Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 150 - 8. august 2006 tíðindi - Eg hoyri javnan frá fólki, at tað er dýrt at liva í Føroyum, og at lønin røkkur stutt. Ein rættiliga tyngjandi partur av húsarhaldinum er oljan og við henni eisini oljuavgjaldið, sum fer í landskassan, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, sum fer at taka málið upp í samgonguni til heystar Oljuavgjald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Undir umrøðuni av ólav­ søkurøðu løgmans, segði Vilhelm Johannesen, løg­ tings­maður, at hann nú vil hava samgonguna at um­hugsa oljuavgjaldið av álvara. Vann ikki frama - Tá ið seinasti skattalætt­ in varð latin, vóru røddir frammi, sum heldur mæltu til at lækka oljuavgjald­ið hjá hús­ar­hald­um. Nevnt varð, at olju­av­gjald­ið, sum fer í landskassan, svarar til umleið tað, sum landsstýrið veitti í skattalætta. Men hetta málið vann ikki frama í samgonguni, sum valdi skattalættan fram um avtøku ella lækking av oljuavgjaldinum. - Vit hava havt nakrar oljukreppur í nýggjari tíð, men sum tíðin leið, fullu prísirnir aftur. Oljuprísurin er rættiliga høgur í løtuni, men nú er lítið, sum bendir á, at prísirnir fara at lækka aftur í bræði. Dýr og tyngjandi Vilhelm Johannesen ásannar, at oljan er vorðin ein alsamt størri og tyngjandi partur av húsarhaldinum, og kanska serliga rakar hetta tær stóru barnafamiljurnar. - Men oljan er sum heild tung at bera hjá fólki, eisini hjá teimum eldru, sum skulu bera húsarhaldið við pen­sjónini. Løgtingsmaðurin sigur, at í hansara heimi rinda tey 2.000 krónur um mánaðin fyri olju, og hann sigur seg hava skilt, at hetta er vanligt í dag. - Jú, hetta er ein stór­ ur postur, tá ið havt verð­ ur í huga, at nógvar neyð­ synjarvørur eisini eru dýrar í Føroyum, eitt nú breyð og mjólk. Kæra sína neyð Vilhelm Johannesen sigur, at hann javnan møtir fólki á gøtuni, sum kæra sína neyð um, at tað er dýrt at liva í Føroyum – og at lønin røkkur stutt. - Hetta hoyri eg alla tíð­ ina, leggur hann aftrat. Løgtingsmaðurin fer tí at taka málið um oljuavgjald­ ið upp í samgonguni, tá ið løgtingsarbeiðið er komið rættiliga í gongd aftur eftir summarsteðgin. - Eg haldi, at nú oljuprís­ir­ nir vísa seg at vera støðugir – og hækkandi, eigur sam­ gongan at taka málið upp og umhugsa avgjaldið av nýggjum, sigur hann. Betri grundarlag Vilhelm vísir á, at fíggj­ arlógin, sum hevur havt hall seinastu árini, nú aftur er við at koma á rættkjøl, og tí heldur hann, at tíðin er komin at minka um av­gjaldið - ella taka at tað burtur, um grundarlag er fyri hesum. Enn hevur hann tó ikki tikið málið upp í sínum egna flokki. - Nú er nakað síðan, at eg sá nakrar framskriving­ ar um støðu landskassans, men eg haldi virkuliga, at samgongan í fyrsta lagi eig­ur at taka hetta málið upp. Tað fari eg so at mæla henni til at gera, sigur løg­ tingsmaðurin, Vilhelm Jo­ hannesen. Fíggjarmálaráðharrin: Tekur oljuavgjaldið upp í samgonguni - Oljan er vorðin ein alsamt størri og tyngjandi partur av húsarhaldinum. Hetta rakar serliga tær stóru barnafamiljurnar og pensjónistarnar, sigur Vilhelm Johannesen - Vit hava havt oljukreppur í nýggjari tíð, men sum tíðin leið, fullu prísirnir aftur. Lítið er, sum bendir á, at verandi oljuprísir fara at lækka aftur í bræði, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður - Oljan er ein rættiliga dálkandi orkukelda og í tíðum sum hesum, nú so nógv verður tosað um umhvørvi, kemur tað ikki upp á tal at lækka – ella avtaka – oljuavgjaldið. Hinvegin er ikki sagt, at landsstýrið ikki kann gera okkurt, sum lættir um hjá eitt nú pensjónistum og stórum barnafamiljum, sigur Bárður Nielsen Oljuavgjald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin hevur spurt fíggj­ ar­málaráðharran, Bárð Niel­­sen, um landsstýrið fer at taka hædd fyri ein­um lækkaðum ella avtiknum oljuavgjaldi í fíggj­ar­lóg­ aruppskotinum fyri 2007. Men tað fer landsstýrið ikki at gera. Tí er heldur ikki líkt til, at tað fer at nytta nakað hjá løgtingsmanninum, Vil­ helmi Johannesen, at taka málið um oljuavgjaldið upp í samgonguni í heyst, sum hann í greinini omanfyri sigur seg fara at gera. - Nei, tað fyriliggur einki sum helst í landsstýrinum um at gera nakað við olju­avgjaldið, sigur fíggj­ armálaráðharrin rættiliga avgjørdur. Dálkandi orkukelda Bárður Nielsen sigur seg als ikki vera fyri at minka um eitt nú umvhvørvisskattir og heilsuskattir, sum hann rópar tað. Hann vísir á, at oljan er ein rættiliga dálkandi orkukelda og í tíðum sum hesum, nú so nógv verður tosað um umhvørvi, kemur tað ikki upp á tal at lækka – ella avtaka – oljuavgjaldið. - Hinvegin er ikki sagt, at landsstýrið ikki kann gera okkurt, sum lættir um hjá eitt nú pensjónistum og stórum barnafamiljum. Men sjálvt oljuavgjaldið verður ikki nortið, leggur hann dent á. Fíggjarmálaráðharrin vís­ir á, at vit hava havt bjálv­ ing­arstuðulsgrunnin, har serliga pensjónistar kundu søkja um bílig lán til bjálv­ ing av sethúsum. - Men mær vitandi hevur lítið virksemið verið her seinastu árini. Hann sigur, at hesir møgu­ leikar verða tiknir uppaftur í sonevnda bú­stað­ar­pakk­an­ um, sum landsstýrið hevur sett út í kortið. - Vit hava havt ein post á fíggjarlógini, ið verður róptur brennioljustuðul, sum eisini primert hevur verið ætlaður pensjónistum. Minkar í prosentum Fíggjarmálaráðharrin sigur, at áður var tað soleiðis, at oljuavgjaldið hækkaði, tá ið oljuprísurin lækkaði, og tá ið oljan hækkaði í prísi, lækkaði avgjaldið. - Men fyri nøkrum ár­um síðan varð avgjaldið lagt í fasta legu, soleiðis at tað í dag er 80 oyru fyri liturin. So hvørt, sum oljan seinasta hálvt annað árið er dýrkað, er avgjaldið soleiðis vorðið ein minni og minni partur av samlaða oljukostnaðinum. Bárður Nielsen heldur, at fólk skjótt venja seg við broyttar umstøður, og hann heldur ikki, at fólk sum heild hava trong kor. - Eg haldi, at miðal hús­ arhaldið í Føroyum hevur tað rímiliga gott. Hetta sæst eisini á optimismuni við nýbygging og umvælingum kring um landið, nýggjum bilum og dúgligari ferðing út í heim. Og tó... Hann sigur, at sum heild er keypiorkan hjá fólki økt seinastu árini, tí løn­ar­ vøksturin hevur verið størri enn inflatiónin. - Tað vilja tó altíð vera nøkur, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka, og spurningurin er, hvussu hesi kunnu hjálpast, so teirra gerandisdagur fellir lættari, sigur Bárður Nielsen, fíggj­ armálaráðharri. Ongar ætlanir um at lækka oljuavgjaldið - Tað fyriliggur einki sum helst í landsstýrinum um at gera nakað við oljuavgjaldið, sigur fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen, rættiliga avgjørdur