týsdagur 8. august 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 150 - 8. august 2006
tíðindi
Barnakórið Dropar úr
Havn hevði eina sera
sjarmerandi konsert í
Flags-teltinum í dag.
Tað vóru heilt fitt av
fólki samlað saman
til konsetina. Kórið
megnaði veruliga at
fáa lív í áhoyrarnar
við teirra lætta og
glaða sangi.
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Barnakórið Dropar, sum er
stjórnað av Sigrið Rasmus
sen, er mannað við ungum
gentum og dreingjum úr
høvuðsstaðnum. Tað sæst
á teirra framførlsu, at Sig
rið gongur sera høgt uppí
sítt arbeiði, og Dropar er
helst mest “professionella”
barnakórið í landinum.
Tónleikararnir eru góðir,
og sangirnir, sum kórið
syngur, eru kendir. Millum
annað sungu tey “Can You
Feel The Love Tonight” hjá
Elton John. Eisini sungu
tey kenda temasangin til
filmin “Titanic”.
Sigrið og børnini megnaðu
veruliga at fáa áhoyrarnar
“við uppá tað”. Serliga
síðsti sangurin “Tað verður
betri” fekk áhoyrarnar at
syngja við og klappa til.
Lógvabrestirnir vóru øgi
ligir millum sangirnar. Tá
ið konsertin var liðug, varð
kórið klappað uppaftur,
men stramma skráin á
Summarfestivalinum við
førdi, at eykalagið varð av
ongum.
Dropar sungu í dropa-veðrinum
Høgni Lisberg
borgaði fyri
góðari framførslu
í Flagstjaldinum á
Summarfestivalinum
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Høgni Lisberg var partur av
fríggjadagsskránni á Summ
arfestivalinum og hann
spældi í Flagstjaldinum.
Saman við dugnaligu mann
ing síni borgaði hann fyri
góðari framførslu, sum í
mestan mun hevði nýggj
astu løg hansara at bjóða.
Just Digg er eitt lag sum
situr sera væl og tá teir
spældu lagið sum nummar
tvey í konsertskránni, so
tóktist tað, sum vóru teir
upphitaðir og tað sama kann
sigast um lurtarafjøldina,
sum beinanvegin tók lag og
bólk til sín.
Stuttligari
Høgni og manningin sá
út til at hugna sær og tað
ljóðaði eisini so.
Hóast Høgni er, ella var,
partur av harkaliðnum,
sum kom fram í eyðkenda
tónleikaliðnum úr Gøtu á
sinni, so hevrur hann ein
nógv ljósari dám yvir sín
um løgum. Og júst hetta
gjørdi, at konsertin var løtt,
góð og livlig. At hann hevði
góða manning afturat sær
gjørdi ikki verri.
Og ein skilir væl, at fólk
bæði úti og heima hava tikið
Høgna og tónleikin til sín.
Høgni er trummuleikarin,
ið trein framum múrin av
trummum, tók guitaran,
og gekk egnar leiðir. Og
tað tykist, sum leiða tær
gøtur, ið hann hevur valt,
hann langt áleiðis á held
ur vandamiklu ferðini á
alheims tónleikapallinum.
Fleiri góð løg eru millum
nýggju løgini hjá Høgna
Lisberg og sera hugnaligt
var tað, tá Høgni tók munn
harpuna fram og Brandur
kom fram um trummurnar
og fór at leika á ein stóran
pappkassa. Tá var talan um
okkurt, ið er onkrastaðni
millum country, bluesrock
og bluegrass.
Fyri at nýta orðini hjá
Høgna sjálvum, so gjørdist
alt nógv stuttligari í hesi
løtu.
Móti endanum kom eitt lag
við heitari reaggae rútmum
og orðleysum strofum,
sum fólk kunnu læra upp
á 10 sekund, um tey ikki
kenna tað áðrenn.. Og
við hesum megnaði Høgni
at fáa fjøldina við og at
fáa framførsluna at ríða á
bylgjukambunum.
Lisberg, munnharpa
og pappkassar