týsdagur 8. august 2006síða 32
Tekstur á síðuni
Nr. 150 - 8. august 2006
21
tíðindi
Marknaðarrák
Farna vikan var rættiliga
hendingarík.
Hósdagin
hækkaði
ECB
rentuna
0,25%-stig til 3,00%. Hetta
var væntað. Men tað var ikki
væntað, at stjórin, Trichet,
fór at vera so greiður um,
at fleiri rentuhækkingar eru
í væntu. Tað vakti ans, at
hann legði serligan dent
á, at rentupolitikkurin hjá
ECB verður lagdur meir
eftir støðugum prísvøkstri
enn búskaparvøkstri. Hetta
tálmaði
partabrøvunum.
Fríggjadagin varð kunn
gjørt, at amerikanski ar
beiðsmarknaðurin er veik
ari enn íleggjarar mettu.
Hetta vendi gongdini á bæði
partabræva- og lánsbræva
marknaðunum. Partabrøv í
Evropa vóru á leið óbroytt,
tá vikan endaði.
Lánsbrævarentur
á sama stigi
10-ára
danska
rentan
hækkaði fyrst 0,09%-stig
tá ECB avdúkaði, at fleiri
rentuhækkingar eru í væntu.
Hon lækkaði tað sama dagin
eftir, tá vánaligu arbeiðs
marknaðartølini vóru kunn
gjørd. So vikan endaði á
sama stigi sum hon byrjaði,
10-ára rentan er 3,96%.
Roknskapir betri
enn væntað
Eins og alt annað vóru
partabrøv ávirkaði av bæði
tíðinda fundinum hjá Trichet
og vánaligu arbeiðsmarkn
aðarfrágreiðingini úr USA.
Hóast hetta hevur parta
brævamarknaðurin verið
rættiliga friðarligur hesa
farnu vikuna. Roknskapirnir
fyri 2. ársfjórðing eru í and
gletti, og teir hava sum
heild verið góðir. Nú 423
av teimum 500 virkjunum
í amerikanska S&P500-
vísitalinum hava kunngjørt
roknskap, hava 300 kunn
gjørt ein roknskap sum var
betri enn væntað. Inntøk
urnar eru hækkaðar í miðal
16% seinasta árið.
Hesa vikuna
Týskvøldið í hesi vikuni
verður altavgerandi fyri
virðisbrævamarknaðirnar.
Tá hevur amerikanski tjóð
bankin rentufund, og fyri
fyrsti ferð í 2 ár er stórur
ivi um, hvat fer at henda.
Spenningur er eisini um,
hvat stjórin, Bernanke, fer
at siga. Um rentan ikki verð
ur hækkað, stuðlar hetta
undir bæði láns- og parta
brøvum.
Fleiri rentuhækkingar í væntu
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Vika 32
landið kostar ikki meiri enn
ein undirsjóvaltunnil, sigur
Finn Helmer og vísir á, at
ein tunnil kostar nógv meiri
enn ein ferja, men at tað
avgjørt loysir seg í longdini
við at hava tunnil. Á sama
hátt er tað við at leggja
fipurnet út, tað kostar nógv
at leggja, men tað er ein
íløga inn í framtíðina og
loysir seg avgjørt, heldur
Finn Helmer.
Samsvarar við
Visjón 2015
Finn Helmer hevur í fleiri ár
víst á, at 10 gigabit fipurnet
eigur at verða lagt út í hvørt
heim. Tann boðskapin hevur
hann ført fram í Danmark í
nógv ár, og nú vendir hann
sær eisini til Føroya, har
hann sær nógvar fyrimunir.
- Ætlanin hjá landsins
politikkarum er, at Føroyar
skulu vera millum heimsins
fremstu lond í 2015. Verður
fipurnet lagt kring alt land
ið, hava vit tikið eitt risa
fet rætta vegin, tí tá verða
Føroyar ikki millum heim
sins fremstu lond á økinum,
men Føroyar verða langt
fremst í deildini, greiðir
Finn Helmer frá.
Hansara greiða fatan er
hon, at tað ber ikki til yvir
hála, við at ganga í fóta
sporunum hjá øðrum.
