Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. august 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 150 - 8. august 2006 tíðindi Finn Helmer eitur maðurin, og hann sigur seg kunna syrgja fyri einari breiðbandsloysn til allar føroyingÅar, sum er 4000 ferðir skjótari enn tann vit hava í dag. – Breiðbandið føroyingar hava í dag er avoldað, og tað er ikki bara galdandi fyri føroyskt breiðband, men allastaðni aðrastaðni við, sigur Finn Helmer í samrøðu við Sosialin BREIÐBAND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sum tað framgongur aðra­ staðni á síðunum, so er Finn Helmer ikki hvør sum helst. Tá hann setir sær eitt mál, so vil hann gera alt fyri náa tí. Nú kann hann gott hugsa sær, at føroying­ar skulu hava breiðband, sum er fleiri túsund ferðir skjót­ari enn tað, vit hava í dag, og við tí í huganum, hann hevur fingið av skafti aðrastaðni, er tað als ikki óhugsandi, at tað gerðst veru­leiki. Tað, Finn Helmer hev­ur ført fram í fleiri ár eftir hondini, er, at tele­fon­fyri­ tøkurnar tveita pengar út í gjøgnum vindeyga við, at framvegis royna at um­væla og varð­veita gomlu kop­ ar­káplar­nar, sum alt fjar­ skiftissam­band í dag er grund­að á. - Tað er eitt risa mistak, at vit áhaldandi halda fast um avoldaðu tøknina, sum telefyritøkurnar brúka, sig­ ur Finn Helmer. Áður hevur Finn Helmer sagt, at TDC í Danmark átti at gravað allar koparkáplarnar upp og selt teir sum gamalt jarn. Tað sigur ikki lítið um hugburð hansara mótvegis tøkn­­ini, sum telefonfyritøkurnar brúka. Hevði tað staðið til hans­­ara, vóru allir gamlir kop­­ar­­kápl­­ar langt síðani skrædd­­ir upp, og í staðin hevði hann lagt fipurnet nið­ur. Fipurnet, sum mill­ um ann­að tryggjar tær al­ nót­­ar­­sam­band, ið er 4000 ferðir skjótari enn vanligt ADSL-sambandi, sum vit dagliga brúka. Talan er um 10 gigabit breiðband. Sum eitt dømi um ótrú­ ligu ferðina hetta breið­ band­ið hevur, so kunnu vit nevna, at ein sera væl­ út­gjørd skriv­stova hevur í dag eitt inn­anhýsis net, sum arbeiðir við eitt giga­ bit ferð. Finn Helmer vil hava, at vit skulu hava eitt alnetarsamband heima við hús, sum er tíggju ferðir so skjótt sum tað. Kostar ein undirsjóvartunnil Men alt kostar pengar, og tað ger fipurnet so sanni­ liga eisini. Tí hevur Finn Helmer eisini mangan arg­ ast inn á, at tað ikki varð ásett við lóg fyri fimm ár­um síðani, at hvørja ferð gravað varð onkustaðni í Danmark, skuldi fipurnet leggjast í samstundis. - Høvdu vit gjørt tað, hevði fipurnetið longu ver­ið um helvtina av Danmark, og vit høvdu spart eina rúgvu av pengum. Nú mugu vit í staðin grava serliga fyri at leggja fipurnetið, og tað ger tað heila dýrari, sigur Finn Helmer. Hann heldur at, at vit av­gjørt ikki mugu lata okk­ um ræða av kost­nað­in­um. - Her í Føroyum verða tunlar gjørdir alla tíðina og at leggja fipurnet fyri alt Breiðbands kollvelting ávegis í Føroyum - Verður fipurnet lagt kring alt landið, hava vit tikið eitt risa fet rætta vegin, tí tá verða Føroyar ikki millum heimsins fremstu lond á økinum, men Føroyar verða langt fremst í deildini ”