Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2006 13 Av tí, at so nógvar broytingar komu í leygardagsskránna, so endaðu fleiri nøvn á stóra pallium á Vágsbø, og Hanus var eitt teirra, og tað megnaði hann lættliga Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hanus G. Johansen hevur verið fastur maður á festi­ valskránni í Klaksvík øll árini.Undanfarin ár hevur hann havt leiklutin sum vísu­sangarin á Torginum í gula hálvmánatjaldinum. Men í ár bleiv Hanus fluttur á stóra pallin. Og føroyski troubadoururin prógvaði, at ongin pallur er ov stórur fyri Hanus. Tað var í veruleikanum at stórt pluss, ið lættliga kann endurtakast, hetta at flyta Hanus fram í røðina millum tey stóru nøvnini, tí tað er har hann hoyrir heima. Hanus fylti allan pallin og allan Vágsbø. Ein kundi hildið, at skjótt gjørdist ovboðið. Ein maður við guit­ara, ið hann enntá við­ hvørt leggur frá sær. Men so er ikki. Føroyingar troytt­ ast ikki av Hanusi, held­ ur hinvegin. Og tað er í grundini ikki at undrast á, tí hann er ektaða vøran, og hon spillist sum kunnugt ikki so skjótt. Hanus hevur skrivað løg, ið halda í allar ævir, og Hanus er Hanus, tá hann er á palli. Hvørki meira ella minni. Løtan á Vágsbø staðfesti, at Hanus er líka góður í dag, sum hann altíð hevur verið. Hann vaks í takt við brátt komnu uppgávuni at taka við á stóra palli. Og Hanus er jú eisini millum teirra, ið eigur flestu pallroyndir­ nar, bæði á føroyskum og út­lendskum pallum, so tað undrar heldur ikki, at hann megnaði uppgávuna væl. Hanus mundi stutt sagt ikki sloppið av pallinum aft­ur og hann sang eini 10 eyka­ løg (...eg misti í hvussu er talið). Og tað var kanska í botn og grund talan um eina mjúka løtu, har Hanus hjartaligur legði fram síni løg og sínar tulkingar, með­ an fjøldin takkaði Han­us við at vísa honum sín kær­ leika og klappa og varðveita hann á pallinum, so longi tað yvirhøvur var gjørligt. Og til alla lukku, so loyvdi mjørkakøvda festivalskráin Hanusi at standa longi á palli til gleði fyri allar part­ ar. Hanus á stóra palli Peter Thorup Trio høvdu eina sera góða framførslu í regninum í Klaksvík leygardagin. Sera spell at veðrið spældi teimum eitt puss, tí at tað viðførdi, at tað vóru sera fá fólk, sum lurtaðu eftir einari annars frálíkari framførslu Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Peter Thorup Trio skuldu upprunaliga spæla á lítla pallinum á Torginum, men orsakað av seinkingunum av teimum útlendsku nøvn­ unum, framførdi bólk­urin á høvuðspallinum í Vágs­ bøi. Poppkorn hevði beint framm­an­undan havt eina fína kon­sert. Peter Thorup Trio spæla blues-kendan tónleik, og teir duga sítt kramm. Pet­ er Thorup hevur eina hása rødd, sum hóskar væl til stílin hjá teimum. Bass- spælarin var berandi í fram­ førsluni. Hansara “walk­ ing-bass” og tað sveim­andi ljómborð-spælið var sera gott. Keðiliga veðrið spilti á ein hátt konsertina hjá Peter Thorup Trio. Tað eru helst nógvir Blues-fjepparar, sum settust aftur at fara til kon­sertina orsakað av veðri­num. Blues í regninum Stóra Silvalandið kom ikki heilt til sín rætt á Summ­ arfestivalinum leygardagin. Regnið gjørdi, at tær mongu hoppiborgirnar ikki vóru blástar upp. Hetta sá tó ikki út til at oyðileggja dagin fyri bør­nini, sum stuttleikaðu sær í klætriborgini, reiggj­ u­num, sandkassa og við pony­ríð­ing. - Sjálvandi eru vit kedd av, at hoppiborgirnar ikki kundu vera opnar leyg­ ar­dag­in, segði Steintór Ras­mus­sen, fyrireikari. - Silva­land­ið riggaði ótrú­ liga væl hós­dag­in og fríggja­ dag­in og var sera væl mót­ tik­ið av bæði børn­um og foreldrum. Steintór Rasmussen er glað­ ur fyri ta móttøku, Silva­land­ ið hevur fingið. Hann sigur, at tað kann væl hugsast, at meir verður gjørt burturúr næsta ár, so børnini eisini hava okkurt at gleða seg til á Summarfestivalinum. Luftin fór úr Silvalandi