positivu gongdini seinastu umførini. Hesa ferð er tað Skála, sum kemur á vitjan, og skal metast eftir stigatalvuni, so er hetta avgjørt ein av teimum dystum, sum VB/Sumba skal fáa stig í. Sum skilst, so gera hvørki skaðar ella leikbann seg galdandi hjá nøkrum av pørtunum, og so verður tað upp til venjararnar báðar at gera av, hvussu kortini verða blandað á skilabestan hátt. -mørk HB-málið í dómsnevndina HB læt í gjár triðu kæruna til Dómsnevndina hjá FSF í sonevnda Páll M. Joensen málinum Kæran kemur eina viku eftir, at Kappingarnevndin í sínum úrskurði enn einaferð dømdi HB at tapa dystin móti VB/Sumba. Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, vildi ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til málið, men sambært Útvarpinum, so hevur hann góðar vónir um, at tað hesa ferð skal eydnast HB at fáa viðhald í málinum. -mørk Ongin dystur í Ísrael fyribils UEFA hevur gjørt av, at allir evropeiskir dystir, sum áttu at verið spældir í Ísrael, skulu spælast aðrastaðni. Orsøkin er áhaldandi stríðið millum Ísrael og Libanon, sum ikki sær út at enda fyribils. Hetta merkir millum annað, at tá Maccabi Haifa eigur at hava heimavøll í Champions League-dystinum móti Liverpool tann 23. august, verður dysturin leiktur á uttanveltaðum vølli. Tann vøllurin kundi verið heimavøllurin hjá ukreinska liðnum Dynamo Kiew, sum hevur bjóðað sítt stadion fram sum ein møguleika, har dysturin kundi verið leiktur. Fyrri dysturin millum Liverpool og Maccabi Haifa verður á Anfield nú mikudagin, og seinni dysturin verður sum sagt 23. august. Inter hevur keypt Crespo Italska stórfelagið Inter hevur undirskrivað sáttmála við Hernan Crespo, sum er galdandi komandi tvey árini. Inter fær Crespo uttan at rinda eitt oyra fyri hann, men samstundis hevur Chelsea tryggjað sær, at teir kunnu fáa Crespo aftur, aftan á komandi kappingarár, um teir meta, at tað er brúk fyri tí. Hernan Crespo er argentini, men hevur ongantíð dult fyri, at hansara fótbóltshjarta liggur í Italia. Fyri trimum árum síðani keypti Chelsea hann frá júst Inter fyri 16,8 milliónir pund, men Hernan Crespo hevur allatíðina sagt, at hann heldur enn fegin vildi aftur til Italia at spæla fótbólt. Í farnu viku fekk Hernan Crespo so italskan ríkisborgararætt, og í dag boðar Inter á heimasíðu síni frá, at teir hava fingið avtalu í lag við 31 ára gamla Hernan Crespo. -rwd