Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 150 - 8. august 2006 Drápið var væl fyriskipað frá byrjan til enda Fyri fimmti árum síðani vóru hvalirnir bert fimm skinn í miðal. Í dag er talið helvtina størri. Grind Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gøta: Sum nevnt aðra­staðni í blaðnum legði ein stór grind beinini á Gøtusandi í gjár. Grindin varð merkt til 131 hval og var skinnatalið 950. Vanligt er at siga, at ein hvalur liggur um 6-7 skinn. Men sambært Jústinesi Ol­sen, djóralækna var grind­ in í Gøtu betri enn so. - Miðaltalið í Gøtu var omanfyri sjey skinn – 7,3 skinn. Og tað má sigast at vera rættiliga gott, sigur hann við Sosialin. Í februar mánaði í ár var eisini grind, og var henda eisini feit. Nógv bendir á, at grindin er væl fyri. So er bert eftir at vóna, at fleiri fáa gagn av henni í summar. Grindin væl fyri í ár Grindaveiða 50 ár aftur Ójavnt hevur verið, hvussu grindin hevur verið fyri seinastu 50 árini. Her er eitt yvirlit yvir tal av grindum, hvalum og miðaltali á skinnum. 1956: 13 grindir, 1816 hvalir, 9180 skinn = 5,0 skinn í miðal 1966: 13 grindir, 1485 hvalir, 6956 = 4,6 skinn í miðal 1976: 6 grindir, 532 hvalir, 3272 skinn = 6,2 skinn í miðal 1986: 20 grindir, 1676 hvalir, 10708 skinn = 6,3 skinn í miðal 1996: 15 grindir, 1512 hvalir, 11095 skinn = 7,3 skinn í miðal 2005: 6 grindir, 302 hvalir, 2194 skinn = 7,3 skinn í miðal 7. august 2006 í Gøtu: 131 hvalir, 950 skinn = 7,3 skinn í miðal Kelda: Hagstovan FAKTA