- Einasti máti at yvirhála
upp á er við at seta ferðina
upp, og tað gera vit við at
leggja 10 gigabitnet út í
hvørt heim. Møguleikin er
har, og tað er bara at taka av
honum, sigur Finn Helmer.
Føroyar á heimskortið
Orsøkin til, at Føroyar
eru áhugaverdar fyri Finn
Helmer og hansara 10 giga
bit verkætlan er, at tað eru
fleiri ymiskir fyrimunir við
Føroyum í mun til Danmark
og onnur lond.
Fyrimunurin við at roynd
arkoyra nýggja netið í Før
oyum er, at teir kunnu vísa
á, at her er eitt heilt land
har øll hava 10 gigabitnet í
húsinum, og tað riggar.
- Tað riggar minni væl,
tá vit siga, at í Danmark er
tað ein partur av landinum,
har tey brúka hetta slag
ið av breiðbandi, í staðin
fyri, at eitt heilt land hevur
tikið hesa skipan til sín.
Tú kanst ætla, at tað hevur
størri slagkraft, greiðir Finn
Helmer frá.
Við øðrum orðum merkja
orðini hjá Finn Helmer
eisini, at íbúgvatalið í Før
oyum er til at hava við at
gera, har vit ikki eru ov
smá til at vera onkisigandi,
og samstundis ikki ein ov
stórur biti hjá teimum at
gloypa í einum.
Eitt annað, sum gera Før
oyar áhugaverdar, er góða
fjarskiftissambandið
við
umheimin, vit hava í Far
Ice-kaðalinum, ið var lagd
ur tikin í nýstlu í 2004.
- Taka føroyingar sum teir
fyrstu undir við ætlanunum,
so setir tað tykkum í eina
heilt serstaka støðu, tí tey,
ið koma út við ætlanunum
fyrst, kunnu vera við at
lyfta tað, fortelur Finn
Helmer og leggur so
aftrat, at sjálvandi fær eitt
land ágóðan av at vera við
at lyfta eina slíka skipan
sum hesa.
Helmer aftur í august
Samrøðan við Finn Helmer
varð gjørd fyri einari tíð
síðani, tá hann var í Før
oyum. Greitt er, at hann tá
tosaði við bæði Formula,
Føroya Tele og umboð fyri
Føroya Landsstýrið. Av tí,
at summarfrítíð er, vísir
tað seg at vera ógvuliga
trupult at fáa fatur á
røttu fólkunum at gera
viðmerkingar til málið.
Sosialurin hevur tó fing
ið váttað, at gongd er í
málinum og eisini greitt, at
Finn Helmer hevur ætlanir
um at koma aftur til Føroya
síðst í august mánaði, og
um ikki annað verður helst
okkurt nýtt at frætta tá.
- Taka føroyingar sum teir fyrstu undir við ætlanunum, so
setir tað tykkum í eina heilt serstaka støðu, tí tey, ið koma
út við ætlanunum fyrst, kunnu vera við at lyfta tað
”
Finn Helmer er føddur í 1949 og býr í dag Sveits. Hann er
dani, og gjørdist í 2000 landskendur í Danmark fyri søluna
av fyritøku síni GIGA. Hann byrjaði KT-fyritøkuna í 1992
við seks fólkum knýttum at sær. Átta ár seinni hevði henda
sama fyritøka 130 í starvi og eitt yvirskot áljóðandi 340
milliónir.
Síðani seldi Finn Helmer GIGA til amerikonsku fyritøkuna
Intel Corporation fyri heilar 9,7 milliardir krónur. Samstund
is varð hann settur í starv sum stjóri hjá Intel Danmark.
Sølan av GIGA til Intel Corporation fór í søguna sum ein
tann størsti handilin í Danmark nakrantíð.
Sjálvur kallar Finn Helmer seg íverksetara, og tað virksem
ið byrjaði hann tíðliga. Longu sum 11 ára gamal fór hann
undir býfluguhald, og í dag er hann størsti býfluguhaldar
in í Danmark.
Finn Helmer hevur sjálvur byrjað ella verið við at byrjað
40 fyritøkur, og verður hann eisini sera ofta nýttur av
nýggjum fyritøkum, sum vanta góða vegleiðing.
Eisini er Finn Helmer sera vælumtóktur fyrilestrarhaldari, tí
hann hevur royndir, sum fá onnur hava.
-rwd
FAKTA